Fimleikarar úr seks fimleikafeløgum í Føroyum í aldrinum 10 ár og eldri høvdu leitað sær tann langa vegin til Suðuroyar at gera fimleik seinasta vikuskifti. Venjingarlegan var gjørd fyri at geva leiðarum og íðkarum íblástur til komandi kappingar og framsýningar, og samstundis skuldi henda legan økja um áhugan hjá teimum yngru fimleikarunum. Harumframt var legan ein liður í venjingini fram til FM í amboðsfimleiki, sum verður 24. og 25. apríl í ítróttarhøllini í Runavík.
Keypt gólv
úr Danmark
Umframt øll vanlig amboð var tað serliga ein sokallaður Airtrack bani og eitt Reutergólv, sum gjørdu venjingarleguna meira spennandi enn vanligt. Airtrack banin, sum í veruleikanum er ein luftmadrassa, er ein serliga góð hjálp hjá bæði íðkarum og leiðarum til tey torføru lopini, tí hann er bleytur at lenda á og gevur betri avsett. Reutergólvið er eitt 14m x 14m fimleikagólv, sum FFS hevur keypt úr Danmark, og hetta er tað gólvið, ið var brúkt til Europameistaraheitið í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani. Hesi amboð verða fyrst og fremst nýtt til venjing fram til FM og oyggjaleikir, men tað vísti seg at verða eitt gott hugskot at brúka amboðini á venjingarleguni, tí hetta dámdu børnunum sera væl.
Íðkararnir á leguni vóru fimleikaliga á sera ójavnum støði, men teir sjey venjararnir Svend Knudsen, Andrias Lamhauge, Haraldur Kjeld, Rúni Lamhauge, Eyvind Hansen, Sjúrður Johansen og Høgni Øster, sum allir teljast millum bestu amboðsleiðarar her heima, høvdu býtt uppgávurnar soleiðis ímillum sín, at allir fimleikarar fingu nógv burturúr.