Superlativini fuku runt í tingsalinum fríggjadagin, tá uppskotið til eina føroyska kolvetnislóggávu var til 1. viðgerð. Orð sum valaverk, megnarverk, eitt framúrskarandi arbeiði, ein sera kompetent oljuráðleggingarnevnd vóru havd á lofti henda dagin. Og nakað, sum helst er eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd.
Sosialurin var við til orðaskiftið og fara vit í komandi bløðum at tríva í nakað av tí, sum kom fram undir orðaskiftinum.
Eitt gott arbeiði
Hóast ein kanska hevði væntað, at flest allir tingmenn fóru at vera við til hesa søguligu viðgerð, so taldust teir neyvan meira enn framsøgumenninir og so onkrar einstakar tingmenn aftrat.
Men var uppmøtingin vánalig, so vóru framløgurnar harafturímóti sera greiðar og samdar. Framsøgumaður fyri sambandsflokkin var Bjørn á Heygum helt uppskotið verða sera væl gjøgnumarbeitt og helt fyri, at teir, ið hava staðið fyri hesum arbeiði, hava greitt tað sera væl úr hondum.
Hann vildi ikki fara inn í smálutir við málinum men nam kortini við spurningin oljuvinna kontra fiskivinnu og segði, at nú vit fara inn í eina nýggja vinnu sum oljuvinnu, so mugu vit eisini hava fyrilit við tí, sum vit hava í Føroyum, nevniliga fiskivinnuna, soleiðis at tað verður farið skynsamiliga fram, at at nýggja vinnan ikki í óneyðugan mun órógvar og setir trupulleikar í vegin fyri fiskivinnuna.
Bjørn á Heygum vónaði, at málið fær eina sakliga og seriøsa viðgerð í nevndini. -Eg vóni eisini, at tað verður ein samd nevnd og eitt samt løgting, sum samtykkir hesa lóggávuna.
Alt yvir føroyskan keikant
Framsøgumaður fyri fólkaflokkin var Jørgen Niclassen. Hann helt fyri, at henda avgerðin fór helst at vera ein hin størsta, sum løgtingið nakrantíð hevur tikið og fer at taka.
-Her koma vit at gera av, hvussu Føroyar møguliga skulu síggja út langt inni í framtíðini. Lat okkum vera tileiðar til hesa avbjóðing men latið okkum eisini vera varnar og ansa eftir ikki at gera stórar íløgu, áðrenn vit vita nakað veruligt um oljuna.
Eisini Jørgen Niclassen helt, at fyrireikingin var sera góð. -Tá vit skulu velja eina oljulóggávu skulu vit velja millum tað amerikanska modellið, har vit bjóða Føroyagrunnin út og spyrja, hvussu nógvar pengar teir vilja gjalda - ella vit velja hitt skandinaviska ella norska modellið, har tað eru kanska aðrar treytir enn bert pengar í hondina, sum avgera, hvør skal fáa atgongd til landgrunnin.
Jørgen Niclassen helt, at vit eiga at skipa hetta soleiðis, at tað verður hugsað um, hvussu ein oljuvinna kann koma flest møguligum føroyingum til góða.
Hann vísti á gongdina í Noregi, har teirra fyrsta lóggáva bert fevndi um seks greinar. Tann, sum nú liggur á løgtingsborði, fevnir um ikki færri enn 46 greinar.
-Eg haldi, at hetta uppskotið er í so nógv av eini fullmaktslóg, og eg kundi hugsað mær, at tann nevndin, sum fær málið til viðgerðar fer at taka støðu til, um vit ikki eiga at stramma okkurt av hesum upp.
Tingmaðurin helt tað vera skeivt av løgtinginum sambart grein sjey í lógini at lata alt upp til landsstýrið at avgera.
-Útfrá hesum kann landsstýrið lata allan landgrunnin fyri nul krónur. Eg haldi tað er rætt, at løgtingið skal kunna góðkenna, hvørji øki ætlanin er at bjóða út og hvørjar almennar treytir landsstýrið ætlar at seta.
Jørgen Niclassen segði, at tað er sera týdningarmikið, at vit við hesi lóggávu vísa umheiminum, hvat vit vilja. Lógin verður signalið úteftir.
Stramma upp
-Hetta fær meg til at taka fram grein 10 í lógini, sum eg haldi er ein tann mest týðandi í heila tikið. Spurningurin er, um tað ikki er rætt at stramma eitt sindur her. Vit vita, at vit kunnu altíð geva út, men tað, sum er ávarað harðliga móti frá øllum síðum, er, at landsstýrið og løgtingið mugu ikki fyrst seta nakrar treytir, og so eftir eina tíð at broyta uppá hesar.
Tingmaðurin vildi hava við í umrøddu grein, sum hann vildi hava meira útgreiniliga orðað, at vørur og útgerð skulu um føroyskan keikant, og at fólkaflutningur skal um føroyska floghavn.
Hann helt eisini, at útbúgvingin av føroyskari arbeiðsmegi verður betri orðað í uppskotinum.
-Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta er tað vit ynskja. Seinni kann tað verða torført at fáa hetta við, og er tað við nú og tað kanska ikki letur seg gera fult út, so kann ein geva út seinni.
Jørgen Niclassen nam eisini við spurningin um eitt alment føroyskt oljufelag. Hann helt ikki tað var neyðugt at stovna eitt slíkt beinanvegin, men helt tað vera skilagott at fáa eina optión, sum ber í sær, at vit hava møguleika fyri at koma inn við einum føroyskum felag seinni, tá olja møguliga verður funnin.
Nógv at læra av norðmonnum
Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Vinnunevndini, ið herfyri var á vitjan í Noregi, helt tað vera ótrúligt so langt norðmenn eru komnir við at seta trygd og arbeiðsumhvørvi í hásæti og helt hann fyri, at kunnu vit í Føroyum seta krøv og brúka norskan standard á hesum økjum, so er eingin vandi á ferð.
Síðani kom hann inn á fiskivinnuna og vísti á, at við eini oljuvinnu kunnu vit geva okkara samfelag enn eitt bein at standa. -Vit mugu ansa eftir, at tað nýggja beinið ikki knúsar tað gamla beinið, sum vit hava staðið á tey seinastu 100 árini. Vit mugu ansa eftir, at oljuvinnan órógvar sum minst fiskivinnuna, og eg haldi vit hava lært eitt sindur av seismikkinum.
Jørgen Niclassen helt tað annars vera skilagott at hava við í lógini, at oljufeløgini skulu gjalda endurgjald fyri skaða tey gera. Hann helt tað vera ov veikt orðað, tá tað stendur, at loyvishavarar kunnu stovna ein skaðabótagrunn. Heldur átti tað at staðið, at teir skulu gera tað.
Síðani kom hann inn á lønarlagið í oljuvinnuni og vísti til, hvussu høgt hetta er í Noregi. -Vit mugu vera varug við hetta, tá vit fara undir eina oljuvinnu, tí tað má ikki drepa fiskivinnuna. Vit mugu og skula hava fiskivinnuna sum bein at standa eisini eftir hetta.
Løgtingmaðurin var sera væl nøgdur við alla ta fyrireiking, sum er gjørd og helt fyri, at vit nú kunnu taka eina felags støðu.
Ein søguligur dagur
Framsøgumaður javnaðarfloksins var Henrik Old, tingmaður. Hann vísti á, at hetta var ein av teimum søguligu døgunum hjá løgtinginum. -Tað, sum byrjaði við eini lóg um forkanning og leiting eftir olju og jarðgassi í føroyskum øki frá 1993, vóna vit frá javnaðarfloksins síðu, vóna vit fer at vera til gagn fyri hetta samfelagið.
Lógarverkið, sum tá varð gjørt, var umsitið av javnaðarflokkinum. -Tað, sum vit royna at sikta eftir, tá eitt so stórt lógarverk er til viðgerðar, er at fáa eina so breiða semju sum gjørligt. Tað var eisini við at eydnast tá, men núverandi løgmaður Edmund Joensen kundi ikki tá taka undir við umrøddu løgtingslógum segði Henrik Old og vísti á, at løgmaður tá hevði sagt, nevniliga at tað var óráð at fara undir nakrar forkanningar og geva nakað loyvi fyrr enn endaliga avgerðin varð fingin í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland. Og seinni sigur løgmaður, at enda avgerðin av málinum í Haag, so er eingin vegur aftur, og tann avgerðin kann sammetast at spæla við í happadráttinum.
-Spurningurin er tí, um løgmaður hevur somu meining í dag sum tá spurdi tingmaðurin og legði aftrat, at tað ein verður trýstur til og sum man ikki hevur serligan góðan hug til, spyrst sjáldan nakað gott burtur úr.
Øllum til gagns
Henrik Old vónaði, at tað fór at eydnast at fáa nakað gott burtur komandi oljulóggávuni og at hon fer at vera øllum Føroya fólki til gagns og gleði, og at tað verður við til at skapa framburð í hesum landinum tað veri seg vestast úr Mykinesi, suður til Sumbiar og út til Fugloyar. Og at vit aftaná, tá hetta fer at halla, kunnu lata okkara eftirkomarum eitt skuldarfrítt samfelag, sum verður gott at liva í.
Tingmaðurin segði seg vóna, at okkara unga fólk, sum seinastu árini ikki hava havt tær bestu umstøður fara at fáa stórt gagn av hesi vinnu og at fáa eitt arbeiði, sum tey við gleði kunnu síggja fram til.
Henrik Old segði, at lógin, sum er til viðgerðar, er eitt valaverk, hvar tað verður tikin hædd fyri teimum vansum, sum vit í dag kenna og serliga umhvørvinum.
-Vit mugu eisini minnast til, at okkara oljufyrisiting hevur stórt sæð verið mannað við okkara egnu fólkum, og tað er alla æru vert. Tey fólkini hava lagt eitt stórt arbeiði í hetta.
Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um.
Politisk semja
-Vit í javnaðarflokkinum skulu gera okkara til, at tað fæst ein breið politisk semja um málið. Tað er ikki minst umráðandi at fáa eina javnvág millum oljuvinnuna og aðra vinnu, soleiðis at vit eitt nú ikki koppa fyri tí minsta brotasjógvunum, tá oljuinntøkurnar verða burtur.
Henrik Old takkaði annars formansskapinum í tinginum fyri, at tað bar til hjá Vinnunevndini at fara til Noregs herfyri, har tingmenn fingu eitt sera gott innlit í oljuvinnuna.
Tingmaðurin segði, at ein oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri fiskivinnuna, sum hevur vánalig tól at arbeiða við. Tað kann henda, at ein positiv ávirkan frá oljuvinnuni í hesi tíðini fær bygt upp eitt stabilt grundarlag fyri okkara fiskivinnu og kanska fær endunýggjað flotan, sum tá verður førur fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi.
Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja frá grundini av og fáa tað komandi ættarliðið at læra at samstarva. Tað hevur ikki verið okkara sterka síða at samstarva og í felag at finna fram til loysnir. Vit hava sum oftast drigið hvør í sína ætt. Samstarv er ein av høvuðsfortreytunum fyri eini oljuvinnu.
Henrik Old helt tað vera týdningarmikið, at føroysku fyritøkurnar, sum vilja vera við í eini oljuvinnu, duga at umstilla seg og vera við í kappingini.
Stór ábyrgd á landsstýrismanni
Hann vísti eisini á, at tað umráðandi at hava ein politiska uppbakking í hesum málinum. -Men tann, sum hevur upplivað ta politisku skipanina seinastu tíðina, kann kanska ivast í, hvussu væl vit eru førir fyri tí. Royndir í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig samgonga kanska heldur enn at fáa eina breiða politiska undirtøku, heldur roynir at halda fast um ein ávísan landsstýrismann, so verður ikki væl vorðið.
Tingmaðurin helt fyri, at tað hevur sera nógv at siga, hvør kemur at umsita hetta málið í Tinganesi. Tað er tí umráðandi, at tann frágreiðingin, sum ætlanin er at landsstýrið skal lata tinginum, verður væl og virðiliga viðgjørd og ein ikki bara merkir sær ein politiskan meiriluti, men at ein er sannførdur um, at tað er ein politiskur meiriluti, sum stendur aftanfyri.
Henrik Old segði, at flokkurin tók fult undir við, at tað stendur í lógini, at oljan skal førast í land í Føroyum, sjálvt um tað ikki verður aktuelt, og eisini at tað verður veitt ein trygd, tá tað nærkast tíðini, at feløgini skula taka sítt burtur aftur.
-Vit eru við uppá, at tað ikki verður selt út av umhvørvinum legði hann aftrat.
Hann metti tað annars vera rætt so skjótt til ber at stovna ein grunn, sum skal kunna veita endurgjald. Í hesum sambandi spurdi hann, um tað kanska eisini hevði verið rætt at veitt endurgjald, har seismiskt virksemi ger seg inn á vinnuna.
-Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á, at hetta fer at eydnast og at hetta verður landinum til stórt gagn. At okkara unga fólk ikki minst fær nakað burtur úr hesum, at okkara útbúgvingarskipan verður við frá byrjan og soleiðis at vit við hesum kunnu lata víðari eitt skuldarfrítt samfelag til okkara eftirkomarar.