Heimildarlógin
Hóast at teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir Lars-Emil Johansen úr Siumut og Kuupik Kleist úr Inuit Ataqatigiit báðir sita í samgonguni, ið ynskir, at grønlendska heimildarlógin verður viðgjørd í næstum, hava teir saman við Høgna Hoydal sent eina áheitan til Anders Fogh Rasmussen um at taka nógv umrøddað uppskotið aftur.
Í brævinum verður sagt, at av tí at breið semja er millum føroysku politisku flokkarnir um at innihaldið í lógaruppskotinum ikki kann góðtakast, eins og limirnir í tingbólkinum halda framgongdina í málininum vera í stríð við vanliga demokratiska mannagongd, vilja teir tríggir fólkatingslimirnir heita á Fogh um at taka uppskotið aftur, til semja er funnin millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið.
Grønlendski landstýrisformaðurin Hans Enoksen, úr grønlendska Javnaðarflokkinum, Siumut, hevur sagt, at landsstýrið ikki er sinnað at biðja Anders Fogh Rasmussen taka lógaruppskotið aftur. Kuupik Kleist heldur tó ikki, at Lars-Emil Johansen og hann fáa trupulleikar heima orsaka av hesum.
- Vit hava ikki tikið stuðulin til sjálvt uppskotið aftur. Tað er mannagongdini vit mæla ímóti, sigur hann. Kuupik Kleist leggur aftrat, at eftir hansara tykki er nakað spinnandi galið í eini samstarvi, har tríggir partar eru umfataðir av eini avtalu, sum bert tveir partar ynskja.
- Vit vóru tríggir partar í einum starvsbólki, føroyingar, danir og grønlendingar. So tóku føroyingar seg aftur, og uppskotið verður so langt fram ímóti teirra vilja, hóast at teir eru umfataðir av lógini ? hetta er ikki vanlig demokratisk mannagongd, sigur Kuupik Kleist.
Høgni Hoydal fegnast um, at semja tykist vera um málið millum føroysku flokkarnir.
- Eg havi heitt á løgmann um at steðga lógaruppskotinum fleiri ferðir, og tað gleðir meg, at vit nú eru samdir, sigur hann.
Vit mugu tosa saman
Kuupik Kleist heldur, at nú mugu grønlendingar og føroyingar tosa saman og loysa hetta málið.
- Tað er ikki so týdningarmikið, um brævið førir til kjak heima, møguliga vit fáa eina kurlu á tráðin, men brævið føra til at føroyingar og grønlendingar fara at tosa saman. Tosa vit saman, skal tað nokk loysa seg, tí eingin av okkum hevur nakran áhuga í, at hin parturin kemur at standa veikari, sigur Kuupik Kleist.
Hóast at hansara landsstýri stuðlar lógaruppskotinum, er Kupik Kleist ikki heilt sannførdur sjálvur.
- Eg havi mangan spurt forsætismálaráðharran, hví lógaruppskotið skal leggjast fram nú. Sum partur av samgonguni standi eg sjálvsagt aftanfyri innihaldið í hesum uppskotinum, men eg dugi als ikki at síggja, hví tað skal takast fram nú ? hóast eg havi ein illgruna um hví, sigur hann.
Hann heldur, at danska stjórnin ynskir at lógarfesta á uttanríkisøkinum, áðrenn sjálvstýriskommisiónin er farin í holt við at viðgera tað.
- Grønlendingar eru í eini aðrari støðu enn føroyingar ? vit arbeiða við eini sjálvstýriskommisión, sum væntandi hevur eina heilt nýggja heimastýrislóg klára um hálvt annað ár, tí kann tað tykjast løgi, at lógin skal viðgerast nú, sigur hann.
Um lógaruppskotið sigur Kuupik Kleist, at taðer betur enn einki, men ikki nóg gott.
- Vit hava tikið fyrvarni fyri, at heimildarlógin kann broytast, um hon stendir í vegin fyri tí, sum sjálvstýriskommisiónin kemur fram til. Haraftrat fáa vit hóast alt víðari rammur, enn vit hava havt við lógini ? tær eru møguliga ikki víðar nokk, men vit hava nokk ikki so markantar meiningar um evnið, sum flokkurin hjá Høgna Hoydal ? og hann tykist nú hava sannført nógvar av hinum føroysku politisku flokkunum, sigur Kuupik Kleist.










