Landsstýrið reinsar Thomas Arabo

Føroya Landsstýrið hevur rindað fyrrverandi stjóranum á Strandferðsluni Thomas Arabo eitt endurgjald upp á 230.000 krónur. ? Eg eri reinsaður, sigur Thomas Arabo, ið metir at justitsmorð var framt móti honum, tá landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund gav Arabo sekkin fyri stívliga tveimum árum síðani

Tá fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund fyri tveimum árum síðani koyrdi Thomas Arabo frá, var justitsmorð framt móti táverandi stjóranum á Strandferðsluni.

Hetta er niðurstøðan hjá Thomas Arabo, ið var rikin úr stjórasessinum Yviri við Strond í Havnini um morgunin 1. november í 96.


Reinsaður

? Eg eri reinsaður, og eg eri ótrúliga væl nøgdur her tvey ár aftan á óhugnaliga upplivilsi, sigur ein avkláraður Thomas Arabo, ið longu hevur fingið endurgjaldið frá landsstýrinum.

Upprunaliga vildi Arabo hava tænastumannasak, men hetta ynski var ikki gingið honum á møti. Síðani hevur Verkfrøðingafelagið røkt áhugamálini hjá frákoyrda stjóranum. Og eftir drúgt brævaskifti millum sakførararnar hjá Arabo og sakførararnar hjá landsstýrinum er semja gjørd í rættinum fyri trimum vikum síðani. Landsstýrið rindar Thomasi Arabo eitt endurgjald upp á 230.000 krónur.

? Við endurgjaldinum frá landsstýrinum verður greitt staðfest, at Sámal Petur í Grund onki sakligt grundarlag hevði at byggja á, tá hann koyrdi meg frá. Uppsøgnin var politisk, og eg eri rættiliga vísur í, at Sámal Petur í Grund valdi at offra meg fyri at bjarga sítt egna høvd, sigur Thomas Arabo.

Hvat byggir tú tína meting á?

? Longu á jólum 1995 gjørdi eg landsstýrinum greitt, at pengar fóru at resta í komandi árið, og at SL mátti hava 44 milliónir krónur í eykaútreiðslum. Kortini sker Sámal Petur í Grund hesa upphædd niður í 40 milliónir krónur. Samstundis krevur hann, at virksemi á SL skal vera tað sama, hóast pengar resta í.


Sámal Petur

bjargaði sær sjálvum

? Fólk ávaraðu meg longu tá um ikki at vera ov loyalur móti landsstýrismanninum. Men tað valdi eg at vera, og eg mátti so bøta fyri tað, sigur Thomas Arabo.

? Eg roknaði við, at landsstýrismaðurin fór at veita neyðuga fígging til tann aktivitet, ið hann sjálvur politiskt kravdi at SL skuldi hava.

Thomas Arabo ivast onga løtu í, at Sámal Petur í Grund valdið at kvetta høvdið av einum almennum stjóra fyri at bjarga sínum egna politiska høvdi.

Metingin hjá Thomasi Arabo er, at við sum sagt at krevja eitt tænastustøði, ið lá oman fyri fíggjarligu karmarnar, hann sjálvur setti, breyt Sámal Petur í Grund í roynd og veru stýrisskipanarlógina.

Thomas Arabo vísir eisini á, hvussu Sámal Petur í Grund prátaði so nógv um hetta ?tveysiffraða milliónundirskotið? á SL, og brúkti tað sum høvuðsgrundgeving fyri at siga Arabo úr starvi. Tíðin hevur síðani víst, at tveysiffraða undirskotið hevði onki við raksturin hjá SL at gera, men stavaðu frá broyttum roknskaparprinsippum, har ognirnar hjá SL ikki longur blivu inntøkuførdar.

? Hetta brúkti Sámal Petur heilt bevíst fyri at fáa myndina av mær og SL at síggja so ræðuliga út sum gjørligt. Tíðin hevur víst, at haldgott grundarlag var ikki hjá Sámal Peturi í Grund fyri at koyra meg úr starvinum. Tað havi eg ongantíð ivast í sjálvur.

? Men nú føli eg meg eisini reinsaðan úti millum fólk, sigur Thomas Arabo.

Fyrrverandi stjórin hevur allatíðina havt arbeiði síðani hann var uppsagdur. Hann starvast sum oljuráðgevi í offshore málum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

? Eg havi tað fínt.

Leingist tær aftur á SL?

? Nei! At vera stjóri á SL er sera hart arbeiðið, og eg ætlaði mær altíð frá ár 2000.


Marjun vísir til

fíggjardeildina

Hóast Tinganes fyri trimum vikum síðani gjørdi semju um at rinda fyrrverandi stjóranum á SL endurgjald, so málið ikki verið frammi á hægsta stað í umsitingini enn.

Í kjalarvørrinum á endurgjaldinum til Thomas Arabo stinga fleiri spurningar seg um. Ein er, hvussu tað kann vera, at almennur stjóri verður koyrdur úr starvi við tí grundgeving, at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri hansara almenna oyðsl, og at sami skattgjaldari nú skal rinda sama stjóranum endurgjald.

Hægsti embætismaður í landinum, løgmansstjórin Marjun Hanusardóttir, vísir til Fíggjarmálastýrið, tá Sosialurin vil hava at vita, hvat liggur til grund fyri, at landsstýrið hevur valt at rinda Thomasi Arabo endurgjald.

? Eg kenni ikki útfallið av sakini, segði Marjun Hanusdóttir við Sosialin týsdagin. Tummas Magnussen, ið hevur umsitið málið fyri landsstýrið var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar seinnapartin týsdagin.