Taxi og Stamen gera tónleikin

Taxi og Stamen Stantchev gera tónleik til film um Ingálv av Reyni, listamann

Bólkurin Taxi fer í dag í upptøkuhølini at byrja upptøkurnar til tónleikin til filmin um Ingálv av Reyni. Kim Hansen og Taxi hava annars nógv jørn í eldinum og hava stórar ætlanir, eftir hvat skilt.

Her skal ikki sigast, at bólkurin skjótt kemur á fløguhillarnar, men mong kundu óivað hugsað sær, at so varð.

Men júst nú fæst bólkurin Taxi við at gera nakað so forkunnugt, sum filmtónleik. Nakað, ið ikki øll uppliva at fáa møguleina at fáast við. Hetta má sigast at vera spennandi uppgáva, sum Kim, Kaj, Magnus og Jón óivað megna til fullnar.

Spennandi verður at hoyra meira frá Taxi.

Eftir hvat skilst, so er eisini Stamen Stantchev knýttur at arbeiðinum at gera tónleik til filmin um Ingálv av Reyni.