nevniliga Noregi. Norska stjórnin sá fegin, at ein føroyskur oljumálaráðharri fekk høvi til at síggja, hvussu arbeitt verður í oljuvinnuni, og tí var Eyðun Elttør boðin at vitja bæði stóru altjóða oljumessuna [...] umhvørvi, heldur tað vera av stórum týdningi, at hesi bæði ganga hond í hond, og tað verður í hvussu er eitt av hansara aðalmálum komandi árini at tryggja, at so verður. Á boripalli Sum útbúgvin maskinmaður [...] nakað væl úr landi. -Tað eg beit merki í var, at eingin olja var at síggja nakra staðni. Har var so reint og reint, og tað segði mær so mikið, at tað ber til at arbeiða við olju og samtíðis hava eitt reint
Halgir Winther Poulsen vísti somuleiðs á, at ein reyður SMS posi, ið hevði týdning í málinum, brádliga var horvin, og helt hann, at Jógvan Páll visti um hendan posan at siga. Men Jógvan Páll sigur seg als einki [...] Halgir Winther Poulsen segði við Sosialin í gjár, at tað var Jógvan Páll Lassen, ið setti alt skipamálið í gongd, og at tað var hann, ið meldaði seg viðvíkjandi Skálafjallsmálinum. Hesum vísir Jógvan Páll [...] Páll Lassen staðiliga aftur, og sigur seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at Halgir Winther Poulsen kemur við fram við slíkum. ? Eg havi als ikki meldað Halgir Winther Poulsen og heldur ikki nakran annan
fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja [...] Jørgen Niclassen. Hann helt fyri, at henda avgerðin fór helst at vera ein hin størsta, sum løgtingið nakrantíð hevur tikið og fer at taka. -Her koma vit at gera av, hvussu Føroyar møguliga skulu síggja út [...] ivast í, hvussu væl vit eru førir fyri tí. Royndir í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig
snýr tað seg um at rigga sangin til og fáa alt upp á pláss. Ivar metir seg hava nýtt einar 150 tímar til at fáa hendan sangin lidnan. At sangurin gjørdist so salsa merktur hevur nógv at gera við samstarvinum [...] góðan. Tað hann, sum ger, at vit vinna í kvøld. Hansara framførsla er ótrúliga góð, og tú merkir, hvussu hann livir seg inn í sangin, sigur Ivar Lind Greiner, sum heldur, at styrkin hjá "Sig det´ løgn" [...] í sanginum og tað, at er lagið upptempo, sum hann málber seg. Og tað er góð kensla hjá einum tílíkum Grand Prix veterani umsíðir at vinna. - Hetta er tað størsta. Hetta hevur alt at siga fyri meg, sigur
hildið, at báðir politikararnir kundu ikki halda fram í flokkinum eftir harða stríðið teirra millum, men nú eru aðrir tónar at hoyra. ? Vit tóku eitt time-out áðrenn fólkatingsvalið, og eg haldi, at veljarin [...] veljarin nú hevur sagt sína greiðu hugsan um, at vit mugu finna eina loysn í flokkinum, so at vit ikki enda aftur í sama ruðuleika sum áðrenn valið. Og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur Høgni Hoydal. Samstarv [...] hevur verið slítandi fyri hann og flokkin, og tí var stórur spenningur um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og serliga formaðurin fór at klára fólkatingsvalið hesaferð. Úrslitið var ein álitisváttan til Høgna Hoydal
týðuligani, at hann var ikki sørt skuffaður yvir avrikið hjá vestmenningum. Einki hugflog í álopinum Martin helt eftir dystin, at tað var í álopinum, at vestmenningar taptu dystin. Serliga helt hann, at tað gekk [...] sum um eingin tordi at taka ábyrgd í álopinum og royna seg við skoti upp á mál. At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, hevði eisini, sambært Martini, við sær, at leikararnir hjá VÍF [...] VÍF ikki tordu at skjóta upp á mál, og um teir gjørdu, so royndu teir at seta skotini so uttarlaga, at málverjin ikki fekk fatur á teimum, og tískil fóru nógvar royndir við síðuna av málinum. Somuleiðis helt
fer Eyðun Andreassen, fólkaminnisfrøðingur, at viðgera í fyrilestri í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 23.januar kl.19.30. Eyðun Andreassen sigur, at hann fer at tosa um hin føroyska dansin søguliga og nútíðarliga [...] fer í seinna høvuðsparturin av fyrilestrinum hjá sær at viðgera sjálvan dansin. Hvat hevur verið hildið at vera góður dansur fyrr, og hvussu er henda uppfatan nú í tíðini. Her verður tosað um teir tríggjar [...] tríggjar høvuðspartarnar í dansinum: kvøðingina, kvøðingarlagið og stevið. Hvussu hesir partar eru einsæris, og hvussu teir renna saman til ta framførsluheild, ið nú ber navnið føroyskur dansur. Norrøna felagið
nóg skjót og góð? Um hon ikki er tað, hvussu kunnu vit so brynja okkum betri? Harafturat mugu vit aftur spyrja, um tær almennu Føroyar gera nóg mikið at forða fyri, at føroyskir ungdómar á nærum hvørjum ári [...] ungdómur í fagrasta blóma, sum verður ryktur hiðani. Nú kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvussu er føroyska samfelagið brynjað at taka ímóti slíkum skakandi hendingum, sum knappliga raka familjur, vinir, býlingar [...] lóggávan ikki eigur at verða strangari, so vit sleppa undan náttarkoyring við nógvari ferð? Henda er oftast orsøkin til hesar sydarligu vanlukkur. Hetta mál eiga politisku myndugleikarnir at viðgera í størsta
nakkan og misti harvið førleikan at ganga. Royna at fáa fleiri informatørar Skaðin var so álvarsligur, at Jørgen varð lagdur inn á sjúkrahús í Hornbæk. Har eru tey von at taka sær av slíkum offrum, og eisini [...] Witt leggur dent á, at teirra uppgáva er at greiða frá og ikki at moralisera. ? Vit fara út á skúlar og seta okkum millum næmingarnar og greiða frá okkara upplivingum. Jørgen sigur at hann ongantíð setir [...] næmingarnir at hann talar niður til teirra. ? Tey skulu føla at eg eri ein teirra. Næmingarnir fáa so høvið til at seta spurningar um alt millum himmal og jørð. Jørgen Witt greiðir frá, at hann var við
heldur stjórin, at tað er neyðugt at ansa ótrúliga væl eftir um ein velur at broyta fiskavirkisskipanina. Hann heldur, at tað altíð er ein vandi fyri at skipanin kann toyggjast, uttan tó at verða brotin, [...] eiga at virka sum tey gera í dag, sigur hann. Stjórin á ALS sigur, at millum annað er fráboðanin ein trupulleiki, sum hevur við sær, at upplýsingar kunnu detta niður ímillum. Úrslitið av hesum er, at onkur [...] avgjørt, at tað skuldi gerast upp viku fyri viku, og tað hevur við sær at fólk, sum ikki hava arbeiði eina viku fáa stuðul fyri tað vikuna, sigur stjórin og leggur afturat, at tað ikki er ólógligt at gera