POLITIKKUR
Millum ár og dag hevur Símun Absalonsen ikki verið bangin fyri at sagt sína hugsan um ymisk samfelagslig, vísindalig og átrúnaðarlig viðurskifti. M.a. hevur hann sett spurnartekn við, um menningarlæran skal eiga innivist innan skúlagátt, um tað var rætt av løgmanni at halda røðu fyri samkyndum í Grasagarði, og um tað svenska sosialdemokratiska samfelagið ikki hevur ført til eina bíbliuótrúgva humanismu. Hinvegin hevur hann róst Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, fyri at staðið fast um tað, hann hevur kallað “føst kristin virði”.
Fyrradagin kunngjørdi sami Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, at hann hevði sett stýri fyri Kringvarp Føroya og at júst Símun Absalonsen er valdur til formann í stýrinum.
Sjálvur er Símun Absalonsen fámæltur um tey sjónarmið, hann áður hevur ført fram í lesarabrøvum.
- Kringvarpið eiga vit øll. Annars havi eg onga viðmerking, sigur Símun Absalonsen, tá hann varð spurdur, um hansara hugburður, sum er komin til sjóndar í lesarabrøvum, fer at merkja hansara arbeiði sum formaður í stýrinum. Hann leggur afturat, at hann fer at møta hinum 6 limunum í stýrinum um stutta tíð, og at tann nýggja kringvarpslógin er “fín”, sum hann málber seg.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki í Lindini
Í Kringvarpslógini stendur m.a. í §4 stk. 5 at <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya”. Símun Absalonsen hevur javnan verið at hoyrt í sendingini “Á ferð gjøgnum Bíbliuna”, sum rásin Lindin hevur staðið fyri. Nýggi stýrisformaðurin sigur tó, at tað eru eini 2-3 ár síðani hesar sendingar vórðu gjørdar, og at tær síðani hava verið endursendar.
Tað er sum nevnt Jógvan á Lakjuni, sum hevur avgjørt at seta Símun Absalonsen í formanssessin, og hann viðgongur, at hann hevur sett ein persón í starvið, sum ikki hevur bangin fyri at gjørt vart við síni sjónarmið. Í blaðnum í gjár segði hann, at hann vildi hava ein roknskaparkønan í nevndina, sum Kringvarpslógin eisini krevur, og tí setti hann Simun Absalonsen, sum er løggildur grannskoðari.
- Eg eri kanska samdur við honum í nógvum, men eg havi valt ein persón við professionellum eginleikum, sum er ein álitismáður, sigur Jógvan á Lakjuni, sum ikki himprast við at rósa Símuni Absalonsen.
- Hann hevur sínar vinklar. Eg kenni Símun sum ein ótrúliga vælbegávaðan fýr, sum á ein sakligan máta er komin fram við sínum sjónarmiðum. Hann er klókur og skilagóður og sleingir ikki bara út, men argumenterar, sigur Jógvan á Lakjuni, ið tó viðgongur, at hann spurdi onkran annan fyrst, men viðkomandi vildi ikki taka av.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fjølbroytt nevnd
- Vit hava øll sum borgarar okkara meiningar um Kringvarpið, og hetta skal speglast aftur í nevndini. Har sita 7 ymisk fólk, og eg trúgvi ikki, at formansatkvøðan kemur at avgera alt, sigur landsstýrismaðurin.
Hvørki hann ella tann nýggi formaðurin kunnu tó upplýsa, hvørja støðu formaðurin fær í nevndini. Hann vísir á, at nevndin er mannað við ymiskum fólkum, og nevnir m.a. Eyðun Joensen og Páll Isholm, sum á hvør sín hátt hava gjørt vart við seg í ávikavist tí almenna kjakinum og kommunalpolitikki.
- Nú fáa vit eitt stýri, sum fær ótrúliga positiva ávirkan á almennu fjølmiðlarnar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Sjálvur hevur hann tó bert sett tveir av teimum sjey stýrislimunum. Umframt formannin, hevur landsstýrismaðurin gjørt av at seta Kristu Hvannastein úr Haraldssundi í stýrið.
- Tað er gott við ungum fólki, og hon er pedagog, og tað er gott, tí Kringvarpslógin ger nógv burtur úr at verja børnini, sigur Jógvan á Lakjuni, ið leggur dent á, at fólkini eru vald av tí at tey hava góðar førleikar.
Jógvan á Lakjuni fegnast um ta nýggju lógina.
- Grundin til, at vit hava fingið eitt stýri, er, at tað politiska valdið lá ov nær, og tú fekk einki gjørt sum politikari, sigur Jógvan á Lakjuni, sum við tí nýggju kringvarpslógini hevur latið ovasta valdið til tað nýggja stýrið.
- Eg skilji væl, at tit spyrja. Men eg haldi vit skulu geva stýrinum ein kjans, sigur Jógvan á Lakjuni, ið leggur afturat, at nú eru tær tær flestu heimildirnar, ið áður lógu á hansara borðið, latnar tí nýggja stýrinum at umsita.
-- -- -- -- -- -- -- -- --
FAKTA
Nýggja stýrið fyri Kringvarpið hevur heimild at seta stjóra og loysa hann úr starvi.
Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemið hjá Kringvarpinum verða fylgdar. Eftir tilmæli frá kringvarpsstjórnanum staðfestir stýrið virksemið hjá stovnsinum sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit viðstovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Kringvarpslógin kom í gildi á nýggjárinum.
-- -- -- - - - -- -- - - - - - -- -- - - -
Símun Absalonsen í Dimmalætting 2. august 2004 um røðu løgmans fyri samkyndum í Grasagarði:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Í røðu løgmans vóru lyklaorðini "hóvsemi, andsfrælsi og tolsemi". <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hetta ljóðar sera gott, men spurningurin er, um hesi hugtøk kunnu standa einsamøll, uttan at finna akkersgrund í føstum virðum. Tey føstu virðini eru ikki til at fáa eyga á í humanistisku røðu løgmans, og tað reisir beinan vegin nakrar spurningar.
(…) Tá løgmaður í røðuni sigur, at tað er skilagott at viðurkenna sín egna kynsliga samleika, umfatar hetta so eisini tey pedofilu? Soleiðis kundu vit hildið á at spurt. Røðan hevði onga hellugrund, og reisir fleiri spurningar heldur at svara nøkrum.
Øðrvísi var í Margarinfabrikkini. Her røddi mentamálaráðharrin um tey føstu kristnu virði, ið hava bygd tjóð okkara, men sum í dag tykjast at standa við eitt vegamót. Hann nevndi eisini humanismuna, sum ikki viðurkennir sær nakrar fastar normar, ella nakran mynduleika yvir sær”.
Símun Absalonsen í Dimmalætting 2. august 2004:<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$” Tá eingi absolutt virði finnast í tilveruni, er spurningurin um rætt ella skeivt altíð relativur. Etikkur og moralur er avgjørdur útfrá tíðarráki. Tað, sum etiskt rætt í dag er kanska skeivt í morgin og øvugt. Eitt samfelag, ið byggir á humanismu, gerst ein tongul í brimi”
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$” Humanisma er ein filosofisk fólkareligión, sum er ateistisk, tvs. trýr ikki á nakran Gud. Humanisman hevur tikið nakað av sínum "bleytu virðum" úr kristindóminum, og roynir at misnýta kristindómin fyri at marknaðarføra síni sjónarmið, men humanisman avnoktar avgjørt játtanargrundarlagið í kristnu trúnni”.