Hví neggjaði ryssan ikki?

Frálík svensk krimi á føroyskum. Skortleysir manndráparar er spennandi á fleiri stigum: sum krimisøga, sum persónlýsing og sum samfelagslýsingm skrivar Jógvan Isaksen millum annað í hesum ummæli

Jógvan Isaksen


Henning Mankell: Skortleysir manndráparar. Jákup í Skemmuni týddi bókina eftir »Mördare utan ansikte«. Forlagið Sprotin 1998, 278 s. kr.180


Sviin Henning Mankell er seinnu árini vorðin eitt gitin krimisøguhøvundur. Hann hevur skrivað fitt av øðrum bókum, men tað er serliga við bókunum um Kurt Wallandar, at hann av álvara hevur gjørt vart við seg eisini uttan fyri Svøríki. Mong hava ivaleyst sæð tann rúgvismikla Rolf Lassgård spæla Kurt Wallander í sjónvarpsrøðum yvir nakrar av bókunum og har varnast líkleikarnar við tær sosialrealistisku krimisøgurnar hjá Sjöwall & Wahlöö.

»Skortleysir manndráparar« leggur fyri 8. januar 1990 í Skåne, har ein gamal bóndi vaknar á miðjari nátt, tí ryssan hjá grannanum ikki hevur neggjað sum vant. Tað plagar hon, tá ið tann javnaldrandi grannin fer upp at kasta sær á vatninum. Bóndin fer yvir til grannahúsini og kemur fram á líkið á manninum og tað næstan deyðu konuna. Bæði eru blivin illa pínd.

Boð verður sent eftir løgregluni í Ystad, og kriminalpolitisturin Kurt Wallander verður settur leiðari av kanningini. Stutt eftir doyr tann illa viðfarna konan, og hennara einasta og seinasta orð er: »Útlendskur«. Til Ystad kemur nógv flóttafólk, tí tað siglur ferja til Polen, og í sunnara parti av Skåne eru nógvar flóttafólkalegur. Nú fryktar løgreglan fyri, hvat ið fer at henda, um almenningurin fær at vita, hvat ið konan segði, og tað verður tí gjørt av, at einki má koma út. Men sjálvandi lekur tað út, og so er fanin í pappírinum.

»Skortleysir manndráparar« er ein spennandi krimisøga, har tað verður latin ein neyv mynd av Svøríki við ófriði og fremmandahatri. Umhvørvið í Skåne, landslagið, tað strævna og keðiliga arbeiðið hjá politinum og so tann góða lýsingin av høvuðspersóninum Kurt Wallander gera í felag eina frálíka krimisøgu.


Operaelskarin

Kurt Wallander er nøkur og fjøruti, konan er farin frá honum, dótturina sær hann at kalla einki til, pápan skeldast hann við, og so drekkur hann ov illa. Hansara lív er at vera kriminalmaður og harumframt opera, sum hann lurtar eftir, tá ið høvið býðst. Hóast skumsutur og eitt sindur snarsintur, so hevur Wallander ta styrkina, at hann ikki gevst á hondum. Ein arbeiðsfelagi sigur við hann, at hann er »ein meinvitis góður løgreglumaður«, tí hann drívur á. Men eisini Wallander er tíðum í iva. Í sambandi við seinasta orðið hjá tí eldru kvinnuni, spyr hann seg sjálvan: »Hvørja áskoðan havi eg?« og svarar: »Eg havi als onga áskoðan«.

At Kurt Wallander er uppvaksin millum vanligt fólk kemur fleiri ferðir til sjóndar í skaldsøguni; m.a. í tí, at hann vil ikki biðja onnur um at gera nakað fyri seg: »Tað vóru bara tey ríku og tað betra slagið, sum bóðu onnur um at gera tað ótespiliga arbeiðið«. Høvundurin dugir sum heild væl at avmynda grundir til hesar ella hasar gerðir ella tankar. Eitt dømi er, har Wallander nettupp hevur verið inni í eini køkubúð og etið ein kanelbolla, og tá ið hann kemur aftur til bilin, hevur hann fingið eina parkeringsbót. Sigast skal eisini, at hann er skotin í tí nýggja kvinnuliga ákæranum: »Rindi eg ikki, verður átala sum frá líður reist ímóti mær, hugsaði hann. So fer ákærin Anette Brolin at noyðast at reisa seg í býrættinum og fáa meg at standa til svars. / Hann tveitti bótina inn í handskarúmið og hugsaði aftur um, hvussu vøkur hon var. Vøkur og freistandi. Síðani hugsaði hann um bollan, hann júst hevði etið«. Tankasambandið frá bót um Brolin til bollan er fullkomiliga logiskt.


Málmoy og Geytaborg

Svenski tittulin er »Mördare utan ansikte«, sum er vanligt mál, meðan føroyski tittulin »Skortleysir manndráparar« valla kann sigast at vera tað. Spurningurin er eisini, um ikki føroyski tittulin merkir nærum tað øvuta av tí svenska? At vera uttan skort er at vera fyriuttan masku, tvs. tú sært andlitið, meðan upprunatittulin nettup leggur dent á, at vit ikki kenna andlitini.

Málið í týðingini hjá Jákupi í Skemmuni er í høvuðsheitum lætt og rámandi, og í støðum dugir hann ómetaliga væl at taka til. Viðhvørt fer hann kortini av kósini og brúkar orð, sum als ikki hóska til restina av týðingini. Malmö verður í meginpartinum av skaldsøguni - men ikki allatíðina - nevnt Málmoy, Geytaborg verður brúkt fyri Göteborg, Trælaborg fyri Trelleborg, somuleiðis kot fyri överrock, sum í vanligum máli eitur yvirfrakki ella frakki. Spaningsmöte verður í fyrstu atløgu umsett við njósnarafundur, sum tað als ikki er, men seinni við tað nógv frægari kanningarfundur.

Fyri wienarbreyð verður stavsetingin vinarbreyð brúkt, soleiðis sum hon stendur í nýggju føroysku orðabókini. Tað er bara tað, at navnið hevur við býin Wien at skaffa, og hesin bakstur hevur ivaleyst fingið sítt navn frá sonevndum wienar-bakaríum. Føroyska stavsetingin ger tað til breyð millum vinir, og tú fert at hugsa um Jesus við Genesaretsvatn, har hann gav fleiri enn fimm túsund fólkum at eta við tveimum fiskum og fimm breyðum. Hetta mugu hava verið vinarbreyð.


Villuvavstur

Tað er rættiliga nógv av villum í tekstinum, ikki vanligar stavivillur, men sovorðið sum kemur fyri, tá ið teksturin ikki er rættlisin. Einstøk orð mangla, onkustaðni ein setningur, aðrastaðni skilur tú ikki rættiliga samanhangin, tí eitthvørt er komið skeivt fyri í føroyska tekstinum. Beinleiðis týðaravillur koma eisini fyri, sum tá ið svenska mil, ið er 10 km verður umsett við fjórðing.

Tað, sum eg havi funnið fram til av feilum ella skeivleikum í týðingini er ikki úrslit av einum nágreiniligum samanburði við upprunatekstin, men bara sovorðið sum eg hava stúrsað yvir og tí eftirkanna í svensku útgávuni. Ivaleyst er heilt fitt farið framvið, uttan at eg havi sansað tað.

Niðurstøðan er, at týðingin hjá Jákupi í Skemmuni sum heild er góð og løtt at lesa - málsliga liggur tað væl fyri hjá honum - men tað er heilt greitt, at eingin hevur gjøgnumgingið tekstin, og tískil er umframt villurnar ymiskt ósamsvar her og har. Soleiðis er tað at kalla altíð, tá ið tú hevur skrivað ella týtt ein tekst, og eingin kann vera ein gløgglan rættlesara fyriuttan. Her hevur hann gloymt at vitja, og tað er synd.

Lesið kortini føroysku útgávuna av »Mördare utan ansikte«, tí hon er spennandi á fleiri stigum: sum krimisøga, sum persónlýsing og sum samfelagslýsing. Og takið so útyvir, at tað í støðum hevur verið skjótt atborið frá forlagið og týðara.

At enda vil eg nevna, at Sherlock Holmes ikki hevur livað til fánýtis, tí júst hetta, at rossið ikki gneggjar er kjarnin í søguni »Silver Blaze«, sum Watson doktari sigur frá.