Jóannes Hansen
???????
Hann hevur nógvu tey seinastu árini verið í tryggum og sum tað skilst á honum sjálvum spennandi og avbjóðandi starvi hjá Statoil. Uppgávurnar hava snúð seg um sølu og sølufremjandi tiltøk og harvið eisini um marknaðarføring.
Tað er Hans Waag, sum hetta snýr seg um. Eftir at hava havt nógv við væl umtóktu Statoil støðirnar at gera, og eftir at hava havt stóra oljufelagið sum arbeiðsgevara í fjúrtan ár, hevur hann nú slept arbeiðsgevaranum, sum hann sigur seg hava alt gott at bera. Saman við Hilberti Dam hevur hann keypt fleiri handlar, og tað kann ikki sigast annað, enn at teir báðir eru farnir út á djúpt vatn. Men teir siga seg avgjørt rokna við, at tað skal bera til.
Takið og setningurin
Søgan er tann, at hesir báðir 44 ára gomlu Hans Waag og Hilbert Dam rættuliga eru farnir í privatu handilsvinnuna, og teir hava spílað seg út á tveimum støðum í høvuðsstaðnum og eisini í Danmark. Í november í fjør keyptu teir handlarnar í Handilskjarnanum. Teir yvirtóku seks handlar. Tríggjar teirra leiga teir øðrum, og tríggjar reka teir sjálvir. Frammanundan høvdu teir í juni í 2003 keypt gamla og kjølfesta skógvahandilin hjá Demmusi, og í 2001 keyptu teir ein skógva og klædnahandil í Hedensted. Hilbert Dam býr í Danmark, og hann er stjóri í handlinum har niðri.
Leygardagin í næstu viku, 5. mars, fara teir at lata dyrnar upp fyri einum handli afturat. Talan verður um nýggjan skógvahandil í Handilskjarnanum. Heitið er Bianco Footwear, sum er tað slagið av skógvahandlum, ið eigur størsta vøksturin á sínum øki í Europa.
Harvið fara teir báðir um eina viku at eiga níggju handlar og reka seks teirra, og teir hava nítjan fólk í starvi. Hans Waag er stjóri í felagnum, sum rekur handlarnar í Føroyum. Felagið eitur Handilskjarnin.
Hava tit ætlanir um at víðka uppaftur meiri um virksemið hjá tykkum?
? Fyribils fara vit at arbeiða við at fáa tað, sum vit nú eru bundnir at, at bera til. Tað takið verður stórt, og eg veit, at tað fer at fara við nógvari tíð og orku. Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit støðugt hava eyguni við okkum, og at vit fylgja væl við í, hvussu tað gongst, bæði í Føroyum og eisini í Danmark, sigur Hans Waag.
Vónirnar
Arbeiðsloysið er økt seinasta árið, og í fleiri vinnum eru virksemið og umsetningurin minkaður. Sovorðið kennist skjótt aftur í handilsvinnuni. Um tað ber til at halda tørn um indekstølini frá í fjør, so skal ikki latast illa at, verður sagt, og tí kann tað tykjast næstan ov bjartskygd at tað í afturgongdstíðum verður farið undir avbjóðingar í handilsvinnuni, ið hava sum fyritreyt, at tað verður neyðugt at vinna eyka marknaðarpart, um talan skal vera um økingina í søluni, sum verður mett at vera neyðug, um tað skal bera til.
Hvussu ætla tit at fáa tað at bera til?
? Í hesi vinnuni snýr tað seg, sum tað ger í øllum øðrum tænastuvinnum, um at hava røttu vørurnar og at hava røttu tænastuna. Vit arbeiða støðugt við at menna vøruútvalið, og tað er Bianco Footwear eitt dømi um. Tað er ein veruleiki, at hetta slagið av skógvahandlum síðstu árini er vorðið partur av býarmyndini í einari rúgvu av býum í Europa, og tað verður sagt um hesar handlarnar, at teir ikki bara eru partur av mótanum, men at tað eru teir, sum seta dagsskránna í mótamenningini. Síðani eg fyrstu ferð vitjaði í Bianco handli í Danmark, havi eg arbeitt fram ímóti, at vit skuldu fáa ein sovornan handil í Havnini og í Føroyum. Nú hevur tað eydnast okkum, og tað eru vit fegnir um, sigur Hans Waag.
· Og so eru tað starvsfólkini. Vit hava sett nýggjar deildarleiðarar í øllum handlunum í Handilskjarnanum. Talan er um ungar, dugnaligar, royndar og sera fryntligar leiðarar, sum ganga upp í arbeiðið við lív og sál, og tað rokna vit við fer at síggjast aftur í sølutølunum.
Hans Waag sigur, at teir eisini hava ætlanir um, at Handilskjarnin skal vera meiri eyð-sýndur í miðbýnum:
? Tað er eingin loyna, at í nútíðar handli og tænastum er tað soleiðis, at kundin fer har, sum hann veit, at hann ikki bara fær vøruna ella tænastuna, sum hann ætlar sær, men at tað eisini telur, hvat er rundanum sjálva avgreiðsluna. Talan skal vera um eina heildaruppliving at fara til handils.
Hans og Hilbert
Hesir báðir, sum nú av álvara eru við at mynda handilslívið í høvuðsstaðnum, og sum eisini bjóða seg fram í Danmark, eru skúlaðir í handilsvinnuni og tænastuvinnuni.
Hans er ættaður úr Klaksvík. Hann stóð í læru í amboðsdeildin hjá Thomas Dam í Jónas Broncksgøtu. Í 1984 fór hann at selja bilar hjá Reyni Service, og har arbeiddi hann sum søluleiðari fram til 1991, tá ið hann fór í starv hjá Statoil.
Hilbert Dam er havnarmaður, men nú eru tað fleiri ár síðani, at hann saman við familjuni flutti til Danmarkar. Hann lærdi í Málingahandlinum og seldi Opel bilar hjá Meinhard Arge, og undan flytingini til Danmarkar arbeiddi eisini hann hjá Statoil.