Mugu forða fyri fremmandum toski í Føroyum

Nú vit eru farin undir toskaaling í Føroyum, hevur tað alstóran týdning, at vit ikki fáa útlendskt yngul hendavegin, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

-Tað má undir ongum umstøðum henda, at fremmandur toskur verður blandaður upp í føroyska toskastovnin.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Nú vit eru farin undir toskaaling í Føroyum heldur hann, at tað er sera umráðandi at seta forboð fyri at føra útlendskt toskayngul til Føroya.
-Ala vit tosk á sjónum, slepst ikki undan at toskur sleppur úr ringunum.Men tað má ikki henda, at at vit fáa útlendkst yngul hendavegin, sum kann blandast við føroyskan tosk.
Sum frálíður kann tað føra við sær, at eginleikarnir hjá føroyska toskium verða útvatnaðir við tað, at fremmandur toskur er blandaður upp í.
Í hesum sambandi hugsar fiskimálaráðharrin serliga um at verja toskin á Føroya Banka, sum hevur heilt serligar eginleikar at veksa, men hann hugsar eisini um toskin undir Føroyum sum heild.
Hetta er ein trupuleiki, sum er vælkendur frá laksi. Tað er nú so nógvur alilaksur sloppin úr ringum og evur blandað seg vil villan laks, at veruligur villur laksur er farin at ganga undan við teimum serligu eginleikum, hann hevur.
Tí hevur tað ómetaligan týdning at forða fyri, at útlendskur toskur verður blandaður uppí, sigur Bjørn Kalsø.