Henda myndin er ein áminning til okkum menniskju um at ganga betur um náttúruna. Tað er okkara skylda og ábyrgd Hetta neyðardýið av einum kópi kom inn á Gomlurætt altjóða kvinnudagin, 8. mars, vavdur inn í eitt garnastykki og ein langan enda, sum hekk uppi í hesum.
Tað kann avgjørt ikki hava verið stuttligt at verið hesin kópurin í síni villu náttúru, púrasta deyðadømdur.
Kópurin hevur verið ógvuliga heppin yvirhøvur at vera sloppin upp á land, so vavdur í garnastykki og enda, sum hann var, tá ið menn umborð á strandfaraskipinum Teistanum tóku hesa myndina.
Hetta er ein sjónlig avleiðing av tí, sum kann spyrjast burtur úr, tá ið slíkt, sum skuldi verið ført til lands, endar á sjónum og verður til ampa fyri óseku dýrini í havinum.
Nú hava vit menniskju náttúrliga eitt nærri tilknýti til hund enn kóp, men hugsa vit okkum, at tað var okkara egni hundur, sum soleiðis píndist, hevði hetta virkuliga gjørt okkum ilt.
Syndarliga myndin sigur okkum, at vit menniskju kunnu ikki ganga um náttúruna, sum okkum hóvar best. Vit mugu duga at taka fyrilit fyri øðrum enn okkum sjálvum.
Tað er okkara skylda og ábygrd.










