Egil heldur FM stríðið vera púra opið

EB/Streyma liðformaðurin heldur, at royndirnar í ár og undanfarnu árini eiga at hava lært hann og liðfelagarnar, at tað framvegis er trongur vegur fram ímóti meistaraheitinum

Talan er um merkisverda uppgerð á fleiri økjum, tá ið EB/Streymur seinna­partin í morgin fer á Svanga­skarð at verja oddasessin.
Støðutalvan sigur, at tað er mest upplagdi FM favoritturin, sum vitjar, og at tað er høvuðskandidaturin til seinna plássið, sum ber niðurflyting við sær, sum er vertur.
B68 hevur 21 stig, og EB/Streymur hevur 52 stig. B68 hevur skorað 19 mál, og EB/Streymur hev­ur skorað 46 mál. Tað eru farin 25 mál ígjøgnum hjá EB/Streymi og 41 hjá B68.
Ábyrgdarmaður fyri heima­lið­num er Bill Jacobsen, og Heðin Askham hevur ábyrgdina fyri EB/Streymi. Seinnapartin í morgin verða teir í hálvanannan tíma kapp­ingar­neytar. Umframt at vera kapp­ingarneytar, so síggja venj­ar­arnir seg eisini at vera arbeiðs­felagar. Bill og Heðin eru uppaftur meiri starvsfelagar, enn teir eru tað saman við øðrum, tí teir báðir hava í felag ábyrgdina av U-21 lands­lið­num.

Einki er givið
Royndasti maður á EB/Streyma liðnum er liðformaðurin Egil á Bø. Eftir javnleikin á heimavølli ímóti KÍ staðfesti hann, at ÍF nú var topplið, og at tað ikki kundi sigast annað, enn at tað var uppiborið, um ÍF helt tørn um oddasessin og harvið tryggjaði sær meistaraheitið.
Nú er EB/Streymur aftur topplið og harvið FM favorittur. Egil á Bø ásannar, at støðutalvan leggur upp til, at hann og liðfelagarnir eru favo­rittar at vinna á Svangaskarði í morgin, men hann roknar við sera tor­førari avbjóðing, tí tað er felags fyri bæði liðini, at tað er sigurin, sum telur:
– Vit høvdu umrokerað eitt sind­ur undan síðsta vikuskifti, og tað riggaði væl við 4-4-2 spælskipan, har Sorin Anghel var heilt frammi saman við Arnbirni Hansen. Allir eru tøkir, men tað verður ikki fyrr­enn í morgin, at vit fáa at síggja, hvussu liðið fer at síggja út. B68 spæl­ir fyri lívinum í bestu deildini, og ímóti ÍF vístu toftamenn sera góð­an hugburð. Teir hava ikki minni at spæla fyri hesa ferð, og tað mugu vit rokna við fer at síggjast á avrik­inum ímóti okkum.
Men tað kann ikki sigast annað, enn at tit eru stórfavorittar at vinna FM?
– Tað bíða okkum tvær torførar av­bjóðingar. Eingin veit betri enn vit, at tað ber væl til at missa á stokk­inum. Tí mugu vit vera foku­seraðir, og so fáa vit at síggja, hvørjum tað endar við.
Tað er møguleiki fyri, at tit kunnu tryggja tykkum FM á Svanga­skarði?
– Tað hava vit yvirhøvur ikki hugsað um, og tað er ikki nakað, sum vit á nakran hátt kalkulera við.

Tvey skot eftir
Venjingarnar á Toftum hava ver­ið góðar hesar báðu seinastu vik­urnar. Tað var ikki nógv niður­flyting yvir avrikinum ímóti ÍF. Tá varð liðformaðurin Jann Ingi Petersen útvístur, og tískil er hann leik­bannaður í morgin. Einar T. Hansen er tøkur aftur eftir leik­bann. Remi Langgaard og Niklas Joensen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg. Harald R. Højgaard er burturstaddur við U-19 lands­lið­num.
B68 er trý stig og sjey mál aftan­fyri TB. Um toftamenn skulu sleppa undan niðurflytingini, so er tað ein treyt, at teir hesa ferð vinna eitt stig meiri, enn TB ger, og at teir so vinna á útivølli ímóti TB í síðsta umfari.
– Vit hava tvey skot eftir í byrs­uni. Vit kenna treytirnar, og vit kenna mótstøðuliðið. Nú fyrireika vit okkum til hesa uppgávuna, og vit trúgva uppá, at tað skal bera til so­leiðis, sum tað vísti seg at bera til ímóti ÍF, sigur Bill Jacobsen. Hetta er triðja avbjóðingin hjá honum í ár við B68. Í fyrsta dystinum taptu hann og B68 stórt ímóti HB í Gunda­dali. So eydnaðist at vinna eitt stig á heimavølli ímóti ÍF. Nú er síðsta avbjóðingin í ár á heimavølli á skránni. Um tað ikki skal verða leygardagsfótbóltur næsta ár, so er neyðugt hjá B68 at vinna í hvussu so er eitt stig!

B68 - EB/Streymur
Ransin N. Djurhuus
leygardagin klokkan 16.00