? Hvat er góður dansur?

Hvat varð hildið at vera góður dansur fyrr, og hvussu er hendan uppfatanin nú?

Hendan og aðrar spurningar fer Eyðun Andreassen, fólkaminnisfrøðingur, at viðgera í fyrilestri í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 23.januar kl.19.30.
Eyðun Andreassen sigur, at hann fer at tosa um hin føroyska dansin søguliga og nútíðarliga.
Hvaðani stavar hann, og hvussu er hann komin til Føroya.
Síðani hvat vit vita um dans í Føroyum fyrr, har nomið verður við tær heilt fáu keldurnar, ið nevna hetta evnið.
Eyðun Andreassen fer í seinna høvuðsparturin av fyrilestrinum hjá sær at viðgera sjálvan dansin. Hvat hevur verið hildið at vera góður dansur fyrr, og hvussu er henda uppfatan nú í tíðini. Her verður tosað um teir tríggjar høvuðspartarnar í dansinum: kvøðingina, kvøðingarlagið og stevið. Hvussu hesir partar eru einsæris, og hvussu teir renna saman til ta framførsluheild, ið nú ber navnið føroyskur dansur.
Norrøna felagið skipar fyri fyrilestrinum, sum er almennur. Eftir fyrilesturin er ætlanin at fara upp á gólv, er áhugi fyri tí.