servandum hundum at leita eftir fólki í teirri stóru høllini, men umstøðurnar hjá teimum neyðstøddu vóru ikki serliga góðar, tí tað frysti ímillum 15 og 20 stig í Moskva leygardagin. Transvaal Park var [...] var tann størsta og mest nútímans svimjihøllin í Moskva. Høllin varð tikin í nýtslku í 2002 og var sera væl umtókt sum frítíðarstað. Hildið verður, at eini túsund fólk mundu vera inni, tá takið brádliga [...] um byggifusk. Stjórin í svimjihøllini og maðurin, sum hevði eftirlitið við byggingini, vóru til avhoyringar hjá løgregluni í Moskva sunnudagin. Illgruni er um, at høllin bleiv ikki bygd eftir teimum reglum
hava eitt jólahús í Sørvági. Eitt heilt fitt lítið hús, sum stendur í gomlu bygdini í Sørvági. Eitt sindur burturgoymt kanska mitt í einum trunka av húsum. Men soleiðis standa gomul hús í gomlum bygdum ofta [...] av eldru húsunum í bygdini. Fitt lítil træhús við flagtekju, sum sett eru í stand og rættiliga hugnað um nú til jóla. Inni eru jól. Tað er eingin í iva um, sum inn kemur. Her eru jól í hvørjum rúmi, hóast [...] hóast tey ikki eru so nógv, sum tey vanliga eru í nýggjum húsum í dag. Og øll sleppa inn, siga tey, sum standa fyri hesum hugnaliga tiltakinum i Sørvági. Tí húsið er opið fyri almenninginum hvønn sunnudag
dystinum, áðrenn vit fóru til borðið. Tað var spennandi. Vit tippaðu ikki undan dystinum, men hetta var áðrenn tjóðskaparøsingina í Føroyum, so øll vónaðu, at Danmark fór at vinna. Tað var eitt øgiligt [...] skoraðu málini hjá Danmark. Eg haldi ikki, at øll beinleiðis væntaðu, at Danmark nokk fór at tapa undan dystinum, tí teir høvdu yvirraskað so nógv við úrslitunum í bólkaspælinum, at nærum alt var gjørligt [...] Tú ert ongantíð betur enn tín seinasti dystur. So tá Danmark legði út við einum ússaligum javnleiki í HM undankappingini aftaná, mundi alt tosið um EM sigurin tagna.
er, at eigur tú tráðu og pott, so livst! Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, til tráða var í næstan hvørjum hjalli ella kjallara úti á bygd. Men tíðir broytast og umstøður við, sum tikið verður til [...] Seiðaberg Í bygdunum kring landið eru nógv seiða-og reyðfiskapláss. Tey kendastu bera ymisk nøvn, ið hava sínar røtur langt afturi í tíðini, tá ið tráðan hevði stóran týdning fyri húsarhaldið. Gamalt er [...] Og tó. Tað kemur meira enn so fyri, at tú enn sært menn í fjøruni ella á bryggjukantinum við tráðu. Mikumorgunin tóku vit hesa myndina á bryggjuni í Leirvík. Tveir mans skiftust um at glúpa stórseið, ið
síni spor hjá mær í eftirtíðini. Eg var bebbarædd fyri at flúgva í fleiri, fleiri ár aftaná, men tað gekk sjálvandi yvir. Í dag eri eg ikki bangin longur, men handan hendingin stendur klár í mínum minni. - [...] vemmiligt. Alt fór av hundanum til í flúgvaranum, og øll vóru púra skelkað. Vit fóru síðani til Noregs og yvirnáttaðu í Bergen og flugu so heim dagin eftir. Eg haldi ikki, at eg var serliga greið yvir, hvussu [...] ? Tað minnist eg øgiliga væl. Eg sat í flúgvaranum á veg til Føroyar. Eg las í Odense tá, og ein vinkona og eg vóru á veg heim at halda jól. Beint áðrenn vit lendu, bleiv flúgvarin syftur upp frá aftur
Tveir dystir skulu spælast í bestu mansdeildini í flogbólti, og í báðum førum tykist talan kunna gerast um heilt spennandi uppgerðir. Áhugin er kanska størstur fyri dystinum í Sørvági, har Fleyr kemur á [...] heimavøllinum. Tann fyrimunurin ger í øllum førum, at SÍ mugu metast sum lítlir favorittar undan dystinum. Ikki minst tá teir eisini vunnu dystin í Gundadalshøllini fyrr í heyst. Ein dystur verður tó eisini [...] oddasessinum í deildini, og so er spurningurin, hvørt sørvingar nú sleppa at leggja seg einsamallar á odda, ella um Fleyr skal prógvað, at javnstøðan í deildini er fullkomin. Dystirnir móti Mjølni benda í øllum
havandi í huga, at Ístak longu í fjør summar mælti til at portalurin bleiv longdur 15-20 metrar. Eg havi fylgjandi spurningar til byggieftirlitið: - Hví hevur byggieftirlitið ikki fyri langt [...] Øravíks-Hov tunnlinum?? - Hví bleiv hetta arbeiði ikki avtalað at verða gjørt, tá Istak vísti á tað í fjør? - Hvussu nógv seinkar hetta upplatingini av tunlinum í mun til ætlaðu upplatingina, sum Ístak hevði
altjóða kvinnudagin, 8. mars, vavdur inn í eitt garnastykki og ein langan enda, sum hekk uppi í hesum. Tað kann avgjørt ikki hava verið stuttligt at verið hesin kópurin í síni villu náttúru, púrasta deyðadømdur [...] deyðadømdur. Kópurin hevur verið ógvuliga heppin yvirhøvur at vera sloppin upp á land, so vavdur í garnastykki og enda, sum hann var, tá ið menn umborð á strandfaraskipinum Teistanum tóku hesa myndina. Hetta [...] tá ið slíkt, sum skuldi verið ført til lands, endar á sjónum og verður til ampa fyri óseku dýrini í havinum. Nú hava vit menniskju náttúrliga eitt nærri tilknýti til hund enn kóp, men hugsa vit okkum
at fremmandur toskur verður blandaður upp í føroyska toskastovnin. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Nú vit eru farin undir toskaaling í Føroyum heldur hann, at tað er sera umráðandi [...] at føra útlendskt toskayngul til Føroya. -Ala vit tosk á sjónum, slepst ikki undan at toskur sleppur úr ringunum.Men tað má ikki henda, at at vit fáa útlendkst yngul hendavegin, sum kann blandast við føroyskan [...] eginleikarnir hjá føroyska toskium verða útvatnaðir við tað, at fremmandur toskur er blandaður upp í. Í hesum sambandi hugsar fiskimálaráðharrin serliga um at verja toskin á Føroya Banka, sum hevur heilt
hugburður, sum er komin til sjóndar í lesarabrøvum, fer at merkja hansara arbeiði sum formaður í stýrinum. Hann leggur afturat, at hann fer at møta hinum 6 limunum í stýrinum um stutta tíð, og at tann nýggja [...] skúlagátt, um tað var rætt av løgmanni at halda røðu fyri samkyndum í Grasagarði, og um tað svenska sosialdemokratiska samfelagið ikki hevur ført til eina bíbliuótrúgva humanismu. Hinvegin hevur hann róst [...] Føroya og at júst Símun Absalonsen er valdur til formann í stýrinum. Sjálvur er Símun Absalonsen fámæltur um tey sjónarmið, hann áður hevur ført fram í lesarabrøvum. - Kringvarpið eiga vit øll. Annars havi