Teir okkurt um 200 áskoðararnir, ið vóru til kvinnudystin millum VÍF og Stjørnuna í høllini í Vestmanna mikukvøldið, fingu nakað fyri pengarnar. Liðini bæði spældi ein undirhaldandi dyst, ið var rættuliga javnur og spennandi heilt fram til miðjan seinna hálvleik.
Skjótt spæl
Dysturin byrjaði við buldur og braki. Leikferðin var sera høg, og fyrstu løtuna skolaðu málini inn í báðum endum. Longu tá ið bara fýra minuttir vóru leiktir, vóru átta mál, fýra í part, og tað er ikki gerandiskostur.
Ein stórur partur av málunum komu eftir skjótálop. Bæði liðini spældu nógv upp á at spæla skjótt úr verju í álop, og tað gekk eisini væl fyrstu løtuna. Kvinnurnar hjá VÍF fingu eisini nógv mál av strikuni, eftir at Ioana Rapa hevði spælt Irina Radovici leysa. Samanspælið millum tær báðar rumensku útileikararnar hjá VÍF koyrdi serstakliga væl í fyrra hálvleiki, og verjan hjá Stjørnan hevði trupult við at fáa fatur á strikuni hjá VÍF.
Hjá Stjørnuni var spælskiparin Joan Midjord Djordjevic rættuliga sjónlig fyri steðgin. Stuttligt var at síggja, hvussu nógva ferð hon setti á uppspælið hjá Stjørnuni, og eingin ivi er um, at hon er ein tann týdningarmiklasti spælarin hjá Stjørnuni, bæði sum spælskipari og sum málskjútti.
Allan fyrra hálvleik fylgdust liðini, og ongantíð varmeira enn tað eina málið á muni. VÍF-liðið tóktist rættuliga væl fyri, og tær tóktust trúgva upp á møguleikan at vinna á oddaliðnum, og harvið skapa sær sjálvum eina lítla vón um føroyameistaraheitið.
Orkan gekk undan hjá heimaliðnum
Eftir at tað hevði staðið á jøvnum, 14-14, í hálvleikinum, var við spenningi bíðað eftir seinna hálvleiki. Í byrjanini av hálvleikinum gekk eisini javnt á, men einar fimm minuttir inn í seinna hálvleik fór Stjørnan nakað frá VíF. Klaksvíkskvinnur fóru frá 16-16 upp á 16-19 innan fyri fimm minuttir, men heimaliðið gav ikki skarvin yvir. Tomma Petersen avloysti Adelu í málinum hjá VÍF, og tað gav úrslit, tí einans tveir minuttir seinni var heimaliðið komið upp á javnleik, 19-19, við góðari hjálp frá Tommu í málinum.
Henda støða helt sær tó ikki leingi, tí um miðjan seinna hálvleik skrædnaði fullkomiliga hjá heimaliðnum. VÍF hevði brúkt tær somu seks útileikararnar allan dystin, og nú for orkan at ganga undan hjá fleiri av teimum, og tað sást aftur á vøllinum. Eitt nú var Jacklin Durhuus, ið hevði spælt ein sera góðan fyrra hálvleik, útlúgvað, og tað er undrunarvert, at venjarin ikki tók hana út at fáa hvíld, fyrr enn hon sjálv bað um tað.
Eitt tíðarskeið upp á tíggju minuttir um miðjan hálvleik avgjørdi dystin, tí tá fór Stjørnan frá 19-19 upp á 20-26, og so var dysturin avgjørdur. Venjarin hjá Stjørnuni hevði gjøgnum allan dystin skift eitt sindur út á liðnum, so at teir flestu leikararnir fingu eitt sindur av hvíld av og á, og tað gav úrslit. Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu orku til at spæla skjótt, meðan nógvar á heimaliðnum vóru útlúgvaðar, og hetta viðførdi nógvar óneyðugar feilir og óneyv skot upp á mál.
Tá ið minni enn tíggju minuttir vóru eftir at leika, fekk Stjørnan brotskast. Dysturin var langt síðani avgjørdur, tí oddaliðið úr Klaksvík var á odda 26-20. Katarina Stepanov var sett at skjóta, og hon skeyt bóltin beint í andlitið á Tommu Petersen. Sjálvsagt fekk Tomma ilt, og dysturin bleiv eisini steðgaður. Stepanov fór so av egnari leikhálvu fram til Tommu at biða um orsaka, og tá ið hann var á veg aftur at verja, komu dómararnir yvir og góvu henni reyða kortið, tí teir mettu at hon við vilja skeyt bóltin í andlitið á Tommu. Ein rættuliga ivasom avgerð, serliga tá havt verður í huga, at tað gekk rúm tíð frá at skotið var, til Stepanov fekk reyða kortið. Hetta merkir, at Katarina Stepanov hevur leikbann komandi dyst, men tað hevur neyvan tann stóra týdningin, tí sum venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, segði eftir dystin, so møta vit bara Kyndil.
Tað lítlu løtu, ið var eftir av dystinum, kom VÍF nakað fyri seg, so at tá ið teir 60 minuttirnir vóru farnir, hevði Stjørnan vunnið ein rættuliga tryggan sigur 30-25, eftir at tað leingi hevði staðið á jøvnum.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 25-30 (14-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 8(2), Irina Radovici 6, Jacklin Durhuus 5, Sóley Mikkelsen 4(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2
Stjørnan: Joan Midjord Djordjevic 7(3), Bára Skaale Klakkstein 5, Alina Olaru 5(1), Katarina Stepanov 5(1), Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 2, Annika Ljósstein 2
Brotskøst: VÍF 4(3), Stjørnan 8(5)
Útvísingar: VÍF 5, Stjørnan 4
Burturvísingar: Stjørnan 1
Dómarar: Hannis Wardum og Gunnar Gregoriussen - eru ikki vanir at døma saman, og tað gekk ein løta, áðrenn teir funnu rútmuna, men so var linjan løgd og hildin allan dystin út. Reyða kortið hjá Katarinu Stepanov tóktist eisini ivasamt.