KÍ er favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-NSÍ

Savnsmynd

Millum stóri hæddarpunktini á norðoyastevnu er toppdysturin í Betrideildini hjá monnum við Djúpumýru í kvøld klokkan 19 millum oddaliðið, KÍ og næstfremsta liðið, NSÍ.

 

KÍ hevur 31 stig og NSÍ hevur 27 stig. Tá liðini hittust við Løkin í Runavík 9. mai vann KÍ 2-1. KÍ hevur ikki tapt fyri NSÍ síðani 2021.

 

KÍ er favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á toppdystin við Djúpumýru í kvøld. 

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,70 og 1,80.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,75 og 3,96.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,45 og 3,95.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

HER eru miðaloddsini upp á dagsins dystir í Betrideildini hjá monnum:

 

##med4##

 

 

 

Savnsmynd