John Petersen skuldi fáa nærri boð í gjárkvøldið

Fótbóltur: Føroyski landsliðsspælarin hevur seinastu vikuna royndarvant við schweiziska felagnum Yverdon

Í gjárkvøldið skuldi John Petersen fáa at vita frá venjaranum hjá schweiziska felagnum Yverdon, um áhugi er fyri at fara undir nakað varandi samstarv við tann føroyska landsliðsspælaran.

? Eg havi eina venjing eftir, sum verður í kvøld, og aftan á tað rokni eg við at fáa at vita, hvussu verður, segði John Petersen, tá vit tosaðu við hann á døgurða í gjár.

? Tað hevur gingið hampuligt, haldi eg. Eg havi vant við og haldi eisini, at eg hóski rímiliga væl inn á liðið, segði John í gjár.

B36-áleyparin hevur verið í Schweiz alla hesa vikuna og hevur vant regluliga við liðnum. Týsdagin var venjing tvær ferðir, mikudagin einaferð, hósdagin høvdu teir frí, og í gjárkvøldið var so seinasta venjingin hesa vikuna ? og tað var eftir hesa venjingina, at John roknaði við at frætta nærri frá venjaranum.

Um venjarin tá enn er áhugaður, fer John Petersen við liðnum á venjingarlegu í Marokko.

? Eg tosaði við venjaran í gjár (hósdagin, blðm.), og tá segði hann, at hann framvegis ikki hevði tikið nakra avgerð, sigur John Petersen við Sosialin.

Venjarin hevði tá sagt, at tað kunnu standast trupulleikar av reglunum við útlendingum. Í schweizisku kappingini eru reglurnar soleiðis, at í næstbestu deildini, har Yverdon spælir, er loyvt at hava upp til fimm útlendingar á liðnum. Í løtuni hevur felagið fýra brasilskar spælarar við, og um John fær sáttmála við felagið, verður hann sostatt fimti útlendingurin í hópinum.

Liðið liggur væl fyri til uppflyting, og tað er her trupulleikin stingur seg upp. Um Yverdon kvalifiserar seg til at skula spæla um upp- og niðurflyting, hava teir ikki loyvi til at hava meir enn tríggjar útlendingar, og tað sama ger seg galdandi, um liðið flytir upp. Og hetta greiddi venjarin John frá hósdagin.


Støðið er høgt

Annars sigur John Petersen, at støðið er rættiliga høgt.

? Teir flestu eru góðir teknikarar, og sum heild eru spælararnir nokkso øðrvísi her enn eitt nú í Noregi, har tað er meira fysiskt betónað. Um teir gera sáttmála við meg, verður tað sum áleypari, og har rokni eg við, at eg serliga kann gera meg galdandi í luftspælinum, tí spælararnir herniðri eru ikki serliga høgir, sigur John.

Umstøðurnar vóru ikki so góðar fyrr í vikuni. Tá var kalt, og vøllurin var frystur, men seinni er tað blivið eitt sindur heitari aftur, og vøllurin hevur verið betri. Hitin hevur seinastu dagarnar ligið um 2-3 hitastig.

? Um venjarin ikki gevur mær boð í kvøld, fari eg sjálvur at spyrja hann. Eg havi ferðaseðil heim aftur í morgin, so eg vil helst fáa boð í kvøld, um teir eru áhugaðir ella ikki, segði John Petersen í gjár.