VIDEO: Fyrsta málið hjá Jóan Símun hetta kappingarárið

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fram-KA 1-2 (1-1)

Hóskvøldið gjørdist Jóan Símun sigursmálskjúttin hjá KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Í útidystinum móti Fram í Reykjavík var støðan leingi javnleikur 1-1. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Jóan Símun tamarhald á einum leysum bólti í brotsteiginum hjá Fram, og hann sendi bóltin í netið til sigursmálið 2-1 til KA. Talan er um fyrsta málið hjá Jóan Símuni hetta kappingarárið.

 

Við sigrinum klatraði KA upp á áttanda plássið, har teir hava 11 stig fyri níggju dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fram-KA 1-2 (1-1):

 

##med2##