"Tað er lætt at lata seg lokka av útlendskari lýkku. Tað vita vit føroyingar, tá ið vit, tyngdir av vondum vetrum, síggja summarið nærkast. Tá hugsa vit um at fara. Av landinum.
Men hesa ferð fara vit at ferðast í okkara egna landi. Sostatt sleppa vit undan at kenna okkum útihýst, tá ið útlendingar á kenslubornan og livandi hátt geiða frá upplivingum.
...Nei í ár rýma vit ikki undan oyggjunum, tá ið tær eru vakrastar.
...í Føroyum er eingin ófriður, men nógvar spennandi upplivingar, ið bíða. Her er gott at ganga, spennandi at sigla og stórbært at súkkla. Og her er margbroytt mentan, flølbroytt fuglalív og ørandi avbjóðingar, ið bara bíða eftir tær....Ferðast her, spar pening og slepp av við strongdina á leiðini. ..."
Orðini eigur nýggi faldarin ?Frí í Føroyum?, sum í vikuni verður borin út í hvørt húsarhald, saman við SMS blaðnum. Hósdagin 13. mai kl 10 byrjar tiltakið ?frítíð og ferðavinna? á torginum í SMS, og tað er í hesum sambandi, at faldarin kemur út. Endamálið er, at kveikja áhugan hjá føroyingum at ferðast í Føroyum.
Ymisk evni verða lýst, eitt nú sigling, fisking, kaving, gongu- og súkkluferðir, fuglar og mentan. Harafturat eru einstøk tilboð frá veitarum kring landið og í SMS blaðnum kanst tú eisini lesa ymsar hugleiðingar um at ferðast í Føroyum.
Ferðaráðið og kunningarstovurnar eru á torginum frá hósdegnum kl. 10 til og við leygardagin kl. 14.
Føroyskar útgávur
Seinasta ár kom ein faldari um sjófulgar út á føroyskum. Faldarin, sum var nevndur í grundgevningini tá Ferðaráðið fekk 3. virðisløn í Scandinavian Travel Award sum besta ferðamál, er gjørdur við stuðli frá táverandi Oljumálaráðnum og í samstavi við Føroya Náttúrugripasavn. Næsta ár er ætlanin at gera ein faldara um heiðafuglin.
Gongufaldarin, sum var grundgevningin fyri, at Føroyar fingu 3. virðislønina sum besta ferðamál, verður nú tøkur á føroyskum. 12 bygdagøtur og 2 ferðaleiðir verða lýstar og dentur er lagdur á týdningin av at vísa náttúruni og djóralívinum ans og atlit. Eisini verður víst á vanliga siðvenju tá tú ferðast í haganum. Tað er Randi Meitil, ið hevur skrivað tekstin til faldaran og ReproZ hevur tikið sær av umbróting og prenti. Faldarin kostar 10 kr.
Í fjør var ein vegleiðing um skelting á bygdagøtum send øllum kommunum. Nakrar kommunur hava sett gøturnar í stand og bílagt bygdagøtutalvur. Hetta hevur stóran týdning fyri tann ferðandi, bæði tá talan er um trygd, upplýsing og ferðslu. Ferðaráðið vónar framhaldandi, at allar kommunurnar taka stig til at gera neyðugar ábøtur á viðkomandi bygdagøtum og ferðaleiðum.
Ein onnur útgáva verður eisini at fáa á torginum hósdagin. Talan er um ein nýggjan súkklufaldara við íalt 15 farleiðum kring allar Føroyar. Túrarnir, sum eru ymiskir í longd og torleika, eru ætlaðir sum íbirting til teirra sum kundu hugsað sær at súkkla í Føroyum.
Ferðavinnuportur og heimasíða
Á torginum verður somuleiðis høvi at leita sær kunning á nýggja ferðavinnuportrinum
www.visit-faroeislands.com
og á nýggju heimasíðuni hjá Ferðaráðnum www.tourist.fo










