Klaksvíkingar ganga í blindum

Hóast KÍ í 2. hálvleiki hevði bóltin væl meiri enn heimaliðið, so var tað NSÍ, sum átti størstu møguleikarnar at gera mál

NSÍ-KÍ
NSÍ heldur tørn í stríðnum við tey trý á fremstu plássunum, og KÍ hongur fast á niðurflytingar plássinum. Tað eru tølini eftir tætta stríðið í dýrdarveðrinum við Løkin í Runavík sunnudagin.
 Uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini, og NSÍ átti teir allar. Málið fingu teir, tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið. Talan var ikki um upplagdan málmøguleika, men avrikið var fínt av Páll M. Joensen, sum eftir sigursmál í Fuglafirði og aftur hesa ferð saman við HB og NSÍ hevur gjørt av, at leigumálið skal leingjast, so tað skal fevna um alt hetta kappingarárið.
 Møguleikin stóðst av einum av stóru veikleikunum hjá KÍ í hesum kappingarárinum. Klaksvíkingar vóru á veg í álop, tá ið teir mistu í vinstru og á miðjuni. Bólturin vart lagdur fram ímillum til Páll M. Joensen, sum setti ferð á, megnaði at halda mótstøðumenninar aftanfyri seg, og var púra kaldur, tá ið hann av brotsteigar markinum setti framvið Meinardi Joensen, og umvegis tvørtræið small bólturin í vøllin innanfyri málstrikuna.
 Hinar báðu risa møguleikarnar átti Ike, sum bæði spældi rættuliga kontant og var støðug hóttan móti ofta kroystu KÍ miðverjuni. Jan Andreasen vísti síni góðu plaseringsevni, men hann varð skjótt darvaður av, at hann fekk gult kort og fleiri ferðir lá á markinum til næsta gula og harvið reyða kortið, og Niclas Niclasen hevði stóra uppgávu móti skjóta Christiani Høgna Jacobsen.
 Fyrra førið, har Ike kundi havt skorað, var heilt skjótt eftir einsamalla málið. Eftir horna var álosspælarin nógv hægstur og stútaði úr stuttari fjarstøðu, men Meinhard Joensen megnaði frálíka væl at refleksbjarga til horna.
Hesa løtuna vóru boð orduliga eftir klaksvíkingum. Løtu seinni var miðverjin Óli Hansen hægstur eftir frísparksframlegging, men hann snittaði bóltin dygst omanfyri málið. Seinna førið, tá ið Ike kundi havt avgjørt, var tíðliga í 2. hálvleiki. Klaksvíkingar mistu, tá ið teir royndu at spæla á egnari hálvu, og eftir tvær sneiðingar í brotsteiginum gjørdist Ike púra leysur. Hann smekkaði til, men KÍ málverjin tveitti seg niður og fekk onkursvegna parera við beinunum.
 NSÍ hevði lítla lotið undan í 1. hálvleiki, og tá ið teir høvdu fingið málið, vóru teir fitta løtu omaná. Helgi L. Petersen og Jústinus R. Hansen arbeiddu væl á sentrala miðvøllinum, og í einstøkum førum komu bóltarnir innfyri frá Páll M. Joensen og Andy Olsen, men uttan at serliga upplagdir møguleikar spurdust burturúr.
Eingin broddur
Serliga eftir steðgin sýndu klaksvíkingar góðan hugburð, og tað sást ikki á avrikinum úti á vøllinum, at teir eru botnlið. Burtursæð frá møguleikanum, sum Ike tíðliga fekk, so megnaði KÍ at varðveita bóltin stórar partar av tíðini. Teir vóru ágrýtnir, og teir vunnu nógvar nærdystir, men á síðsta fjórðinginum á vøllinum var ikki broddur í.
 Heðin á Lakjuni og Arnhold Joensen í borðunum saman við teimum trimum sentralu á miðvøllinum løgdu fleiri ferðir innfyri, men tað var ikki nóg stór tyngd í, og tá ið mest um galt, var hugflogið ikki nóg stórt at spæla seg til møguleikar og fáa bóltin inn um Jens Martin Knudsen, sum heilt sjáldan varð settur á serligar royndir.
 Hjalgrím Elttør royndi, men hann var ofta rættuliga einsamallur, og NSÍ verjan hevði tak á honum, tá ið hann royndi at draga framvið teimum.
 Miðskeiðis í 2. hálvleiki vórðu Ovi Nysted og Kristoffur Jacobsen settir á vøllin í roynd at leggja eyka trýst á. Klaksvíkingar stútaðu onkra ferðina á Jens Martin Knudsen, og bæði Heðin á Lakjuni og Atli Danielsen høvdu ikki so lítið vandamiklar frísparksroyndir.
 Fram ímóti dystarenda gjørdist tað heldur enn ikki órudduligt og trongt og gnaddið og illneitingin var ikki serliga dámlig. Nærdystirnir vóru nógvir og tættir, tá ið KÍ flutti Niclas Niclasen og síðani Símun Joensen fram á toppin. Stutt undan leikloki sendi dómarin Ike av vøllinum, tí hann skuldi hava kastað seg í krovið á einum Niclasi Niclasen, sum endaði á Landssjúkrahúsinum.
Men KÍ megnaði ikki stuttu løtuna, teir vóru fleiri enn mótstøðumenninir, at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Eftir innlegg úr høgru og tvørtur um hevði Harley Bertholdsen roynd úr spískum, sum kitlaði tvørtræið, áðrenn bólturin fór út til málspark. Men tað var alt ov lítil broddur og tyngd í álopspartinum hjá KÍ. Hugflogið restaði á síðsta fjórðinginum, og NSÍ verjan var málrættað og gjørdi ikki persónligu mistøkini, sum kanska kundu havt givið botnliðnum úr Klaksvík møguleika at javna.
NSÍ-KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Páll M. Joensen 19.
NSÍ: Jens Martin Knudsen  Brynjolvur Nielsen, Viggo Johannesen, Óli Hansen, Jónstein Petersen  Páll M. Joensen (Dánial Hansen, 62.), Helgi L. Petersen, Jústinus R. Hansen, Andy Olsen  Christian Høgni Jacobsen (Kári Hansen, 75.), Ikechukwu Onyema
Gult kort: Jústinus R. Hansen, Kári Hansen
Reytt kort: Ikechukwu Onyema 86.
KÍ: Meinhard Joensen  Leon Bjartalíð, Jan Andreasen, Niclas Niclasen (Tórður Lervig, 86.), Harley Bertholdsen  Atli Danielsen, Høgni Madsen, Símun Joensen  Arnhold Joensen (Kristoffur Jacobsen, 68.), Hjalgrím Elttør (Ovi Nysted, 68.), Heðin á Lakjuni
Gult kort: Jan Andreasen, Niclas Niclasen, Símun Joensen