- Vit eru fegin um at boða frá, at Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett sum hotellleiðari á 62°N Hotel.
Tað siga tey í 62°N í dag.
Lagt verður aftrat, at við drúgvum royndum innan tænastu, samskipan og kundarøkt, kemur Fríða at standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini av 62°N Hotel, sum liggur mitt í hjartanum í Havn.
- Hennara dygdir, arbeiðslag og áræði passa sera væl til okkara virðir, og vit eru spent eftir at síggja, hvussu hon fer at leiða hotellið víðari við nýggjum íblástri, orku og fokus á bæði gestir og starvsfólk.
Við Fríðu Jóinsdóttir á odda verður dentur lagdur á at styrkja upplivingina hjá gestunum, menna hotellið, sum eisini er ein umráðandi partur av ferðavinnuni og skapa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi fyri øll í toyminum.
- Vælkomin, góða Fríða - vit gleða okkum til samstarvið, siga tey í 62°N í dag.