Hjalgrím vil vera í KÍ

Í Vangamyndini hesaferð hava vit tosað við unga KÍ leikaran Hjalgrím Elttør. Tosað verður um landslið, byrjan og framtíð

19 ára gamli klaksvíkingurin Hjalgrím Elttør hevur av álvara sligið sítt navn fast innan føroyska fótbóltsheimin. < PH_1$?$end$!$ hevur hitt henda unga og fryntiliga mannin til eitt fótbóltsprát

Hjalgrím hevur fingið eina lítla fríløtu frá sínum dagliga starvi á Statoilstøðini í Klaksvík til hetta prátið. Og tað sást á honum, at honum dámar fótbóltsprát.
Hjalgrím hevur altíð raðfest fótbóltin ovarlaga, fyri ikki at siga ovast.
- Ein forsømdi ongantíð fótbóltin. Eg havi forsømt nógv annað orsakað av fótbóltinum, men so gott sum ongantíð fótbóltin orsakað av øðrum. Um eg hevði tvey at velja ímillum, so valdi eg altíð fótbóltin. Men tað er broytt eitt sindur í dag. Ein hevur fingið onnur ting at hugsa um eisini, so raðfestingin er øðrvísi, sigur Hjalgrím, men hann dylir ikki fyri, at fótbólturin framvegis fer við sera nógvari tíð.
- Um ein tekur arbeiðið, fótbóltin og so at ein er forlovaður, ja, so er ikki tíð til nógv annað, sigur Hjalgrím, sum tá hann var yngri eisini royndi seg sum bæði hondbólts- og flogbóltsleikara. Men hann var noyddur at velja eina ítróttargrein, tá tað bleiv ov krevjandi, og tað bleiv sjálvandi fótbóltin hann valdi.
Hjalgrím var seks ára gamal, tá hann byrjaði at venja fótbólt. Tað var við pinkulingunum í 1989. Men hann hevur altíð spælt bólt.
- Mamma plagar at siga, at eg var nóg illa byrjaður at ganga fyrstu ferð, eg sparkaði ein bólt, sigur Hjalgrím smílandi.
Upp gjøgnum árini hevur Hjalgrím ment seg sera nógv sum fótbóltsleikari. Fyrstu ferð hann var við til at vinna eitt meistaraheiti fyri KÍ, var í 1993. Tað var við smápiltum. Síðani hevur Hjalgrím spælt við øllum deildunum uppeftir hjá KÍ, inntil hann byrjaði at venja við fyrstu deildar liðinum sum 16 ára gamal.
Hann greiðir frá, at hann hevur vant undir trimum venjarum higartil í fyrstu deild.
- Eg var eitt sindur við, tá Tony Paris var her í 1999. Og so havi eg vant undir Tomislav Sivic og nú Kurt Mørkøre.
Hann sigur, at hann altíð hevur droymt um at verða fótbóltsspælari, men nú er tað ikki tað, sum upptekur hann mest. Nú er hann so smátt farin at hugsa um at fáa sær eina útbúgving.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg kundi hugsað mær. Eg eri nullstillaður beint nú, tí fótbóltsárið er farið aftur um bak, og nú fari eg at umhugsa, hvat eg vil í framtíðini. Men eg hugsi ofta, at um eg var 16 í dag, og eg fekk møguleikan at fara uttanlands í fótbólti, so hevði eg ikki ivast. Eg hevði lopið avstað, men tað er øðrvísi í dag, sigur hann hugsunarsamur.
Hjalgrím hevur verið og royndarvant við Premier League feløgunum Aston Villa og Bolton.

Onnur feløg
Tað er lítið at dylja yvir, at ein so ungur og evnaríkur leikari, sum Hjalgrím Elttør er ein sera áhugaverdur fongur hjá einum fótbóltsfelagið. Og tí kann tað ikki komast rundan um spurningin, um hann yvirhøvur verður millum KÍ leikararnar komandi kappingarár.
- Tað verður tosað sera nógv, serliga tí kappingarárið júst er endað, og avgerðir skulu takast um komandi ár. Og feløg hava ringt til mín, men enn er so stutt fráliðið, so tað er bert prát enn. Eg vil í veruleikanum ikki fara úr KÍ, tí eg haldi ikki, at tað er so stórur munur á teimum føroysku feløgunum, heldur Hjalgrím.
Gentan hjá Hjalgrími, Birgit, arbeiðir í Havn og spurdur um, hann møguliga verður at síggja í øðrum av høvuðsstaðarfeløgunum komandi ár, sigur hann, at tað sum er ikki er nakað fastlagt.
- Eg eri framvegis í hópinum hjá KÍ, og tað er eisini har eg helst vil verða. Men sjálvandi kann tað fyri onnur tykjast, sum um Havnin virkar lokkandi fyri meg, tá daman arbeiðir har.
Hann sigur eisini, at fólk spyrja hann allatíðina, um hann fer aðrastaðni.
- Tey spyrja: Fert tú veruliga at skifta felag? Akkurát, sum um tað er nakað øgiligt nakað. Og til tíðir kann tað vera sera ørkymlandi, tí ein verður forvirraður av, at øll onnur blanda seg uppí.
Áskoðararnir hjá Kí eru ein av teimum mest trúføstu í landinum, men tey eru eisini eirindaleys. Um tað gongur væl, so er alt gott. Men gongur tað so hinvegin, so er tað ikki við mýkindum.
- Tá ein er á vøllinum, so fangar ein fyri tað mesta alt tað negativa sum verður sagt ella rópt. Men eg haldi ikki, at tað verður tikið illa upp. Vit eru so lokal her norðuri, at vit kenna áskoðararnar. Onkuntíð flenna vit bara eftir tí, sum verður sagt, sigur Hjalgrím sum ikki vil taka nakran fram um onnur, men hann nevnir stuðlarnar, sum hava verið til hvønn dyst íklæddir hvít og blá klæðir, við trummum og hornum.
- Teir gera sanniliga sítt til, at dystirnir ganga væl, tað er sera hugaligt at hoyra teir rópa á okkum, sigur Hjalgrím, sum nú kappingarárið er farið afturum bert fer at slappa av fyri fyrst og umhugsa, hvat hann vil í framtíðini.

Navn:Hjalgrím Elttør
Aldur:19 ár
Starv:Krambakallur í Statoil
Føðingardagur:03.03.1983
Yndisorð:Hugflog
Hvat vildi tú verða, tá
tú vart stórur, tá tú vart
lítil?Fótbóltsspælari