Tey mugu bíða

­ Tað er avmarkað hvat vit megna, og tí noyðist tey brekaðu at bíða eftir aðalorðaskiftinum um sosialpolitikk, sum vónandi verður fyri jól, sigur landsstýrismaðurin

Orsøkin til at landsstýrismaðurin í almannamálum ikki hevur skipað fyri at halda Alheims Handikappdagin, er, at tey í Almanna og Heilsustýrinum arbeiða við fullari megi við frágreiðingini um at broyta sosialpolitikkin.Tá hon er liðug, verður aðalorðaskifti í tinginum.

­ Av tí at tey brekaðu náttúrliga hoyra til í hesum øki, helt eg tað vera best, um vit tóku teirra viðurskifti við í í aðalorðaskiftinum, sigur Helena Dam á Neystabø.

­ Er tað ikki óheppið at dagurin als ikki verður nevndur í tinginum í dag?

­ Nú er ikki tingfundur í dag, men eg fari at venda mær til tingformannin, at vita, hvat vit kunu gera í hesum sambandi, sigur Helena Dam á Neystabø.


Fekk brævið so seint

Hon heldur, at hóast viðurskiftini hjá teimum brekaðu viga tungt í heildini, so er tað torført at arbeiða í fleiri økjum í senn. Hertil kemur, at hon so seint fekk brævið frá MBF. Nú fer hon at seta seg í samband við MBF um málið.

Í frágreiðingini, sum nú verður gjørd í Almanna og Heilsustýrinum, verða almennu viðurskiftini strikað upp soleiðis sum tey eru í dag. Tey stóru málini verða tikin fram, umframt uppskot um, hvussu tey truplu økini kunnu broytast, sum eru mest átrokandi at fáa loyst, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki vil fara nærri inn á, hvørji hesi mál eru.

Hon nevndir forsorgarlógina og barnaforsorgarlógina, har starvsfólkini á Almannastovuni í dag virka sum avgreiðslufólk, og ikki sum málsviðgerðarar, ið teir av røttum áttu at virka.

Um viðurskiftini hjá teim brekaðu, nevnir Helena Dam á Neystabø, at serliga viðurskftini við pensiónum, bústaðarmøguleikum og arbeiðstilboðum, eru økir, sum tørvur er at fáa loyst.