MONG eru lyftini og ynskini rundan um eitt ársskifti - og uppaftur fleiri og størri vilja tey vera kring eitt aldarskifti. Vit hava júst sett hol á seinasta árið í ikki bert hesi øldini, eisini í hesum ártúsund. At kunna vera vitni og eygleiðari til hesa stórhending má sigast at vera ein kærkomin gáva - og ikki minst hetta, at vit við hesum vera við til at seta út í kortið kósina inn í nýggja ártúsund.
HÓAST tað er avmarkað, hvat vit hava ávirkan á - nú heimurin er vorðin so nógv minni og harvið eisini samantvinnaður - so eru tað kortini vit sjálvi, sum í stóran mun hava og kunnu hava ávirkan á okkara egna gerandisdag. Og eisini tá vit tosa um gerandisdagin eftir ár 2000.Síggja vit her burtur frá spurninginum um meiri sjálvstýri/fullveldi, sum longu er komið á dagsskránna, so eru onnur mál, sum eftir okkara tykki eiga at fáa hægsta prioritet eftir aldarskiftið. Og fyri at hetta kann verða tikið í fullum álvara, eiga vit longu nú at byrja fyrireikingarnar.
EFTIR okkara tykki eigur tað vit kunnu nevna undir einum ?Bygda-Føroyar? at fáa fyrsta prioritet í nýggju øldini. Vit eiga í 99 at skipa fyri fundum, ráðstevnum og annars einum mennandi, breiðum og sakligum almennum orðaskifti við hetta hesum sama fyri eygað: hvussu skipa vit samfelagið Føroyar eftir ár 2000 sæð frá bygdunum - sæð frá útoyggj - sæð frá plássunum uttan fyri Havnina.
NÚ skal hetta ikki skiljast sum at vit við hesum vilja reka eina kampanju móti Havnini og undirmeta hennara virði. Havnin skal nokk klára seg - útviklingurin her skal nokk koma av sær sjálvum. Men vilja vit varðveita mongu plássini, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðin, nær ella fjar, so mugu vit eisini vera við til at skipa og mynda útviklingin. Bara at lata standa til og lata útviklingin koyra uttan uppílegging, fer at hava við sær, at Havnin gerst størri og størri og bygdirnar smærri og færri. Við øðrum orðum mugu vit til at orða ein ?Bygda-Føroyar? politikk, sum inniheldur alt møguligt, frá samferðslu til mentan og vinnulív, ja entá eisini hevur nakað við eina framtíðar oljuvinnu at gera.
TAÐ ber sjálvandi til at siga, at vit eru ikki harrar yvir útviklinginum. At vit kunnu ikki steðga einum einum ?nátúrligum? útviklingi. Vit kunnu ikki trylla fram virki í smábygdunum, vit kunnu ikki tvinga fólkið at vera har osfr. Hetta er eisini spurningar, sum vit sjálvandi eiga at hava við í orðaskiftinum.
POLITIKARAR, mentanarstovnar og -fólk og fjølmiðlar eiga longu nú at leggja upp til eitt orðaskifti um hesi viðurskifti. Latið hetta verða ynski og lyfti vit geva komandi ættarliðum, nú vit skjótt fara um eitt nýtt aldarskifti. Vit mugu gera okkum greitt, umog eisini hvat vit vilja og kunnu hava ávirkan á, hvussu Føroyar skulu síggja út í næstu øld.