Niðurstøðan er, at týðingin hjá Jákupi í Skemmuni sum heild er góð og løtt at lesa - málsliga liggur tað væl fyri hjá honum - men tað er heilt greitt, at eingin hevur gjøgnumgingið tekstin, og tískil er umframt [...] ósamsvar her og har. Soleiðis er tað at kalla altíð, tá ið tú hevur skrivað ella týtt ein tekst, og eingin kann vera ein gløgglan rættlesara fyriuttan. Her hevur hann gloymt at vitja, og tað er synd. Lesið [...] Operaelskarin Kurt Wallander er nøkur og fjøruti, konan er farin frá honum, dótturina sær hann at kalla einki til, pápan skeldast hann við, og so drekkur hann ov illa. Hansara lív er at vera kriminalmaður og
gini, men í dag er tað landskappingin og stig, tað ræður um. Í løtuni er H71 fremst í deildini við 11 stigum og við betri málmuni enn Kyndil og Neistin, sum hava sama stigatal. StÍF er nummar fýra, men [...] Klaksvík, og tað er samstundis einasti dystur hjá kvinnunum í dag. Hinir tríggir verða allir í morgin. Eins og dysturin millum H71 og StÍF er ein endurtøka av steypahálvfinaluni fyrr í vikuni, so er dysturin í [...] frá mikukvøldinum. Tá vann StÍF við einum máli. Í grundspælinum vann Stjørnan á StÍF í Klaksvík, so her er talan um tvey jøvn lið. Í morgin hevur Stjørnan aftur heimadyst, tá móti GÍ/Tjaldrinum. Á pappírinum
sum í veruleikanum er ein luftmadrassa, er ein serliga góð hjálp hjá bæði íðkarum og leiðarum til tey torføru lopini, tí hann er bleytur at lenda á og gevur betri avsett. Reutergólvið er eitt 14m x 14m f [...] fimleikagólv, sum FFS hevur keypt úr Danmark, og hetta er tað gólvið, ið var brúkt til Europameistaraheitið í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani. Hesi amboð verða fyrst og fremst nýtt til venjing fram [...] Lamhauge, Eyvind Hansen, Sjúrður Johansen og Høgni Øster, sum allir teljast millum bestu amboðsleiðarar her heima, høvdu býtt uppgávurnar soleiðis ímillum sín, at allir fimleikarar fingu nógv burturúr.
hósdagin. Støðið er høgt Annars sigur John Petersen, at støðið er rættiliga høgt. ? Teir flestu eru góðir teknikarar, og sum heild eru spælararnir nokkso øðrvísi her enn eitt nú í Noregi, har tað er meira fysiskt [...] verður hann sostatt fimti útlendingurin í hópinum. Liðið liggur væl fyri til uppflyting, og tað er her trupulleikin stingur seg upp. Um Yverdon kvalifiserar seg til at skula spæla um upp- og niðurflyting [...] gjárkvøldið skuldi John Petersen fáa at vita frá venjaranum hjá schweiziska felagnum Yverdon, um áhugi er fyri at fara undir nakað varandi samstarv við tann føroyska landsliðsspælaran. ? Eg havi eina venjing
vera við til at seta út í kortið kósina inn í nýggja ártúsund. HÓAST tað er avmarkað, hvat vit hava ávirkan á - nú heimurin er vorðin so nógv minni og harvið eisini samantvinnaður - so eru tað kortini [...] Og eisini tá vit tosa um gerandisdagin eftir ár 2000.Síggja vit her burtur frá spurninginum um meiri sjálvstýri/fullveldi, sum longu er komið á dagsskránna, so eru onnur mál, sum eftir okkara tykki eiga [...] eina kampanju móti Havnini og undirmeta hennara virði. Havnin skal nokk klára seg - útviklingurin her skal nokk koma av sær sjálvum. Men vilja vit varðveita mongu plássini, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðin
væl til tíðina í dag. Tað er nógv frammi í dag, at eldri fólk eiga at klára seg sjálv í egnum heimi sum longst og tað er ein uppgáva hjá ergoterapeutum at hjálpa teimum á veg. Her liggja stórir møguleikar [...] og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er eisini eitt øki, vit eiga at koma inn á, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum tá ið verkætlanin í Almanna- og heilsumálastýrinum er liðug er sín egni harri. [...] av, at nýútbúnir ergoterapeutar fáa starv í yrkinum, tá ið teir eru komnir heim. - Hóast hon er lítillætin er hon ógvuliga beinleiðis og erlig, men hon megnar altíð at loysa trupulleikarnar uttan at tað
ovaru hædd er barnagarður og frítíðarheim og í kjallarahæddini er vøggustova. Nú stovnurin er liðugur kostar hann 2,6 mió. krónur. Mylnuhúsið er dømi um tvørpolitiskt gott samstarv. Tað er tí ikki bert ein [...] arbeiðið er áhugavert og spennandi, men er ikki bitin av politikki, ikki á sama hátt sum Eyðgunn, sigur hon. ? Eg haldi tað vera áhugavert, og um eg kann gera nakað til gangs fyri býin, so er tað bert [...] býráðnum. Nú er Hergerð Joensen komin aftrat. Hon er tiltakslimur fyri Karsten Hansen, sum fór í Landsstýrið. Í dagliga yrkinum starvast Betta Joensen sum lærari á skúlanum við Ósánna og Eyðgunn er deildarleiðari
Reyni. Kim Hansen og Taxi hava annars nógv jørn í eldinum og hava stórar ætlanir, eftir hvat skilt. Her skal ikki sigast, at bólkurin skjótt kemur á fløguhillarnar, men mong kundu óivað hugsað sær, at so [...] Magnus og Jón óivað megna til fullnar. Spennandi verður at hoyra meira frá Taxi. Eftir hvat skilst, so er eisini Stamen Stantchev knýttur at arbeiðinum at gera tónleik til filmin um Ingálv av Reyni.
stilt í mánaðar er ikki nøktandi. Ein fragd er tað at uppliva Jens Chr. Guttesen við einum støðugt vaksandi bólki av cellonæmingum uttan um seg í symfoniorkestrinum, eisini aðrir lærarar fáa her váttað slík [...] givið til kennar, at hetta er siðvenja, sum vit øll eru fegin um. Kortini eiga vit ikki at lata henda løtuliga nýggjárgessin taka okkum av fótum og geva okkum ta fatan, at her stendur so væl til í okkara [...] venja soleiðis í herðindum fær symfoniorkestrið ikki havt tað árin á tónleikamenningina, sum her annars er besti møguleiki til. Hetta gevur heldur ikki okkara professionellu musikklærarum nóg væl høvið
Høvuðsorsøkin til hesa stuttu viðmerking er, at tað, sum stendur at lesa í hesari grein um mín persón er ósakligt. Eg skal beinanvegin gera greitt, at eg ætli mær ikki undir nøkrum umstøðum út í eitt alment [...] leiðslu. Eg vóni ikki, at metingar um hvør er amatørur ella kvalifiseraður í hesum landinum fer at verða handfarið so tilvildarliga, ógrundað og amatørliga sum gjørt her alment av tygum. Sum heild kann sigast [...] John S. Myllhamar. Tað verða brúktar orðavendingar sum amatørar og tað at vera kvalifiseraður. Um so er, at tygum vanta upplýsingar um, hvat eg standi fyri fakliga og í aðrar mátar og hvørjar broytingar