Lítla jólahúsið í Sørvági

Sørvingar eru í jólahýri. So góðum, at kommunan hevur gjørt eitt heilt hús um til jólahús

Tey hava eitt jólahús í Sørvági. Eitt heilt fitt lítið hús, sum stendur í gomlu bygdini í Sørvági. Eitt sindur burturgoymt kanska mitt í einum trunka av húsum. Men soleiðis standa gomul hús í gomlum bygdum ofta.
Sørvágs Kommuna hevur ognað sær eini av eldru húsunum í bygdini. Fitt lítil træhús við flagtekju, sum sett eru í stand og rættiliga hugnað um nú til jóla.
Inni eru jól. Tað er eingin í iva um, sum inn kemur. Her eru jól í hvørjum rúmi, hóast tey ikki eru so nógv, sum tey vanliga eru í nýggjum húsum í dag.
Og øll sleppa inn, siga tey, sum standa fyri hesum hugnaliga tiltakinum i Sørvági. Tí húsið er opið fyri almenninginum hvønn sunnudag í adventini. Seinnapart. Og so er sjálvandi eisni opið tann dagin, Vágatunnilin hevur føðingardag. Tað er tann 10. december, tá frítt er at koyra gjøgnum tunnilin.
Ongum nýtist at fara við tóman munn út aftur úr jólahúsinum í Sørvági. Sum tey plaga at siga, so vilja tey ikki, at fólk skulu bera jólini útaftur. Boðið verður kaffi, holukøkur og slíkt, sum vnaliga er at fáa, tá ein vitjar fólk á jólum.