Heðin Thomsen, Yvirlækni
Landsstýrið leggur nú eina fólkaheilsuætlan fyri Løgtingið til aðalorðaskifti. Eg var spentur at síggja, hvat fór at standa har um roykifyribyrging.
Jú har stendur:
" Talið av teimum, sum roykja, skal í mesta lagi vera 20% í 2009. Í 2015 skal talið av roykjarum í
mesta lagi vera 15%.
" Talið á teimum, sum byrja at roykja, skal minka munandi.
" Miðað verður eftir, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2000 og seinni, verða roykfríir.
" Í almenna rúminum, har fólk koma saman í sambandi við arbeiði ella frítíð, skal verða roykfrítt í
seinasta lagi í 2009.
Her verður líkfram í prosentum og árstølum sligið fast, at føroyingar skulu halda á við at roykja seg í hel.
At gera almenna rúmið roykfritt kann bíða til 2009. Eitt vónbrot av tí aðru verð.
Hvussu ætlar Landsstýrið at røkka hesum visjónera málið?:
Landsstýrið miðar eftir, at frá 2009 verður tað roykfrítt í tí almenna
rúminum, har fólk koma saman í arbeiðs- ella frítíðini. Um tað ikki ber til at røkka hesum máli við
sjálvbodnum skipanum, fer landsstýrið at herða tubbakslógina, so endamálið við henni kann verða
rokkið,
Landsstýrið ætlar opinbart at hava eina observatiónstíð upp á trý ár fyri at vita um tey, sum eru til dans og veitslu í okkara dansistøðum, ikki munnu fara at lata vera við at roykja sjálboðin!! Um ikki fer Landsstýrið at umhugsa at lóggeva á økinum.
Tað tykist, sum um tey, sum hava gjørt hetta uppskotið, als ikki hava varnast hvat, ið er hent á roykiøkinum her og uttanlands.
Tey øki, sum eru blivin roykfrí (bæði privat og almen) eru blivin tað gjøgnum forboð. Tak t. d. flogfør, bussar, strandfararskip, almen móttøkuhøli og nakrir privatir stovnar. Tað at Írland og onnur lond hava bannað royking við lóg eisini á skonkistøðum, er júst tí, at tað IKKI letur seg gera sjálvboðið.
Landsstýrið skyldar føroyingum eina frágreiðing um, hví teir í einari fólkaheilsuætlan siga seg vilja drála við tí neyðugu lóggávuni, og hví teir seta so óambitiøs og alt annað enn visióner mál á roykiøkinum.
Hví skal tað staðfestast í einari ætlan at føroyingar skulu vera eftirbátar??
Hava teir berøringsangst? Tora kanska ikki. Missa atkvøður? (Roykjarar eru í øllum flokkunum, sjálvt prestar og missionerar roykja). Ella kanska onkur hevur økonomisk áhugamál í tubbaksinnflutningi og sølu?
Politikararnir vaska sínar hendur og lata uppgávuna upp í hendurnar á ráðum og stovnum og sjálvbodnum.
Ein lyftur fremstifingur, sum biður føroyingar taka seg saman og renna meira, eta meira frukt og roykja minni.
Hví ikki lóggeva á økinum beinanvegin og uttan drál?
Eitt so einfalt lógaruppskot, sum tað, ið fyri stuttum var til viðgerðar í tinginum viðvíkjandi príshækkan av tubbakkinum, sum ferðafólk hava við sær til landið, fall og fekk eina sera óseriøsa viðgerð. Her er jú talan um eitt álvarsligt smutt-hol í lóggávuni. Ferðafólk kunnu hava bíligt tubbak við sær, sum eitt serligt previlegium. Hví samtykti tingið ikki at steðga skipanini við toll-fríum tubbakki? hvat er endamálið við at varveita hesa skipanina?
Lóggáva (innklusivt príshækkingar) er effektivasti og bíligasti mátin at steðga roykingini. Um politikararnir høvdu mót og vilja til tað, so kundi trupuleikin faktiskt verið loystur heilt við einari stuttari lóg, sum bannaði innflutningi og sølu av tubbaksvøru. Soleiðis at hon kom í bólk við heroin og kokain, har hon í veruleikanum hoyrir heima.
Vit skulu minnast til at, tess longri tíð gongur at steðga roykingini, tess fleiri fara at doyggja. Hvussu kunnu politikarar forsvara at 20% av føroyingum roykja ár 2009 og 15% í 2015. Er tað gott nokk?
Ein tann tápuligasta frágreiðingin, eg havi hoyrt onkrar sokallaðar serkønar føra fram, er tann, at vit skulu bíða eftir einari hugburðsbroyting ella at tað skal ein hugburðsbroyting til. Hvat meina teir við? Hvør skal broyta hugburð? Øll bæði roykjarar og ikki-roykjarar eru á einum málið um, at royking og tubbak er nakað, sum samfelagið skal sleppa sær av við, sum skjótast. Enntá teir flestu roykjararnir royna at leggja av, (uttan at tað eydnast). So tí slagi av hugburði mótvegis tubbakkinum feilar onki. Trupulleikin er tann, at fólk, sum eru nikotin-bundin, megna ikki at lata vera við at keypa og brúka vøruna, sum verður seld við politikarana aksept og vælsignilsi. Og tey roykja, har sum politikararnir loyva royking.
(Her er tað áhugavert, at lóggávan líkafram slær fast, at almennur peningur kann nýtast til serlig rúm at roykja í, altso skattapeningur til heilsuskaðiligt endamál. Enntá í Føroya Løgtingi, har fermetrarnar eru millum teir dýrastu í landinum, hava teir fólkavaldu roykjararnir teirra egna fix-rúm.)
Tann avgerðandi hugburðsbroytingin má fara fram á Føroya Løgtingi. Tað er har, fyribyrgingin skal setast í verk. Við lóggávu. Um tey ganga undan og eru pro-aktiv, vísa, at tey meina tað í álvara við roykifyribyrgingini, so økist undirtøkan millum fólk. Royndirnar aðrastaðni, har forboð eru innførd, vísa, at tey, sum vóru ímóti forboðum og restriktiónum, broyta hugburð og fara at taka undir við forboðum og fleiri forboðum. Latið okkum taka við læru av londunum, sum eru fremri enn vit á fyribyrgingarøkinum.