avbjóðingin hjá honum í ár við B68. Í fyrsta dystinum taptu hann og B68 stórt ímóti HB í Gundadali. So eydnaðist at vinna eitt stig á heimavølli ímóti ÍF. Nú er síðsta avbjóðingin í ár á heimavølli á skránni [...] verður ikki fyrrenn í morgin, at vit fáa at síggja, hvussu liðið fer at síggja út. B68 spælir fyri lívinum í bestu deildini, og ímóti ÍF vístu toftamenn sera góðan hugburð. Teir hava ikki minni at spæla [...] ferð vinna eitt stig meiri, enn TB ger, og at teir so vinna á útivølli ímóti TB í síðsta umfari. – Vit hava tvey skot eftir í byrsuni. Vit kenna treytirnar, og vit kenna mótstøðuliðið. Nú fyrireika vit okkum
Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, er annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Her verður millum annað tosað við Milan Cimburovic, ið er høvðusungdómsvenjari hjá [...] HB. Keyp Sosialin á netinum HER Í samrøðu við ÍtrottarSosialin greiðir hann frá gongdini og raðfestingini hjá HB í løtuni. Tað er avbjóðingar, tí bestu spælararnir enda í útlendskum feløgum, meðan tað er [...] børn á vøllinum í senn. Vit verða noydd at skipa venjingina í smáum økjum. Tað gevur nakrar styrkir, men vandin er at spælararnir ikki sleppa at spæla á størri økjum, og venjararnir hava verri við at fylgja
Í smáar tvær vikur hevur Anna Kari Bjartalíð verið í sóttarhaldið saman í trý ára gomlu dóttur síni Anniku. Saman eiga Anna Kari og maður hennara Carsey Bjartalíð 11 ára gomlu Elisabeth, trý ára gomlu [...] Kára, ið er hálvt annað ára gamal. Carsey, ið siglur úti, var ikki heima, tá eitt starvsfólk á stovninum, har Annika gongur, fekk staðfest koronasmittuna. Hetta hevði við sær, at familjan skuldi í sóttarhald [...] mars, sigur Anna Kari frá um tíðina í langa sóttarhaldinum. Hon fekk tá at vita, at ein kann bera smittuna í 12 dagar, hóast hon ikki brýtur út, men tú smittar í 48 tímar, áðrenn tú verður sjúkur. Síðsta
úr Siumut og Kuupik Kleist úr Inuit Ataqatigiit báðir sita í samgonguni, ið ynskir, at grønlendska heimildarlógin verður viðgjørd í næstum, hava teir saman við Høgna Hoydal sent eina áheitan til Anders Fogh [...] umrøddað uppskotið aftur. Í brævinum verður sagt, at av tí at breið semja er millum føroysku politisku flokkarnir um at innihaldið í lógaruppskotinum ikki kann góðtakast, eins og limirnir í tingbólkinum halda [...] farin í holt við at viðgera tað. - Grønlendingar eru í eini aðrari støðu enn føroyingar ? vit arbeiða við eini sjálvstýriskommisión, sum væntandi hevur eina heilt nýggja heimastýrislóg klára um hálvt annað
haldi ikki tit føroyingar hava nakað at klaga um, tí tit hava fingið øki, sum liggja tætt upp at verandi keldum bretsku megin markið. Nick Brigth sigur, at Veritas arbeiðir í løtuni við at kanna ymsar [...] londini. Hóast tað eru nærum sjey ár síðani, at Nick Bright fyri fyrstu ferð setti fótin á føroyska jørð, so heldur hann ikki, at hetta hevur verið nøkur burturspilt tíð - at bíða eftir 1. útbjóðing. -Bæði vit [...] møguleikarnar at finna olju, so haldi eg tit hava fingið eina góða avtalu. Tað er einki minni enn ?tremendous?, frálíkt, sigur Veritasmaðurin víðari, at føroyingar hava fingið nærum helvtina av tí Hvíta økinum
aðalfundarsamtyktina tíðliga í vár, sum aftur varð staðfest á eykaaðalfundi fyrst í mai, so verður kappróður í Sandavági triðja hvørt ár í framtíðini í staðin fyri fjórða hvørt ár, sum tað higartil hevur verið [...] ímillum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum, meðan Vestmanna fer at hava kappróður annað hvørt ár og fer at skiftast við Strendur/Skála. ? Hetta er tað, sum feløgini hava samtykt. Eingin hevur tosað við meg [...] nú, so hava tey møguleika at leggja uppskot fram um hetta. Men róðurin í Sandavági leygardagin fer ikki at hava við sær, at nevndini í RSF fer at leggja upp til broytingar. Fyrireikingarnar vóru í fínasta
løgmanni er, at tað í Føroyum í løtuni lítil og eingin tørvur á framkomnum avtalum við onnur lond. Fiskivinnan, almenni sektorurin, skúlaskipanin o.s.fr. hava ikki víst á nakran tørv, annað enn smáting. Po [...] skulu fáa í lag búskaparligar samstarvsavtalur við so nógv lond sum møguligt. Uppgávan er trupul – sera trupul. Føroyar eru ein partur av Danmark, og Danmark er limur í ES, og Føroyar eru ikki við í ES. Føroyar [...] EFTA. Høvuðsvinnan er fiskur, og fiskur í ES verður umsitin av einari fiskivinnuskipan, ið ikki kann brúkast. Stórur meiriluti er í løgtinginum ímóti limaskapi í ES. Hetta er so torskilt, so nú eru tey
báðir føddir í 1943. Hóast vit ikki slitu gáttirnar hjá hvørjum øðrum, havi eg altíð mett Mortan sum ein av mínum bestu vinum. Mortan var sjómaður alt sítt lív og ikki kann sigast annað enn, at hann byrjaði [...] byrjaði tíðliga. Hann segði mær fyri kortum, at hann var í Islandi við Sigurfarinum, sum pápin var skipara á, tann dagin hann fylti 12 ár, hin 6. august 1955. Og sjógvurin bleiv hansara. Hann var blaðungur [...] nærmastu. Mátti hin Alvaldi styrkt og troysta tykkum, nú tit hava mist ein, sum tit vóru so ómetaliga góð við og hann við tykkum. Góði Mortan. Hvíl í friði. Jógvan E. Ósá
sum eru fødd í 2000 og seinni, verða roykfríir. " Í almenna rúminum, har fólk koma saman í sambandi við arbeiði ella frítíð, skal verða roykfrítt í seinasta lagi í 2009. Her verður líkfram í prosentum og [...] roykifyribyrging. Jú har stendur: " Talið av teimum, sum roykja, skal í mesta lagi vera 20% í 2009. Í 2015 skal talið av roykjarum í mesta lagi vera 15%. " Talið á teimum, sum byrja at roykja, skal minka [...] alt annað enn visióner mál á roykiøkinum. Hví skal tað staðfestast í einari ætlan at føroyingar skulu vera eftirbátar?? Hava teir berøringsangst ? Tora kanska ikki. Missa atkvøður? (Roykjarar eru í øllum
avbjóðingar, ið bara bíða eftir tær....Ferðast her, spar pening og slepp av við strongdina á leiðini. ..." Orðini eigur nýggi faldarin ?Frí í Føroyum?, sum í vikuni verður borin út í hvørt húsarhald, saman [...] ferð fara vit at ferðast í okkara egna landi. Sostatt sleppa vit undan at kenna okkum útihýst, tá ið útlendingar á kenslubornan og livandi hátt geiða frá upplivingum. ...Nei í ár rýma vit ikki undan oyggjunum [...] tiltakið ?frítíð og ferðavinna? á torginum í SMS, og tað er í hesum sambandi, at faldarin kemur út. Endamálið er, at kveikja áhugan hjá føroyingum at ferðast í Føroyum. Ymisk evni verða lýst, eitt nú sigling