Glúpaðu stórseið í Leirvík

Tað er stuttligt at standa á seiðabergi ella at royna við agni eftir reyðfiski eitt góðveðurskvøld. Men har nógvur seiður er, sum í Leirvík, ber eisini til at royna við glúpi!

Seiðaberg

Í bygdunum kring landið eru nógv seiða-og reyðfiskapláss. Tey kendastu bera ymisk nøvn, ið hava sínar røtur langt afturi í tíðini, tá ið tráðan hevði stóran týdning fyri húsarhaldið.
Gamalt er, at eigur tú tráðu og pott, so livst!
Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, til tráða var í næstan hvørjum hjalli ella kjallara úti á bygd.
Men tíðir broytast og umstøður við, sum tikið verður til.
Og tó.
Tað kemur meira enn so fyri, at tú enn sært menn í fjøruni ella á bryggjukantinum við tráðu.
Mikumorgunin tóku vit hesa myndina á bryggjuni í Leirvík.
Tveir mans skiftust um at glúpa stórseið, ið helt seg til fiskaruskið, sum fer út á sjógv frá framleiðsluvirkjunum.
Hesir báðir fingu nógvan og stóran seið upp við glúpinum. Skjótt gekk at "fiska" ? og skulu vit meta eftir kurvunum, teir høvdu við sær oman, væntaðu teir sær rættiliga góðan fong.
Hóast seiða-og upsafiskiskapurin hendan morgunin var óføra góður, er ikki hugsandi, at menninir við glúpinum hava nakran sum helst møguleika at fiska nýggju leirvíkstrolararnar, Stjørnuna og Polarhav, av, tá ið teir fara til fiskiskap um nakrar dagar.