? Hvønn rakar hon næstu ferð?

Oddagrein

 

Ein skelkur fór gjøgnum føroyska samfelagið, tá tað fríggjamorgunin frættist um ta syndarligu bilvanlukkuna, sum hevði kravt trý mannalív við Skálafjørðin. Allir føroyingar syrgja hesar ungu menn, sum stóðu á gáttini til veruliga lívið og tær avbjóðingar, lívið hevur, og vit øll hava samhugað við teimum, sum hava mist.


Fyri einum góðum ári síðani endaði ein biltúrur hjá trimum ungum suðuroyingum eisini í eini syndarligari vanlukku, og vit skulu ikki leita mong ár aftur, til vit aftur koma fram á slíkar hendingar, sum hava skelkað okkara lítla samfelag. Og hvørja ferð er tað ungdómur í fagrasta blóma, sum verður ryktur hiðani.


Nú kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvussu er føroyska samfelagið brynjað at taka ímóti slíkum skakandi hendingum, sum knappliga raka familjur, vinir, býlingar ella bygdir.


? Er kreppuhjálpin til avvarðandi nóg skjót og góð? Um hon ikki er tað, hvussu kunnu vit so brynja okkum betri?


Harafturat mugu vit aftur spyrja, um tær almennu Føroyar gera nóg mikið at forða fyri, at føroyskir ungdómar á nærum hvørjum ári fáa henda meiningsleysa deyða, ella enda sum avlamin í einum koyristóli?


Ráðið fyri ferðslutrygd og skúlin gera eitt stórt og gott arbeiðið, men kundi hetta arbeiðið, at gera fólk tilvitandi um vandan í ferðslu og koyring, verið upp aftur størri?


Um niðurstøðan hjá myndugleikunum er eitt ja, má størri orka leggjast í tað fyribrygjandi arbeiðið!


Eisini er spurningurin, um lóggávan ikki eigur at verða strangari, so vit sleppa undan náttarkoyring við nógvari ferð? Henda er oftast orsøkin til hesar sydarligu vanlukkur. Hetta mál eiga politisku myndugleikarnir at viðgera í størsta álvarsemi, tí mong foreldur hava í hesum døgum ampa og trega av náttarkoyringini.


? Hvønn rakar hon næstuferð?