fótbólt. Hetta er ein trupulleiki, sum Tjaldrið hjá monnunum eisini hevur, og tað er torført at spáa um, hvat tað endar við, tá fótbólturin aftur tekur kappingina upp við hondbóltin. Men tað er í øllum førum [...] VB. Kappingin er ivaleyst løgd soleiðis, so VB-kvinnurnar skulu sleppa undan at ferðast so ofta, men Eyðbritt Krosslá heldur ikki, at hetta er nøkur góð loysn ítróttarliga. ? Kappingin er løgd soleiðis [...] flestu av útlendsku venjarunum í kappingini, at tá teirra hjávera á vøllinum ikki er neyðug, seta teir seg uttanfyri, og tað er bara gleðiligt, tí tað gevur føroysku spælarunum meira ábyrgd, sum teir bert kunnu
Løgmaður svaraði, at hjá sær var ikki so nógv at gera, tí ongin er sekur í eini skuldseting, fyrr enn dómur er fallin. Og tað var fyri so vítt eisini eitt svar, ella eitt sjónarmið, sum man kann taka undir [...] Kallsberg. Sum løgmaður sigur hann í hvussu so er sjálvdan nakað býtt. Líkaleiðis ber hann orð fyri at halda høvdið klárt og kalt tá á stendur. Og tað í sjálvum sær, er ein góður eginleiki hjá einum politikkara [...] eg seti mær, er, hví fylgdi Niels Pauli Danielsen ikki síni skuldseting upp? Var maðurin bara ein av hesum vanligu baktalaratypunum, ið royndi at skorða sær nakrar bíligar atkvøður? Ella hvat lá aftanfyri
leitorð. Hon er í roynd og veru nógv størri enn nýggjasta útgávan av Nu-Dansk Ordbog, og hon er helst størsta orðabók úr donskum, sum ikki er gjørd av dønum sjálvum. - Henda orðabókin er meira enn fýra [...] Eitt, ið er óheppið, men sum illa slepst undan, er, at tá ið tú arbeiðir við at gera orðabók úr øðrum máli, er torført ikki so ella so at laga týðingina eftir útlendska málbúnanum. Og tað er júst tað, [...] útgávu. - Tey eru nógv sum halda, at enska-føroyska orðabókin hjá okkum ikki er so stór sum hon í roynd og veru er. Hon er eisini tættskrivað. Rætt ikki at skunda undir Umleið fimm arbeiðsár eru farin
á, og tí er umráðandi at ansa eftir og leggja pening til síðis at standa ímóti við. Hetta sigur forstjórin í Føroya Sparikassa, Eyðun á Rógvi Olsen í oddagrein í seinasta Ábyrgdaranum, ið er blað Føroya [...] Lønarútgjaldingarnar økjast, arbeiðsloysið minkar, fiskiskapurin er góður og fiskaprísirnir høgir. Áheitanin um at vera á varðhaldi er vend ímóti hvørjum einstøkum umframt kommunum og landi. Stjórin í [...] tíðum. Hús verða fíggjað øðrvísi enn fyrr, nú er vanligari, at ein peningastovnur veitir alla fíggingina. Nýhugsan Føroya Sparikassi ætlar at fylgja væl við, hvat hendir á sethúsmarknaðinum og roynir við nýggjum
at tað er neyðugt at styrkja hópin til næsta ár. Kongsvinger hevur í seinastuni gjørt sáttmála við fýra nýggjar spælarar. Tveir av teimum spæla í miðverjuni, ein er høgri vongbakkur og ein er áleypari [...] defensiva miðvøllinum. Philip Abelstad er sum nevnt fyrst og fremst miðstoppari, men hann kann eisini brúkast á defensiva miðvøllinum. Men eftir hvat skilst, er tað ikki plássið hjá Julian, at hesir eru [...] fyrr í ár) kemur áleyparin Caleb Francis, sum er norðmaður og sum hevur spælt við Kongsvinger fyrr. Hann skeyt millum 10 og 15 mál í næstbestu deildini í ár og er nú komin aftur til KIL. Fjórði styrkurin eitur
síðani koyrdi Thomas Arabo frá, var justitsmorð framt móti táverandi stjóranum á Strandferðsluni. Hetta er niðurstøðan hjá Thomas Arabo, ið var rikin úr stjórasessinum Yviri við Strond í Havnini um morgunin [...] stjóranum. Og eftir drúgt brævaskifti millum sakførararnar hjá Arabo og sakførararnar hjá landsstýrinum er semja gjørd í rættinum fyri trimum vikum síðani. Landsstýrið rindar Thomasi Arabo eitt endurgjald upp [...] vísur í, at Sámal Petur í Grund valdi at offra meg fyri at bjarga sítt egna høvd, sigur Thomas Arabo. Hvat byggir tú tína meting á? ? Longu á jólum 1995 gjørdi eg landsstýrinum greitt, at pengar fóru at resta
Hinvegin er tað eisini lættari at at leggja til rættis, nær vit skulu hava smolt og, hvussu nógv. Hjá alistøðini er tað ein fyrimunur at trygd er fyri leveringini av smolti. ? Og somuleiðis er tað ein [...] Nøgdin av aldum laksi er øgiliga stór. Men avkastið er ikki so stórt afturímóti umsetninginum. Sjálvur heldur hann, at avkastið er ikki størri enn tað má verða, tá ið tú hevur við aling at gera, tí íløgurnar [...] Alivinnan er ein hárfín javnvág. Tað eru nógv sker á vegnum, tí tíðin frá smolti til lidna vøru er so long og tað er altíð nógvur peningur í klemmu. Men ein orsøk til, at tað ber til í Føroyum, er, at eindirnar
hugna mær. Bara eg veit, at tað er tað, sum er á skránni. Nær er ein tekning ov grov? ? Tað er torført sjálvur at avgera. Eg royni sum sagt ikki at vera persónligur. Og tað er væl altíð onkur, ið heldur, at [...] ótolin av lyndi. Tað ringasta eg fái, er hetta her við, at ?nú skulu vit líka her frá fyrst, og so mást tú bíða eitt sindur.? Tað er ræðuligt! Er tað nakað eg ikki orki so er tað at bíða. Hetta merkir tó ikki [...] við at skriva føroyskt. Spurningur er so, um tað er nakað galið við málinum ella um nakað er galið við fólkinum. Men hjá mær hevur replikkin stóran týdning. Tað er eitt tætt samband millum tekst og tekning
sum var í 1981. Endamálið við Alheims Handikappdegnum er, at politikarar henda dagin skulu eftirmeta tað, ið er gjørt í árinum, og tosa um hvat enn liggur á láni. Í fjør var einamest orsøkin, at Pensionatið [...] Tað er ikki orsakað av at nakar hevur gloymt Alheims Handikappdagin, ella at tey, ið varða av honum, ikki hava givið seg til kennis á røttum stað. MBF, sum er meginfelagið hjá teim brekaðu, hevur heitt
Helena Dam á Neystabø. Er tað ikki óheppið at dagurin als ikki verður nevndur í tinginum í dag? Nú er ikki tingfundur í dag, men eg fari at venda mær til tingformannin, at vita, hvat vit kunu gera í hesum [...] skipað fyri at halda Alheims Handikappdagin, er, at tey í Almanna og Heilsustýrinum arbeiða við fullari megi við frágreiðingini um at broyta sosialpolitikkin.Tá hon er liðug, verður aðalorðaskifti í tinginum [...] Fekk brævið so seint Hon heldur, at hóast viðurskiftini hjá teimum brekaðu viga tungt í heildini, so er tað torført at arbeiða í fleiri økjum í senn. Hertil kemur, at hon so seint fekk brævið frá MBF. Nú