Hvør verður tann nýggi maðurin úti í Tinganesi

Tá tað nakað herfyri stóð greitt, at ein ákæra fór at verða reist móti John Petersen, spurdi ein journalistur løgmann, hvat hann hevði í hyggju at gera, nú ein av hansara landsstýrismonnum skuldi fyri rættin.

Løgmaður svaraði, at hjá sær var ikki so nógv at gera, tí ongin er sekur í eini skuldseting, fyrr enn dómur er fallin. Og tað var fyri so vítt eisini eitt svar, ella eitt sjónarmið, sum man kann taka undir við. Skuldu øll farið úr politiskum størvum, sum eru baktalað og løgd undir illgruna her á landi, so ivist eg í, um tað yvirhøvur hevði borið til at mannað so mikið sum eitt bygdaráð!

Við øðrum orðum sendi løgmaður spurningin víðari til sín politiska floksfelaga úr Skopun, og tá hesin eina tíð hevði konfererað við tær hægri maktirnar í sínum loynikamari, kunngjørdi hann fyri pressuni, at hann fyribils tók seg burtur úr politikki. Og alt gott um tað. Og fyri so vítt eisini alt gott um Anfinn Kallsberg. Sum løgmaður sigur hann í hvussu so er sjálvdan nakað býtt. Líkaleiðis ber hann orð fyri at halda høvdið klárt og kalt tá á stendur. Og tað í sjálvum sær, er ein góður eginleiki hjá einum politikkara.

Kortini minnist eg einaferð ein tilburð, har Anfinn Kallsberg misti tamarhaldið á sær sjálvum. Tað munnu vera eini 6-7 ár síðani, at alt Føroya fólk var vitni til hetta heldur ótespiliga hamskifti. Tilburðurin var nevniliga tann, at ein sjónvarpsmaður spurdi Kallsberg, hvat tað var, ið búði undir skuldsetingini, sum Niels Pauli Danielsen var komin fram við, at Kallsberg uttan at spyrja um loyvið, hevði »lænt« 900.000 krónur frá eini fyritøku, hvørs rokniskap hann umsat. Akkurát hvussu orðini fullu, minnist eg ikki. Eg minnist bara, hvussu andlitið á Kallsberg broyttist. Muðurin snerptist saman. Og akkurát tann tilburðin kom eg at hugsa um, tá løgmaður bleiv spurdur um, hvørja støðu hann hevði til ákæruna móti John Petersen. Hevði hann alment heitt á skopuningin um at lagt frá sær, vildi ein tílík áheitan í somu løtu rakt løgmann sjálvan! Hann kundi tí ikki gera annað enn tað, sum hann gjørdi, nevniliga at lata John Petersen sjálvan avgera sína framtíðar støðu í Tinganesi.

Kortini, so er ein heilt avgerandi munur á hesum báðum málum. Meðan John Petersen var ákærdur, og seinni dømdur sekur, so var Anfinn Kallsberg bert skuldsettur. Men hin vegin, so var tað ikki hvør sum helst, ið skuldsetti hann. Skuldsetarin var bæði prestur og løgtingslimur. Spurningurin eg seti mær, er, hví fylgdi Niels Pauli Danielsen ikki síni skuldseting upp? Var maðurin bara ein av hesum vanligu baktalaratypunum, ið royndi at skorða sær nakrar bíligar atkvøður? Ella hvat lá aftanfyri?

At málið ikki bleiv kannað, havi eg ilskast inn á síðani. Tí møguliga var Kallsberg ósekur, og innast inni so vóni eg tað. Og hetta er ikki skrivað sum spott, men heilt einfalt tí, at man ikki eigur at yvast í persónliga moralinum hjá landsins hægsta manni.

Nú hevur tað so verið frammi í fjølmiðlunum, at Fólkaflokkurin skal umhugsa at seta Jørgen Niclasen út í landsstýrið fyri John Petersen! Hví gera teir tílíkt? Hvat er hatta fyri vónleysur framferðarháttur? Hevði talan av illum verið um 1. apríl, kundi man borið yvir við einum sovorðnum miseydnaðum skemti. Billar flokkurin sær veruliga inn, at fólk hevur gloymt, at tað var Jørgen Niclasen, sum einaferð »lænti« ein skrædlara, men tíverri gloymdi at boða ánaranum, Føroya Fiskavirking frá?

Samgongan hevur sett kós fram móti loysing, og tað riggar ikki rættiliga við hesum ivasomu persónunum í landsins hægstu sessum. At vera borgarligur og skálkur, tað er ikki neyðugvís tað sama. Ella sum ein kendur havnamaður plagdi at taka til: eitt er at vera alkoholikari, men man má for fanin kunna raka sær.


Jóanes Nielsen