Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið AB í dag hevði vitjan av B71. Nú tað bara restar eitt umfar, hevur AB 68 stig, og B71 hevur 53 stig. At tað eru 15 stig frá B71 á triðja plássi og fram til AB, sum hevur vunnið uppflyting og fer at enda á silvurplássinum, kemst fyrst og fremst av, at AB hevur vunnið allar tríggjar innanhýsis uppgerðirnar ímóti avbjóðaranum í kappingini um at flyta upp.
Í sætta umfari vann AB 4-0 á heimavølli, í 11. umfari vann AB 2-1 á Sandi, og í dag vann AB 2-1 inni í Vika á Argjum.
Sigurin í dag var tann 13. á rað hjá AB. Sigursmálið varð skorað eitt korter undan leikloki. Málið skoraði Dánjal Danielsen. Uppleggið átti liðformaðurin Bjarki C. Nielsen. Dánjal Danielsen hevur í ár verið álopsspælari, meðan hann altíð áður hevur verið verjuspælari. Í dag skoraði hann fyri 20. ferð í ársins landskapping.
Brian Jakobsen legði seks minuttir undan steðginum AB á odda 1-0. Uppleggið átti Luca Thorstensen, ið er framrættaður danskur spælari, sum hevur verið á Argjum síðani á sumri í 2024. Hetta var níggjunda málið hjá Brian Jakobsen, síðani hann í summar aftur fór at spæla við AB. Hann hevur skorað níggju mál í 10 dystum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Lucas Ørneborg til 1-1. Danski spælarin hevur spælt níggju dystir, síðani hann í summar kom til Sands, og í dag skoraði hann fyri sjeyndu ferð.
Í síðsta umfari fer AB at spæla toppdyst á Skála, sum hevur vunnið deildina og fer at flyta upp saman við AB. B71 fer at runda kappingarárið av á heimavølli ímóti ÍF.