RSF kann ikki seta ein fingur á Sandavág

Róðrarsambandið hevur eftir Vestanstevnuna ongar ætlanir um at gera broytingar í róðrarøkjunum, men tað er framvegis upp til feløgini at gera av, hvar tað skal rógvast

Leygardagin segði Hansina á Plógv, sum fyri SÍF hevði høvuðsábyrgdina av FM kappróðrinum á Vestanstevnuni leygardagin, at tey har vesturi høvdu gjørt alt, sum tey vóru ment fyri at gera, so umstøðurnar hjá kappróðrarfólkunum og teimum, sum annars høvdu við róðurin at gera, skuldu vera so góðar, sum tað á nakran hátt bar til.
Eftir róðurin staðfestir Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, at teir ikki kunnu seta ein fingur á fyrireikingarnar hjá sandavágsmonnum.
? Tað gekk sum eftir ánni. Síðsti róðurin var av, áðrenn klokkan var trý korter til fimm, og tað var flott. Tað sást á øllum brøgdum, at tey høvdu gjørt eitt fínt arbeiði vesturi í Sandavági.
Á prátinum millum róðrarfólk skilst, at summi eru illa nøgd við róðrarumstøðurnar, og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag tekur onkur so mikið rívan til, at hann ikki ætlar sær aftur til Sandavágs at rógva. Umstøðurnar verða lýstar soleiðis, at onkrar manningar vóru rættuliga bangnar og hugsaðu meiri um at sleppa burturúr hóttanunum frá aldum og brotum, heldur enn at hugsa um at vinna kappingina.
? Vit mettu ongantíð, at tað var hættisligt at rógva. Tá ið tað varð farið undir róðurin, vóru líkindini so hampulig, sum tey kunnu vera í Sandavági, tá ið hann er lágur í ættini. Men sum vestfallið leið, gjørdist tað eitt sindur meiri gjálvut. Tað var spell, men tað er ein partur av kappróðrinum í Føroyum.
Kundu tit ikki havt róð fyrri ella bíða inntil seinni, so vestfallið ikki gjørdi um seg?
? Tá skal eisini havast í huga, um tað er fløðandi sjógvur ella ikki. Tað fløddi, og tað skal helst vera fløðandi sjógvur, tá ið tað verður róð í Sandavági, tí málið er rættuliga innarlaga.
Tey kappróðrarfólkini, sum ikki vóru so nøgd við umstøðurnar, hava undrast á, hví róðurin ikki varð fluttur til Miðvágs, men tað kom sambært formanninum í Róðrarsambandinum ongantíð upp á tal.
? Vit sendu í síðstu viku skriv út um, hvat skuldi til fyri at flyta róðurin, og vit mettu ongantíð, at nevndu umstøðurnar komu upp á tal, sigur Hannis Joensen.

Upp til feløgini
Eftir aðalfundarsamtyktina tíðliga í vár, sum aftur varð staðfest á eykaaðalfundi fyrst í mai, so verður kappróður í Sandavági triðja hvørt ár í framtíðini í staðin fyri fjórða hvørt ár, sum tað higartil hevur verið. Vestanstevnan fer at skifta ímillum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum, meðan Vestmanna fer at hava kappróður annað hvørt ár og fer at skiftast við Strendur/Skála.
? Hetta er tað, sum feløgini hava samtykt. Eingin hevur tosað við meg um misnøgd við róðurin leygardagin, og um tað verður hugsað um vinnarabátarnar, so var eingin vinnari, sum tað als ikki hevði verið roknað við frammanundan. Jarnbardur við kvinnum vann á Gongurólvi, sum hevði vunnið allar róðrarnar frammanundan, og Páll Fangi var eisini frammanfyri Gongurólv, men úrslitini í undanfarnu kappingunum høvdu givið ábendingar um, at tað kundi gerast heilt spennandi í tí kappingini.
? Eg havi sagt tað so ofta áður, og eg kann gott endurtaka eina ferð afturat, at um feløgini halda, at tað skal rógvast aðra staðni, enn tað verður róð nú, so hava tey møguleika at leggja uppskot fram um hetta. Men róðurin í Sandavági leygardagin fer ikki at hava við sær, at nevndini í RSF fer at leggja upp til broytingar. Fyrireikingarnar vóru í fínasta lagi, og vit hildu ikki umstøðurnar vera soleiðis, at tað var neyðugt við B planinum. At tað ikki er eins at rógva alla staðni er ein partur av kappróðrinum í Føroyum, staðfestir Hannis Joensen.