Sosialurin hitti sama Nick Bright á oljumessuni í Aberdeen herfyri. Hann minnist fyrst og fremst aftur á tekningarnar hjá Óla Petersen - um tað mundið eitt av skipunum hjá Digicon, Arcadian Searcher, av eini ella aðrari orsøk varð komið inn um mark á føroyskt øki. Hetta málið varð avgreitt á diplomatiskan hátt millum londini.
Hóast tað eru nærum sjey ár síðani, at Nick Bright fyri fyrstu ferð setti fótin á føroyska jørð, so heldur hann ikki, at hetta hevur verið nøkur burturspilt tíð - at bíða eftir 1. útbjóðing. -Bæði vit og oljuídnaðurin annars bíða við spenningi eftir at kunnu lata upp tað sera áhugaverdu erskjuna, sum tann føroyski landgrunnurin er. So eg haldi ikki, at henda bíðitíðin hevur verið til fátnýtis. Nú er tíðin kom til at lata upp fyri hesi spennandi ?erskju?, sum hann málber seg.
Hjá Veritas, sum hevur gjørt rættiliga nógvar kanningar á Atlantsmótinum, meta tey, at føroyska økið, í hvussu er Hvíti parturin, er eins áhugaverdur og tann parturin av økinum vestan fyri Hetland, har BP hevur borað og funnið olju.
-Eg eri ikki jarðfrøðingur, men tað allir vóna er, at finna Foinaven og Schiehallion-lík felt á føroyskum øki. Somu strukturar, sum eru at finna á bretsku feltunum, ganga eisini inn á føroyskt øki, tí haldi eg tit eiga at vera sera fegnir um ta loysn, sum er fingin í marknasemjuni.
Nick Bright sigur, at hetta er ein avtala, sum heilt vist er sera góð fyri føroyingar og vónar hann, at hon eisini er góð fyri bretar. -Eg havi skilt, at onkrir føroyingar vóru ikki so fegnir um avtaluna, tí teir mettu, at bretar fingu ov nógv, men við tí kunnleika eg havi um møguleikarnar at finna olju, so haldi eg tit hava fingið eina góða avtalu.
Tað er einki minni enn ?tremendous?, frálíkt, sigur Veritasmaðurin víðari, at føroyingar hava fingið nærum helvtina av tí Hvíta økinum. Eg haldi ikki tit føroyingar hava nakað at klaga um, tí tit hava fingið øki, sum liggja tætt upp at verandi keldum bretsku megin markið.
Nick Brigth sigur, at Veritas arbeiðir í løtuni við at kanna ymsar møguleikar fyri onkrum smærri verkætlanum á føroyska økinum. Hann vil ikki siga meira, tí kappingin millum seismikkfeløg er so stór. Hann vónar annars, at seismiska virksemið fer at økjast nógv við Føroyar, tá 1. útbjóðing verður boðin út og ikki minst tá størri partur av basaltknútinum verður loystur.










