VÍF hølvaði VB av í Vági

Hondbóltur: VÍF-kvinnurnar fóru til Vágs og vunnu ikki minni enn 34-17. VB fekk bert fýra mál í fyrra hálvleiki

Vanliga eru VB-kvinnurnar tungar at syfta í høllini vesturi á Eiðinum, men tað merkti VÍF einki til, tá tær vóru í Vági sunnudagin.

VÍF vann 34-17 eftir at hava verið á odda 16-4 í hálvleikinum. Tað má sigast at vera illa avstaðfarið, tá eitt lið bert skjýtur fýra mál ein heilan hálvleik. Eyðbritt Krosslá sigur við Sosialin, at tað stutt sagt gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki.

? Alt gekk galið. Vit høvdu næstan eins nógvar royndir á málið og VÍF hevði, men avslutningarnir vóru út av lagi vánaligir, sigur Eyðbritt Krosslá.

Í seinna hálvleiki kom meira skil á hjá heimaliðnum, men tá var allur spenningurin farin úr dystinum.

Stóri spælarin í dystinum sunnudagin var Jacklin Djurhuus, sum spældi sín helst besta dyst í ár. Hon skeyt sjálv 11 av málunum hjá VÍF og spældi fleiri ferðir eisini hinar upp til mál. Spælandi venjarin Ioana Rapa skeyt seks mál, men hon var so at siga ikki við í seinna hálvleiki. Tað tykist vera politikkurin hjá teimum flestu av útlendsku venjarunum í kappingini, at tá teirra hjávera á vøllinum ikki er neyðug, seta teir seg uttanfyri, og tað er bara gleðiligt, tí tað gevur føroysku spælarunum meira ábyrgd, sum teir bert kunnu mennast av. VB-kvinnurnar kunnu eisini fegnast um tað, tí annars hevði munurin at enda kanska verið enn størri enn tey seytjan málini?

VÍF legði seg á odda 6-0 fyrstu tólv minuttirnar, og tær øktu til 11-2, tá tjúgu minuttir vóru spældir. Miðskeiðis í hálvleikinum fór VB at mansverja bæði Jacklin Djurhuus og Ioanu Rapa, men tað var líka vítt sum sítt. Hetta gav hinum VÍF-kvinnunum betri pláss at hóreiggja sær á, og sostatt hjálpti hetta einki hjá heimaliðnum.

VB endaði hálvleikinum við at brenna tvey brotskøst, so hálvleiksstøðan var 16-4 til vestmannakvinnur

Í seinna hálvleiki kom sum sagt meira skil á hjá VB, men dysturin var avgjørdur, og VÍF-kvinnurnar tóku sær eisini meira av løttum. VÍF vann at enda 34-17, og uppgávan bleiv lættari, enn VÍF-liðið mundi havt roknað við.


Fótbólturin í Vági byrjar í januar

VB hevur í nógv ár verið umboðað í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Sum oftast hevur liðið verið millum tey niðastu, men tað hevur eydnast at lívbjarga sær kortini. Í ár sær botnstríðið út til at skula standa millum VB og GÍ/Tjaldrið, og higartil hava hesi liðini vunnið eina ferð í part móti hvørjumøðrum.

Í summar flutti fótbóltsliðið hjá VB-kvinnunum upp í 1. deild. Venjarin hevur longu sagt, at venjingin byrjar longu í januar, og tað verður fýra ferðir um vikuna, og roknast kann við, at fleiri av teimum, sum nú spæla hondbólt við VB, eisini fara at spæla fótbólt. Hetta er ein trupulleiki, sum Tjaldrið hjá monnunum eisini hevur, og tað er torført at spáa um, hvat tað endar við, tá fótbólturin aftur tekur kappingina upp við hondbóltin.

Men tað er í øllum førum neyðugt hjá VB at gera okkurt við henda trupulleika, um plássið í ovastu deildini skal varðveitast, tí GÍ/Tjaldrið hevur ikki henda trupulleikan.

Annars hevur VB eina strævna skrá fyri framman. Liðið hevur nú spælt allar sínar heimadystir í grundspælinum, men hevur framvegis fýra útidystir eftir, og harafturat eru tveir teir fyrstu dystirnir í endaspælinum eisini útidystir. Altso tilsamans seks útidystir á rað hjá VB. Kappingin er ivaleyst løgd soleiðis, so VB-kvinnurnar skulu sleppa undan at ferðast so ofta, men Eyðbritt Krosslá heldur ikki, at hetta er nøkur góð loysn ítróttarliga.

? Kappingin er løgd soleiðis, at vit spæla tveir dystir, hvørja ferð vit eru norðanfyri, og tað er strævið ? ov strævið, halda vit. Okkum hevði betur dámt at ferðast norður oftari og bert spælt ein dyst, meðan vit vóru norðanfyri, sigur hon.

VB hevur frí komandi vikuskifti, og tað kemur væl við hjá teimum. Annað vikuskifti skulu VB-kvinnurnar so til Havnar, har tær leygardagin 12. desember spæla móti Kyndli og dagin eftir móti Neistanum. Og vikuskiftið eftir hetta, sum er fýra dagar áðrenn jól, skal VB leygardagin spæla móti VÍF í Vestmanna og sunnudagin móti StÍF á Skála.


Kristian slitið hælsinuna

Dysturin í Vági sunnudagin var annars sermerktur á tann hátt, at annar av dómarunum var úr VB. Hetta er ikki vanlig mannagongd ? í øllum førum ikki í 1. deild. Upprunaliga vóru tað teir báðir Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, sum skuldu døma, men Kristian var so óheppin at slíta sær hælsinuna fyrr í vikuni.

Roynt varð at útvega Hjalmari ein annan makkara, men ov stutt tíð var, og allir hinir dómararnir vóru upptiknir á ein ella annan hátt. Tí noyddist Egill Steintórsson at døma saman við Hjalmari í Vági sunnudagin. Hetta riggaði bara væl, og tað gjørdi eisini uppgávuna lættari, at tað var so stórur munur á liðunum. Tá heimaliðið tapir 17-34, ber eisini neyvan til at tosa um »heimadómarar«.