ÓLI P Í STÓLINUM: Andstøðingur undir hattinum

Hann sá jólapappír og gjørdist hugtikin av mynstrunum.

Hann hevur skemtið, men eisini eina myrka síðu.

Hann ræðist tann totala tankan og tey, ið hava s-v-a-r-i-ð.

Hann nyttaði sambært seg sjálvan onki í skúlanum.

Hann er einaferð sensoreraður í Sosialinum.

Hann kann ikki torga at bíða og hann er sera spontanur.

Hitt Óla Petersen í stólinum.

Niclas Johannesen


? Hatta mást tú ikki skriva.

Tað gongur skjótt fyri seg, tá Óli prátar. Setningarnir rúka úr honum, og í orðunum hómast eisini eyðkenda strokið, sum síðan 9. februar 1989 hevur definerað baksíðana á Sosialinum. Karikaturteknarin er ein kantinuprátari av Guðs náði, ein sovorðin, ið við tóna, orðum og timing fær fólk at flenna at slíkum, sum í øðrum høpi helst hevði gjørt tey súr. Og nú vit seta okkum niður at práta í einum slag av álvara, fylgir tó onkur viðmerkingin við, har Óli sekundið eftir sjálvur staðfestir, at ?hatta mást tú ikki skriva.?

So tað lata vit vera við. Men søgan endar kortini ikki her.


Kríggj og skúli

Søgan um Óla byrjar 24. januar 1936. Tá verður Óli føddur. Klaksvík er heimbygdin, og hetta er í tíðini, har smádrongir hoyrdu til býlingar, og bandar mannaðir við hesum ótangum hoyrdu til býlingarnar.

? Fór tú um mørk, so bleiv bitið merkið í tað. Tað var ikki altíð líka lætt!

Hetta ljóðar ikki heilt ódramatiskt og óynskt drama fekk ungi smádrongurin meira av, tá 2. heimsbardagi eisini setti sín dám á Klaksvíkina. Óli minnist enn, hvussu tað í fleiri ár eftir kríggið setti í hann, bara hann hoyrdi flogfar í luftini. Klaksvíkin við øllum sínum skipum var upplagt bumbumál hjá týsku hernaðarflogførunum, tá hesi gjørdu innrás í føroyskt luftrúm tungu árini fyrst í 40?unum.

Oftani verður sagt, at skemt er sterkasta vápnið móti myrkrinum. Nær skemtarin í honum gjørdi innrás niður á blanka arkið, dugir Óli ikki at seta dato á.

Hann minnist bara, at hann longu sum 17 ára gamal fór til skips við gamla Sjúrðaberg, og har umborð gjørdi tekningar við komiskum útgangsstøði av ymsu persónunum umborð.

? Seinni, tá eg arbeiddi á Skipasmiðjuni á Skála, minnist eg, at eg plagdi at tekna ymsar persónar har á staðnum. Tá so Skipasmiðjan lat aftur í 1989 segði eg við meg sjálvan: ?Nú skal tað vera! Verður tað ikki nú, so verður tað ongantíð?. Húsini á Skála vóru næstan niðurrindað og konan hevði fast arbeiðið. So eg tók kjansin, og soleiðis byrjaði eg at tekna fulla tíð.

Fortel hvussu tú byrjaði at tekna?

? Eg byrjaði sum øll onnur, tá eg var lítil drongur. Sum við øllum øðrum dreingjum, so vóru tað skip, vit teknaðu. Munurin á hinum og mær var bara, at tá teir góvust, helt eg fram. Eitt tað fyrsta, sum eg minnist, ið hugtók meg almikið, var jólapappírið í handlunum. Hesi ymsu mynstrini, ið vóru sera einføld, fasineraðu meg á onkran hátt. Eg kundi standa leingi og granska hesi mynstrini, minnist eg.

Hevur tú nakra skúling innan tekning?

? Nei. Altso tað vil siga, eg var veturin í 1956/57 í Danmark á reklamuteknaraskúla. Men eg fann skjótt út av, at tað var ikki hetta, mín hugur stóð til ? at sita og tekna okkurt, sum stjórin segði, tú skuldi tekna ? so eg gavst. Viðhvørt kundi eg ynskt mær, at eg dugdi aðrar teknikkir, eitt nú grafiskar teknikkir av ymsum slag. Men nú eri eg blivin ov gamal. Og ov dovin at læra nakað nýtt.


Skálkur í myrkri

Tá Óli prátar hevur hann alla tíðina samband við eyguni hjá tær. Og í lítlu, myrku eygunum býr ein stórur skálkur, tað er onki at ivast í. Hann hermir ? helst uttan at hann sjálvur hugsar um tað ? tá hann endurgevur persónar fyri at siga tað og tað. Og so enda setningarnir ofta við látri.

Tá vit byrja prátið er kortini nakað tað fyrsta, Óli staðfestir, at hann er altso ikki ein kroniskur skemtari, sum reikar í Skála bygd á veiði eftir næstu baksíðutekning. Óli hevur eina aðra síðu eisini ? eina myrkari síðu, sum almenningurin neyvan fær innlit í gjøgnum baksíðuna á Sosialinum.

? Eg veit ikki rættiliga. Eg haldi kortini, at ein orsøk til, at eg tekni karikaturtekningar júst er tí, eg eisini havi ein notoriskan myrkan tendens í mær, sum eg stríðist ímóti við eitt nú mínum skemtitekningum. Trúgv ikki, at eg gangi runt allan dagin og flenni at alt og øllum. Eg eri ikki typan, sum er altíð glaður.

Hóast Óli Petersen dagliga undirheldur fjøldina við sínum tekningum, so er fakið sum skemtiteknari eitt rættiliga einsligt fak í Føroyum. Óli er tann einasti í landinum, sum livir burturav at tekna karikaturtekningar. Í fakliga einseminum hevur hann tó føroyska listarumhvørvið at hella seg til.

? Ja, eg eri limur í LISA, og har kenni eg meg væl. Eg havi ikki kensluna av, at hetta er so øgiliga hátíðarligt.

Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um føroyska list?

? Nei. Eg dugi ikki at síggja spesielt, hvat er føroysk. Tað eru ivaleyst eyðkenni, ið eg bara ikki dugi at fáa eyga á ? kanska tí eg ikki síggi skógina fyri berum trøum.

Í hesum villa vøkstrinum hevur Óli tó funnið síni egnu bein at standa á. Og hann veit, hvar hann ikki skal traðka.

? Tað eru ávís ting, eg ikki vil nerta við í mínum tekningum. Tað má ikki blíva ov persónligt. Og so slettis ikki nakað, ið hevur beinleiðis samband við persónligar tragediur. Tað kann vera øgiliga skjótt at fara yvir um markið. Tað er sum við einari stuttligari viðmerking; hon kann rúka út úr munninum og vera óføra stuttlig ta løtuna. Men aftan á kanst tú uppdaga, at tú hevur sárað onkran. Og so er tað ikki stuttligt longur.

Er tú spontantur?

? Ja, tað eri eg í roynd og veru. Eg eri ótrúliga spontanur. Av tí sama er tað best hjá mær at koma við hugskotum dagin fyri, og so líka sova upp á tað, áðrenn eg takið endaliga støðu til næstu tekningina hjá mær. Tá eg kenni meg sjálvan, so dámar mær tað best ? tá havi eg tamarhald á spontanitetinum. Eg eri eisini ótrúliga ótolin av lyndi. Tað ringasta eg fái, er hetta her við, at ?nú skulu vit líka her frá fyrst, og so mást tú bíða eitt sindur.? Tað er ræðuligt! Er tað nakað eg ikki orki so er tað at bíða. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at eg altíð skal gera okkurt og vera undirhildin. Mær dámar eisini óføra væl onki at gera, at hugna mær. Bara eg veit, at tað er tað, sum er á skránni.

Nær er ein tekning ov grov?

? Tað er torført sjálvur at avgera. Eg royni sum sagt ikki at vera persónligur. Og tað er væl altíð onkur, ið heldur, at tað eri eg kortini. Eg havi so valt at fara eftir politikarum serliga og fólki í maktpositiónum annars ? teimum, ið bjóða seg fram. Og um tey ikki tola at vera argað við eini tekning, so man spurningurin eisini vera, um politikkur og vald er nakað fyri tey.

? Eg havi valt at vera í andstøðu til tey, ið hava valdið. Er tað nakað sum eg ræðist, so er tað fólk í hava s-v-a-r-i-ð. Eg eri ongantíð so bangin, sum tá fólk stilla seg upp og siga, at tey hava loysnina og ?óttast ikki, fylg bara mær. Alt skal nokk ganga?. Tá er tíð at rópa varskógv. Eg ræðist tann totala tankan sum pestin.

Hvussu týdningarmikil er teksturin, tá tú gert eina tekning?

? Teksturin hevur nógv at siga. Tað er øgiliga týðandi, at tekning og replikk hoyra saman. Í so máta havi eg valt ein bastard.

Er tað lætt at spæla sær við føroyska málinum?

? Hetta við føroyska málinum er ein viðbrekin spurningur. Sjálvur nyttaði eg onki í skúlanum, og eg veit, at mong okkara hava trupulleikar við at skriva føroyskt. Spurningur er so, um tað er nakað galið við málinum ella um nakað er galið við fólkinum. Men hjá mær hevur replikkin stóran týdning. Tað er eitt tætt samband millum tekst og tekning, sigur Óli og leggur annars dent á, at hansara ambitión hevur ongantíð verið at koma at hanga í Listaskálum til ævigar tíðir.


Sensoreraður í Sosialinum

Og so er tað tann eina tekningin, sum ongantíð kom upp at hanga á hvørki Listaskála ella í Sosialinum.

? Ja, tað er satt. Eg eri eina ferð sensureraður í Sosialinum. Tað var í hesi ótrúligu turbulentu tíðini, tá Helena Dam á Neystabø var á veg úr Javnaðarflokkinum. Tá teknaði eg hana, sum hon leyp úr vindeyganum á bygninginum hjá Sosialinum og í føvningin á Lassa Klein, ið stóð niðri á vegnum og bíðaði. Men tekningin var gjørd, áðrenn politiska støðan var avklárað, so tann tekningin kom ongantíð í. Tað er einastu ferðina, eg havi verið út fyri, at ein av mínum tekningum ikki er komin í. Og tær eru eftir hondini yvir 1500 í tali. Annars hava tað ikki verið nakrir sum helst trupulleikar millum meg og Sosialinum. Sum Jan Müller plagar at taka til, so er Sosialurin ?eitt opið forum?, og tað haldið eg er satt. Eg haldi ikki, blaðið er so nógv merkt av partapolitikki.

Fullveldisætlaninar hava givið íblástur nógvar tekningar hjá tær síðstu tíðina. Hvør er tín viðmerking, um eg sigi, at tekningarnar eru anti-fullveldistekningar?

? Eg sigi onki. Eg latið tað standa til tekningarnar, tað er ikki mín uppgáva at tulka tekningarnar, sum eg sjálvur tekni. Men eg veit, at tulkingarnar kunnu vera so ymiskar frá fólki til fólk. Tekningarnar mugu tala fyri seg, sigur Óli og vísir á, at júst fullveldisætlanin er tann, ið fyllir mest í politiska kjakinum og í pressuni, og so fær hann sjálvsagt íblástur frá tí.

Men kann ein tekningí prinsippinum ikki marknaðarføra ein politiskan boðskap?

? Tá tú sigur politiskan boðskap, so ljóðar tað so øgiliga pompøst í mínum oyrum. Tað leiðir tankarnar aftur á gamla Sovjettsamveldið við blóði, parolum og arbeiðarum á stórum plakatum? Jú, tað ber til, men so er alt tað stuttliga burtur. Og so er kjarnin, eg arbeiðið út frá burtur. Tá trúgvi eg eisini, at effektin er burtur.

Til síðst Óli. Um tú vart biðin at tekna ein føroying, hvussu hevði tú gjørt?

Fyri fyrstu fer í samrøðuni steðgar Óli á. Hann hugsar leingi, meðan hann hyggur út gjøgnum vindeygað, sum um finst svarið onkustaðni har.

? ? Ein føroying, sigur tú. Altso, hvat fyri ein føroying?

Ein føroying, sum tú sært hann ? Tín føroying.

? Eg hevði ið hvussu er ikki teknað hann sum ein lítlan nissumann. Tá eg tekni ein føroying í mínum tekningum, so er tað vanliga inn í ein ella annan samanhang, har føroyingurin skal undirbyggja onkra hending ella søgugongd, og tá kann hesin karakterurin gott síggja út sum ein nissumaður í tí sambandinum?

Óli hugsar víðari og leggur so aftrat góða løtu seinni.

? ? Eg hevði heldur ikki teknað føroyingin í føroyskum klæðum.

Óli hugsar framvegis, og nú missir tú sambandið við hann.

So kemur tað.

? Eg trúgvi, tað skuldi verið rættiliga einfalt. Tí upp á ein ella annan máta byrjar træið at veksa skeivt, tá tú fert út í nationalitetir og politikk.

? Eitt menniskja. Nakið.

? Tað hevði helst verið mítt boð.