Alheims Handikappdagurin ikki hildin

Í samband við Alheims Handikappdagin 3. desember hevur dagurin verið hildin í Føroyum áður, har tingfólkið hevur umrøtt viðurskiftini hjá teim brekaðu, men í ár verður tað av ongum

Tað er ikki orsakað av at nakar hevur gloymt Alheims Handikappdagin, ella at tey, ið varða av honum, ikki hava givið seg til kennis á røttum stað.

MBF, sum er meginfelagið hjá teim brekaðu, hevur heitt á Almanna-og Heilsustýrið og biðið Helenu Dam á Neystabø um at skipa fyri orðaskifti um viðurskiftini hjá teim brekaðu í tinginum, men har verður einki gjørt hesaferð.

Í fjør var dagurin hildin við fleiri tímar longum orðaskifti um viðurskiftini hjá teimum brekaðu, og tá var Kristian Magnussen landsstýrismaður í almannamálum.


Allir flokkar játtaðu

at halda dagin

Fyri fýra árum síðan heitti MBF á Løgtingið um at taka undir við at ST hevur valt 3. desember sum Alheims Handikappdag.

Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skuldu hava møguleika at fylgja tí arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar, byrjaðu í » Ár teirra brekaðu», sum var í 1981.

Endamálið við Alheims Handikappdegnum er, at politikarar henda dagin skulu eftirmeta tað, ið er gjørt í árinum, og tosa um hvat enn liggur á láni.

Í fjør var einamest orsøkin, at Pensionatið skuldi latast aftur á jólum, og tað fekk rættiliga tingfólk at geva seg tilkennis.

Eitt nú var játtan fingin til vega, sum forðaði fyri at Pensionatið varð latið aftur. Búfólkini sluppu at verða heima hjá sær sjálvum á jólum.

Í ár hava búfólkini á Pensionatinum, fingið vissu fyri, at heimið ikki letur aftur á jólum. Tað eru øll fegin um, men kortini eru tey í MBF vónsvikin, at Alheims Handikappdagurin ikki verður hildin í dag.