42 doyðu í svimjihøllini

Myndugleikarnir halda, at byggifusk var orsøkin til, at takið á einari stórari svimjihøll í Moskva datt niður leygardagin

Vanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Gjáramorgunin váttaði borgarstjórin í Moskva, Jurij Luzjkov, at vanlukkan seinnapartin leygardagin hevði kravt 42 mannalív, og at minst 110 fólk høvdu fingið skaða. Av teimum, sum doyðu, vóru minst seks børn.
Myndugleikarnir sendu alt fyri eitt stórar kranar og bjargingarmenn við servandum hundum at leita eftir fólki í teirri stóru høllini, men umstøðurnar hjá teimum neyðstøddu vóru ikki serliga góðar, tí tað frysti ímillum 15 og 20 stig í Moskva leygardagin.
Transvaal Park var tann størsta og mest nútímans svimjihøllin í Moskva. Høllin varð tikin í nýtslku í 2002 og var sera væl umtókt sum frítíðarstað. Hildið verður, at eini túsund fólk mundu vera inni, tá takið brádliga datt niður.
Russisku myndugleikarnir vístu aftur øllum gitingum um, at talan kundi vera um yvirgang.
Tað var eitt turkiskt felag, sum bygdi Transvaal Park, og beint eftir vanlukkuna vildu myndugleikarnir vera við, at talan mundi vera um byggifusk. Stjórin í svimjihøllini og maðurin, sum hevði eftirlitið við byggingini, vóru til avhoyringar hjá løgregluni í Moskva sunnudagin. Illgruni er um, at høllin bleiv ikki bygd eftir teimum reglum, sum eru galdandi, skrivar AP.