? Havi ikki meldað nakran

Jógvan Páll Lassen vísir aftur, at tað var hann, ið meldaði Halgir Winther Poulsen í skipamálinum

Halgir Winther Poulsen segði við Sosialin í gjár, at tað var Jógvan Páll Lassen, ið setti alt skipamálið í gongd, og at tað var hann, ið meldaði seg viðvíkjandi Skálafjallsmálinum.

Hesum vísir Jógvan Páll Lassen staðiliga aftur, og sigur seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at Halgir Winther Poulsen kemur við fram við slíkum.

? Eg havi als ikki meldað Halgir Winther Poulsen og heldur ikki nakran annan í skipamálinum, staðfestir Jógvan Páll Lassen.

Halgir Winther Poulsen vísti somuleiðs á, at ein reyður SMS posi, ið hevði týdning í málinum, brádliga var horvin, og helt hann, at Jógvan Páll visti um hendan posan at siga. Men Jógvan Páll sigur seg als einki vita um hendan posan.