MISSION IMPOSSIBLE

- Stríðið fyri at fáa Føroyar við í altjóða samfelagið hevur virðing uppiborið. Løgmaður ger nógv av tí fótarbeiðinum, ið løgmenninir undan honum hava forsømt seinastu 35 árini. Hinir hava latið Føroyar fella longri og longri frá gongdini samanborið við onnur lond. Fyri tað fyrsta má løgmaður krediterast fyri at seta prosesina í gongd. Løgmaður hevur tikið ábyrgd. Hann roynir at fáa tingfólk at vakna, so tey fáa ein víðari sjónarring. Men kanska krevur ætlanin eitt nýtt aettarlið av politikarum, heldur Óli Samró

Yvirskriftin á greinini í Dimmu tann 20. oktober á forsíðuni var “Strævið at vera løgmaður“. Inni í blaðnum stóð so ein langur listi yvir allar ferðadagarnar.

Stóra myndin var týðulig. Løgmaður var um at detta um av møði aftaná allar ferðirnar í ár. Flestu fingu bæði ilt av og virðing fyri løgmanni um somu tíð. Øll, sum ferðast, vita, at tað er hart arbeiði! Tá uppgávan er ómøgulig at loysa, gerst ferðingin nógv strævnari.

Missiónin
Løgmaður hevur útnevnt sær sjálvum sum missión, at Føroyar skulu vera ein partur av altjóðasamfelagnum, og at Føroyar skulu fáa í lag búskaparligar samstarvsavtalur við so nógv lond sum møguligt.
Uppgávan er trupul – sera trupul. Føroyar eru ein partur av Danmark, og Danmark er limur í ES, og Føroyar eru ikki við í ES. Føroyar eru heldur ikki longur ein partur av EFTA. Høvuðsvinnan er fiskur, og fiskur í ES verður umsitin av einari fiskivinnuskipan, ið ikki kann brúkast. Stórur meiriluti er í løgtinginum ímóti limaskapi í ES.
Hetta er so torskilt, so nú eru tey flestu fallin frá – politikarar og vanlig fólk.
Uppgávuna hava tó nakrir av embætisfólkunum á Uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni megnað at greina. Tey vísa á, hvussu løgmaður skal fara fram.
Missiónin er ein tvístreingjað ætlan og arbeiðast skal á tveimum frontum. Annar er at blíva limur í EFTA, men samtíðis skal smyrjast og arbeiðast í Brússel, tí endamálið er at brúka EFTA limaskapin sum løgusteinstein,fyri at blíva partur av EBS samstarvinum.

Teori og praksis
Teoriin er uttan iva røtt og heldur eisini á hvørjum lærdum lærustovni! Eingin ivi er um, at embætismenninir hava gjørt eitt gott upprit.
So gott at løgmaður hevur sett alla sína orku og meira aftrat inn fyri at fylgja ráðgevingini frá embætisfólkunum.
Samgongan dámar helst eisini uppritið so væl, at teir uttan himpr lata sín egna løgmann brúka nógvar arbeiðsdagar um árið uppá hesa søk. Sjálvt í Liktinstein hevur ferðalagið verið.
Løgmaður og embætisfólkini hava kunnað aðrar statsleiðarar, politikarar og embætisfólk úr stórum parti av vesturheiminum um støðuna hjá Føroyum. Hesi hava sett seg inn í støðuna hjá Føroyum sum sjálvstøðug tjóð, men sum partur av Danmark, sum er limur í ES og Føroyar ikki, men fiskivinnuland o.s.fr.
Flestu eru sjálvsagt fólkalig og jalig, tá fremmandir gestir koma á gátt. Tey bjóða tað besta, tey eiga, og tosa vinarliga. Men einki bendir á, at tey hava nakað svar, sum kann hjálpa løgmanni okkara.

Trupulleikin hjá hesum løgmanni - eins og hjá Edmundi og Anfinni – er, at tað tíverri vísir seg at vera munur á teori og praksis.

3 ár – hvat er komið burturúr?
Nú hevur so løgmaður ferðast og gjørt fyrireikandi arbeiði í skjótt trý ár. Ein evaluering má fara fram. Stundin er komin at spyrja, hvat er komið burturúr?
Helst líka so nógv sum hjá báðum undanfarnu løgmonnum!
Missónin hjá Anfinni Kallsberg var at fáa eina sveisiska loysn, meðan Edmund Joensen vildi hava eina álendska loysn. Stóri trupulleikin var, at eingin skilti, hvat teir meintu við. Men teir løgdu nógva orku í sína søk.
At fáa Føroyar at gerast ein partur av Europa var fremsta málið hjá Edmundi. Edmund bílegði ikki minni enn tvey álit frá ekspertunum. Somuleiðis fylti uttanríkisviðurskifti nógv hjá Anfinni.
Men hvørgin teirra høvdu politiska heimild at gera nakað, sum kundi lata seg gera.
Ein kann ikki lata vera við at hugsa, hvussu langt lond sum Bosnia, Montenegro, Kroatia, Rumenia o.s.fr. hava flutt seg hesi trý árini!

Ger tað sum hinir forsømdu
Stríðið fyri at fáa Føroyar við í altjóða samfelagið hevur virðing uppiborið. Hann ger nógv av tí fótarbeiðinum, ið løgmenninir undan honum hava forsømt seinastu 35 árini. Hinir hava latið Føroyar fella longri og longri frá gongdini samanborið við onnur lond.
Fyri tað fyrsta má løgmaður krediterast fyri at seta prosesina í gongd – ella tilgongdina sum embætisfólkini siga. Løgmaður hevur tikið ábyrgd. Hann roynir at fáa tingfólk at vakna, so tey fáa ein víðari sjónarring.
Fyri tað næsta trimmar hann eitt embætisverk til. Hann byggir frá botni eina umsiting upp.

Tørvurin er ikki har
Stóri trupulleikin hjá løgmanni er, at tað í Føroyum í løtuni lítil og eingin tørvur á framkomnum avtalum við onnur lond. Fiskivinnan, almenni sektorurin, skúlaskipanin o.s.fr. hava ikki víst á nakran tørv, annað enn smáting.
Politikararnir lurta sjálvandi eftir signalunum hjá sínum veljarum.
Føroyar eru framvegis eitt land bygt á veiðubúskap og veiðumentan!
Liggjandi eysturætt hevur fyri tey flestu størri týdning enn fríur etableringsrættur ella kumuleringsavtalur. Soleiðis er bara veruleikin í 2006.
Tað vita hinir politikararnir.

Hvat skal løgmaðaður so gera?
Tá tann teoretisk rætta tvístreingjaða strategiin ikki virkar, so vil Løgmaður sjálvandi spyrja síni embætisfólk – hvat skal eg so gera?
Tá gerst verri at svara!
Við verandi politisku støðu gerst neyvan nakað.
Kanska er besta svarið at biðja løgmann bíða, til eitt nýtt ættarlið kemur til, sum hevur ein annan tørv. Ein tørv at vera ein veruligur partur av altjóða samfelagnum. Tørvurin broytist, sum ættarliðsskiftið fer fram. Ungu fólkini fara ikki at lata sær lynda at virka og búgva í Føroyum, um tey sum borgarar ikki eru í somu støðu sum restin av Evropa.
Løgmaður skal vita, at hansara arbeiði er ikki spilt. Prosessin er farin í gongd, sjálvt um arbeitt verður við “Mission Impossible”. Hann kemur óivað at fáa nógv rós frá komandi ættarliði.
Hóast tað kann gerast neyðugt at bíða eftir einum úrsliti í eini 15 til 20 ár.

----
Óli Samró er 43 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur á Aarhus Universitet. Hevur havt egið kunningar-
og ráðgevingarvirki, Farec, síðani 1991. Hann býr í Haag í Hollandi. Hevur arbeitt nógv við málum, ið snúgva seg um ES. Óli Samró fer komandi tíðina her í blaðnum at skriva greinar um ymisk samfelagsviðurskifti