Eurovision skal atkvøða um luttøkuna hjá Ísrael

Limastøðirnar í Eurovision skulu fyrst í november atkvøða um Ísrael framhaldandi skal luttaka.

Síðst í november skulu limalondini í Eurovision atkvøða um, hvørt tónleikakappingin næsta ár skal hava Ísrael sum luttakandi ella útihýsa. - Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix

Evropeiska kringvarpsfelagsskapurin, EBU, kallar inn til eykaaðalfund um luttøkuna hjá Ísrael í Eurovision sangkappingini.

Tað stendur í einum telduposti frá EBU, sum bæði amerikanski miðilin The New York Times og norski miðilin VG hava sæð.

Sambært The New York Times verður aðalfundurin fyrst í november.

Her skulu limastøðirnar atkvøða um Ísrael skal luttaka í sangkappingini í 2026.

Fundurin kemur eftir, at fleiri evropeisk lond hava hótt við at boykotta kappingina, um Ísrael luttekur.

Hetta er galdandi fyri Spania, Írland, Slovenia, Ísland og Holland.

Niðurlendska sjónvarpsstøðin Avrotros hevur áður sagt, at boykottið av einum Eurovision við ísraelskari luttøku stendst av "áhaldandi álvarsligu menniskjaligu líðingunum í Gaza".

Forsetin í sponsku sjónvarpsstøðini RTVE, José Pablo Lopez, hevur eisini sagt, at "fólkadrápið, sum fer fram beint nú, ger tað ógjørligt hjá okkum at hyggja hinvegin".

Tað er DR, sum finnur danska luttakaran til Eurovision, og hevur tí ábyrgdina av, um Danmark velur at luttaka ella ikki.

Sambært Gustav Lützhøft hevur DR boðað evropeiska kringvarpssamgonguni EBU frá, at Danmark luttekur.

Hetta segði hann við Ritzau í síðstu viku.

- Okkara luttøka er hvørki stuðul til ella mótmæli móti nøkrum einstøkum landi, men tað er eitt ynski um at varðveita felagsskapir tvørtur um landamørk og tvørtur um Evropa, segði Lützhøft.

 

/Ritzau/

 

 

 

Síðst í november skulu limalondini í Eurovision atkvøða um, hvørt tónleikakappingin næsta ár skal hava Ísrael sum luttakandi ella útihýsa. - Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix