John Arni og Flóvin í Hollandi

Tveir teir fremstu føroysku telvararnir í løtuni, John Arni Nilssen og Flóvin Tór Næs, royndu seg í seinastu viku í sterkari kapping í Hollandi.

Báðir høvdu teir frískar IM-normar í skjáttuni, sum kanska hevur lagt eyka trýst á herðar teirra, men eisini eigur hetta at geva teimum sjálvsálit og trúnna uppá fleiri IM normar. Talvsteðgurin hjá John Arna Nilssen og Flóvin Tór Næs hevur ikki verið langur. Seinast í juli mánaða luttóku teir í Politiken Cup, og heilt stutt framanundan ognaði Flóvin sær jú ein IM-norm í Týsklandi. Kanska hevur troyttleiki tí spælt ein leiklut hjá Flóvini í kappingini í Hollandi.
John Arni fekk eina keðiliga byrjan, tá hann í 2. umfari óvæntað tapti móti væl lægri styrkismettum telvara. Men hann reistist og telvaði upp til sína rating (2397), og heldur sítt ratingtal nøkunlunda.
Flóvin fekk somuleiðis eina ivasama kappingarbyrjan, og hann reistist ikki heilt fyrrenn seinastu tvey umførini. Men ratingtal hansara (2317) fekk eitt skrædl, har hann missir útvið 50 ratingstig.

Endaliga støðan í Hogeschool Zeeland
1-2 GM Nijboer 7,5 / 9
1-2 GM Gyimesi 7,5
3 GM Tiviakov 7
.
8 John A. Nilssen 6,5
33 Flóvin T. Næs 5,5

John Arni møtti tveimum tittulhaldarum, GM Tiviakov ( fekk javnt ímóti honum í Politiken Cup), sum hann tapti ímóti, og IM Werle sum hann í seinasta umfari býtti stigið við. Hinir mótstøðumennirnir lógu allir um 1850-2150 í rating.
Flóvin fekk nærum eins og nógv stig sum John Arni, men mótstøðan var væl veikari. Tann lægsti hann hitti hevði umleið 1820 og tann sterkasti 2135. Vónandi fer henda kapping skjótt í gloymibókina hjá Flóvini, soleiðis at hann kann hugsa um komandi kappingar og avbjóðingar. Eitt nú Talvolympiaduna, sum verður í oktober mánaða.
Enn frættist tó ikki um Flóvin verður við ferðalagnum. Á bíðilista stendur eitt nú havnarmaðurin Jóan Hendrik Andreasen, sum er klárur at traðka til um Flóvin gevur avboð.


Íslandssúlan 2002
Telvað verður um íslandssúlusteypið í Klaksvík í ár. Higartil hava 17 telvarar boðað frá luttøku, og talan er um eina spennandi manning, sum tó ikki er so sterk sum vónað varð.
Enn kann ein tekna seg við at vitja heimasíðuna www.talvkapping.subnet.dk/, og harfrá tekna seg, ella møta upp á Ósaskúlanum hósdagin 15. august kl. 18.00, tá kappingin fer av bakkastokki. Virðislønirnar eru methøgar, og umstøðurnar sera góðar at telva í.
Telvað verður seks umfør í døgunum 15-18. august.

Fyribils luttakaralisti:
Ólavur Simonsen
Carl Eli. N. Samuelsen
Terji Petersen
Olaf Berg
Herluf Hansen
Tummas M. Anthoniussen
Ingolf Gaard
Esbern Christiansen
Vagn Heldarskarð
Rani Baldursson
Jan Simonsen
Rógvi Mortensen
Rógvi Dragaberg
Danny Baldursson
Herborg Hansen
Ingi Isaksen
Bjørn E. Thomsen


Glímingin við GM Tiviakov
John Arni hevur sitið yvir av GM Tiviakov úr Hollandi (upprunarliga russi) tveir reisir innan 3 vikur. Fyrstu ferð varð í Politiken Cup, tá hann við hvíta fólkinum lættliga helt javnt, og nú í Hollandi, har hann við svarta fólkinum ikki megnaði sama kynsturin.
Bæði talvini eru við í blaðnum í dag.

John Arni Nilssen (2363) - GM Tiviakov (2628)
Politiken Cup (3), 17.07.2002

1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.g3 c5 5.Rif3 cxd4 6.Rixd4 0-0 7.Bg2 d5 8.cxd5 Rixd5 9.Fb3 Ria6 10.0-0 Rixc3 11.bxc3 Be7 12.Rd1 Ric5 13.Fc4 e5 14.Ba3 Fa5 15.Bxc5 Fxc5 16.Fxc5 Bxc5 17.Rib5 a6 18.Rid6 Ra7 19.Rixc8 Rxc8 20.Rd7 b5 21.Rxa7 Bxa7 22.Rd1 Kf8 remis

GM Tiviakov (2628) - John Arni Nilssen (2397)
HZ Vlissingen (6), 08.08.2002

1.e4 c5 2.Ric3 Ric6 3.Bb5 e5 4.d3 d6 5.f4 exf4 6.Bxf4 Rif6 7.Rif3 Be7 8.0-0 0-0 9.Bxc6 bxc6 10.e5 (stórmeistarin hevur longu eftir 10 leikum nokkso einfalt telvað seg til eina betri støðu) 10...Rid5 11.exd6 Bxd6 12.Bxd6 Rixc3 13.Fe1 Fxd6 14.Fxc3 (einasti veikleiki hjá John Arni er dupultfinnan. Og tað er nokk hjá Tiviakov at gera sær dælt av) 14...Be6 15.Fe5 Fd5 16.b3 Rae8 17.Rae1 f6 18.Ff4 Fd7 (John Arni verjir seg væl, og hollendarin má stríðast fyri sakina, tí lætt er tað ikki) 19.h3 Bd5 20.Rid2 Bf7 21.Ff2 Fd4? 22.Re4! Fb2 (John Arni hevur ikki sæð vandan. Frúgvin er nevniliga innilæst) 23.Fxc5 Bd5? DiAGRAM [23...Rxe4 var seinasti møguleiki, men svarta støðan er kortini ikki nóg sunn] 24.Rb1 Fxa2 25.Ra4 Fxb1+ 26.Rixb1 Re1+ 27.Kh2 Og John Arni valdi at gevast. 1-0

Áðrenn 24.Rb1