Hvar vart tú tá jólaódnin herjaði oyggjarnar í 1988?

Georg L. Petersen, tíðindamaður:

? Eg var til arbeiðis á Dimmalætting, har eg sat og gjørdi eina samrøðu við Marjuna Bæk. Samrøðan snúði seg um jól og nýggja árið, sum stóð fyri durum. Meðan vit prátaðu, loysnaði vindskeiðin við vindeygað beint har, sum eg sat. Eg hugdi út gjøgnum vindeygað og sá, at tekjan á Brunatryggingini byrjaði at loysna. Hon krúllaðist simpulten av.
Samrøðan varð brotin av, tí Marjun noyddist at rýma frá telefonini, tí okkurt var hent í illveðrinum í Kvívík.
Eg ringdi síðani eftir hjálp at fáa alt tað leysa, sum lá og rakst uttan fyri beint av vegnum, áðrenn tað gjørdi skaða á nakað annað.
Biltúrurin heim var eisini eitt upplivlisi. Eg átti ein gamlan Fiat 127, sum ikki var í serliga góðum standi. Meðan eg koyrdi heim, mátti eg steðga tríggjar ferðir, tí motorhjelmurin reyk uppfrá av nógva vindinum.
Gentan hjá mær, sum er svensk, var júst komin til Føroya á fyrsta sinni. Hon var púra forskrekt.
Hatta var eisini sera ógvusligt, og eg havi aldrin upplivað nakað líknandi hvørki fyrr ella síðani.