Høvuðsorsøkin til hesa stuttu viðmerking er, at tað, sum stendur at lesa í hesari grein um mín persón er ósakligt. Eg skal beinanvegin gera greitt, at eg ætli mær ikki undir nøkrum umstøðum út í eitt alment kjak við John S. Myllhamar.
Tað verða brúktar orðavendingar sum amatørar og tað at vera kvalifiseraður. Um so er, at tygum vanta upplýsingar um, hvat eg standi fyri fakliga og í aðrar mátar og hvørjar broytingar eru framdar við mær sum stjóra, so set teg í samband við mín arbeiðsgevara, grannskoðanina ella onnur.
Eg skal til tygara kunnleika upplýsa, at eg eri útbúgvin Cand.Marc. og meti meg tí hava neyðugar fakligar fortreytir at virka innan leiðslu.
Eg vóni ikki, at metingar um hvør er amatørur ella kvalifiseraður í hesum landinum fer at verða handfarið so tilvildarliga, ógrundað og amatørliga sum gjørt her alment av tygum.
Sum heild kann sigast, at tikin verða upp evnir hvørt um annað, so tað er trupult at síggja, hvørjar hensiktir tygum hava við hesum viðmerkingum. Tað virkar sum tygum hava sera trupult við at finna grundgevingar fyri tí tygum ynskja at úttala tygum um. Eg havi tí ilt við at síggja annað við tygara viðmerkingum enn, at tygum royna at útspilla mín persón, heldur enn at viðgera sakina sjálva.
Tórshavn t. 18. 1.1999
Reidar Nónfjall,
stjóri á Strandfaraskipum Landsins








