Skal norðari port­al­ur­in nú leingjast í 12. tíma?

Ístak, sum hevur gjørt eitt valaarbeiði í sam­band við Øravíks-Hov tunn­li­n, er so smátt fari at rigga av við hesum ar­­beið­i og ætlaðu mær kunn­ugt, at tunnilin skal verða klárur at taka í nýtslu tann 15. juli 2007.

Johan Dahl,

Løgtingsmaður

 

Nú verður tosað um mill­um manna, at bygg­i­eft­ir­litið krevur norð­rara port­alin longd­an við 15-20 metrum.

Hetta má sigast at verða langt úti - serliga hav­­andi í huga, at Ístak longu í fjør summar mælti til at portalurin bleiv longdur 15-20 metr­ar.

Eg havi fylgjandi spurn­­ing­­ar til bygg­i­eft­ir­lit­ið:

- Hví hevur bygg­i­eft­­ir­­lit­ið ikki fyri langt síð­­ani gjørt vart við leingj­­an av portalinum á norðr­aru síðu á Øravíks-Hov tunnlinum??

- Hví bleiv hetta arbeiði ikki avtalað at verða gjørt, tá Istak vísti á tað í fjør?

- Hvussu nógv seinkar hetta upplatingini av tun­l­i­num í mun til ætlaðu upp­lat­ing­ina, sum Ístak hevði sett sær fyri at verða 15. juli 2007 - alt­so ca. ½ ár árðenn ásettu lið­ugtgerð av tunnlinum?

- Hvør skal gjalda fyri, at hetta nú skal gerast, sum skilst so hevur Ístak gjørt sín avtalaða part.

- Gjaldir Landsverk ella Landsbyggifelagið, sum hava eftirlit við arbeiðinum???

Vágur 17.06.2007