Hetta er sanniliga eitt merkisár í føroyskari orðabókasøgu. Tvær stórar orðabøkur eru komnar út, í summar móðurmálsorðabókin hjá Føroya Fróðskaparfelag og mánadagin kom danska-føroyska orðabókin hjá Stiðjanum. Tað eru nógv ár síðani vit fyrstu ferð frættu um hesa orðabókina. Tá var danska-føroyska orðabókin hjá Fróðskaparfelagnum ikki komin út.
Tey eru fýra, ið hava arbeitt við nýggju orðabókini. Annfinnur í Skála, Jonhard Mikkelsen, Zakarias Wang og Hanne Jacobsen. Og tey eru sera væl nøgd við avrikið.
- Mær dámar hana væl. Hon hevur passaliga stødd, tá ið hugsað verður um, hvussu stór hon er. Tá ið føroyska orðabókin kom út fyrr í ár, hugsaði eg beinanvegin, at soleiðis mátti okkara orðabók ikki síggja út, tí henda var alt ov stór í vavi. Vit høvdu ikki ráð til at geva hana út í tveimum bindum, so vit máttu gera hana øðrvísi. Vit ráddu tí av í fyrsta lagi at leingja hana eitt sindur, soleiðis at blaðsíðatalið ikki bleiv alt ov stórt, í øðrum lagi nýttu vit tunt og sterkt pappír. Í triðja lagi nýttu vit smærri bókstavir, soleiðis at vit fingu 72 reglur á hvørjari síðu, har seinna danska-føroyska orðabókin hevur 57 reglur, og føroyska orðabókin hevur 62 reglur, sigur Annfinnur í Skála.
Annfinnur vónar, at forlagið seinni fær stuðul til at geva orðabókina útaftur í tveimum bindum - kanska enntá í víðkaðari og broyttari útgávu.
- Tey eru nógv sum halda, at enska-føroyska orðabókin hjá okkum ikki er so stór sum hon í roynd og veru er. Hon er eisini tættskrivað.
Rætt ikki at skunda undir
Umleið fimm arbeiðsár eru farin til at gera orðabókina. Fyrst arbeiddu Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen hvør sína helvt av bókini og eiga sostatt høvuðsarbeiðið. Hanne Jacobsen hevur eftirviðgjørt alt tað danska í bókini og hevur annars verið hollur danskur málsligur ráðgevi. Zakarias Wang hevur serliga farið um fakorðini.
- Tá ið eg var liðugur í juli 1995 vóru framvegis mangir óloystir spurningar, bæði viðvíkjandi fakorðum, nógvum føroyskum týðingum, ið eg ikki var nøgdur við, og danskar orðingar, ið eg ikki var vísur í, at eg rættiliga hevði skilt. Og eingin rættlestur hevði verið enn. Eg eri ógvuliga fegin um, at vit ikki skundaðu okkum ov nógv, tí eg ivist onga løtu í, at okkara orðabók er betri nú, enn hon hevði verið, um hon kom út í 1995 ella 1996. Eisini kann eg siga, at mín partur er um leið 35% størri nú, enn hann var, tá ið eg varð liðugur av fyrstan tíð.
- Høvdu vit ikki havt so góðar ráðgevar og rættlesarar, so høvdu vit ikki hættað okkum undir hetta arbeiðið. Tey eiga øll stórt rós uppiborið, og vit eru teimum ógvuliga takksom fyri tað megnararbeiði, sum tey hava lagt úr hondum, sigur Annfinnur í Skála.
Størsta orðabókin
Móðurmálsorðabókin, sum kom út í summar, hevur 65.500 leitorð. Nýggja danska-føroyska orðabókin hevur 78.645 leitorð. Hon er í roynd og veru nógv størri enn nýggjasta útgávan av Nu-Dansk Ordbog, og hon er helst størsta orðabók úr donskum, sum ikki er gjørd av dønum sjálvum.
- Henda orðabókin er meira enn fýra ferðir størri enn tann hjá Jóhannesi av Skarði og einar tvær reisir størri enn tann hjá Hjalmari, sigur Annfinnur í Skála.
Annfinnur í Skála sigur, at móðurmálsorðabókin er eitt megnarverk, men setningurin hjá teimum, ið løgdu hana til rættis hevur verið størri og meiri enn bara at gera eina nýtsluorðabók.
- Hon fatar um føroyska málið. Tað vil siga, at hon í størri mun fevnir um føroyskt mál sum tað er, og sum tað hevur verið. Okkara orðabók fevnir fyrst og fremst um danskt mál nú, og munurin á danska og føroyska samfelagnum er ikki so stórur, at ein slík orðabók sum okkara átti eisini at verið føroyingum ógvuliga hent í dag.
Ikki vera fyri uttan
Orðabókahøvundarnir á Stiðjanum stúra ikki fyri, at fólk hava fingið nóg mikið av orðabókum nú.
- Tvørturímóti. Hjá teimum, ið nýta orðabøkur, koma bøkurnar at styðja upp undir hvør aðra. Fólk kunnu fara úr aðrari orðabókini í hina fyri at fáa lýst okkurt neyvari. Kenna tey bara danskt dømi, so finna tey tað helst í okkara. Denturin í okkara orðabók er nútíðarorð. Fólk fara at finna hópin av tøkniorðum av øllum slag. Tað ið vit í roynd og veru kunnu stúra fyri, er, at fólk siga, at vit eiga donsku-føroysku orðabókina hjá Fróðskaparfelagnum, og tí nýtist okkum ikki hesa nýggju. Men vit vóna, at fólk skjótt fara at skilja, at hesa bókina fáa tey ikki verið fyri uttan. Í orðabókini er ein hópur av frágreiðingum av hugtøkum, sum vit onga løtu ivast í, at fólk fara at halda eru forvitnislig, sigur Annfinnur í Skála.
Orðasmíð
Málpolitikkurin, ið orðabókahøvundarnir hava lagt í nýggju orðabókina er ikki tann sami, sum vit finna í orðabókini hjá Fróðskaparfelagnum frá 1995. Tann orðabókin hevur í grundini ikki eina javna linju, tí hon fyri tað fyrsta bygdi á orðabókina hjá Jóannesi av Skarði og í øðrum lagi á mállinjuna hjá Hjalmari Petersen, sum er ein onnur. Í hesi nýggju donsku-føroysku orðabókini hava høvundarnir roynt at funnið føroysk orð fyri øll donsk orð og hóp av donskum tøkuorðum, men ikki altíð hevur borið til at funnið føroysk orð. Tá hava høvundarnir antin eisini í føroysku týðingini nýtt útlendska tøkuorðið sum føroyskt leitorð ella roynt á annan hátt at føroyska tey.
- Í summum førum hava vit roynt at smíðað orð. Tað, ið eg eri harmur um, er, at vit ikki hava skilað til, at leitorðið er smíðað. Aðramáta er málið annað og meiri enn bara orð. Vit hava roynt at týða donsku setningarnar til gott mál. Í summum førum eru føroysku týðingarnar kanska í so fornar, men tá hava vit aloftast eisini aðra týðing á einum meira vanligum máli.
- Eitt, ið er óheppið, men sum illa slepst undan, er, at tá ið tú arbeiðir við at gera orðabók úr øðrum máli, er torført ikki so ella so at laga týðingina eftir útlendska málbúnanum. Og tað er júst tað, ið vit hava roynt ikki at gera, men vit hava ivaleyst ikki altíð verið líka hepnir í týðingunum. Hetta vandamálið er uppaftur torførari, tá ið vit tosa um føroyskt, tí føroyskt yður í donskum orðum og donskum setningum.
- Og hvat skulu vit gera við øll hasi donsku navnorðini? Vit hava roynt at gera føroysk navnorð, men sannleikin er jú tann, at fara fólk at nýta hesi navnorð, so verður tað málinum til lítlan bata. Tí hava vit eisini, til dømis: tað at vera hetta ella hatta, heldur enn bara at hava eitt føroyskt navnorð, sum eingin nýtir ella kennir, sigur Annfinnur í Skála.
Vóna góða udnirtøku
Tey, ið hava gjørt nýggju donsku-føroysku orðabókina vóna, at hon fer at selja væl.
- Tað er jú í roynd og veru skilaleyst, at einki fæst burturúr slíkum tíðarkrevjandi arbeiði. Eg ivist ikki í, at hesi góðu 4 árini havi eg sjálvur lagt eini 6 ársverk í hetta arbeiðið, men enn er eingin króna vunnin. Vit hava fingið dyggan stuðul til hesa orðabókina. Vit hava fingið stuðul bæði frá almennum, hálvalmennum stovnum og frá privatum virkjum. Við ongum stuðli hevði ikki borið til at gjørt hetta arbeiðið. Vit fingu ongan vinning av teirri ensku-føroysku orðabókini, tvørturímóti fingu vit hall av henni, sigur Annfinnur í Skála.
Til spurningin, hvussu støðan hjá føroyingum orðabókum viðvíkjandi er, sigur Annfinnur í Skála, at hann má taka fyrivarni við, at onnur mugu meta um dygdina í orðabókini.
- Hetta er fyrstu ferð í søgu okkara, at vit hava stóra móðurmálsorðabók og stóra danska-føroyska orðabók, sum væl og virðiliga fevna um nógv meira orðatilfar enn bæði føroyingar og danir vanliga nýta. Hetta skuldi havt við sær, at nýtarin aloftast finnur tað, ið hann leitar eftir, og tað hava vit higartil ikki verið von við. Hetta er stórt framstig. Eg fari at ditta mær at siga, at ikki skuldi verið neyðugt í framtíðini at bróta upp úr nýggjum. Nú eru tvær stórar orðabøkur á føroyska marknaðinum, tvær orðabøkur, sum lættliga kunnu vaksast um, og sum kunnu verða nýttar í framhaldandi orðabókagerð. Málið má vera, at vit í fyrstu syftu eiga orðabøkur, sum fevna um øll tey stóru evropeisku málini - enskt, týskt, franskt, spanskt og russiskt. Tað verður nógv lættari í framtíðini at gera orðabøkur, tað skerst ikki burtur.
Um nýggja orðabókin hjá Stiðjanum fer at gera mun fer tíðin at vísa.
- Um fjølmiðlafólk og onnur fara at nýta hesar orðabøkur, so ivist eg ikki í, at okkara danska-føroyska orðabók og móðurmálsorðabókin ella føroysk orðabók, sum hon eitur, fara at vera málinum til bata. Men tær eru báðar stórar, og fólk mugu læra seg at nýta tær og leita í tolni, tí dømini eru nógv, og kanska ikki altíð løtt at finna beinanvegin, um leitorðið hevur drúgvar frágreiðingar, sigur Annfinnur í Skála at enda í viðtali.