vinnarin smílandi. Treivst betur í Føroyum Søgan um Janus Uldall er annars tann, at hann er føddur dani, men flutti til Føroya í 1962. Her varð hann búgvandi til hann saman við familjuni flutti til Danmarkar [...] tilboðnum ætli eg mær at taka av, sigur danin, sum gjørdist føroyingur burturav. ? Hóast tað er trupult í dag, so er eingin ivi um at eg framyvir fari at hava bæði beinini á jørðini, sigur Janus Uldall. Skalt [...] fram í hvussu er. ? Sum sagt, so ætli eg mær at liva lív mítt sum eg havi gjørt higartil. Eg havi ongantíð flogið so serliga høgt, og tað fari eg heldur ikki at gera framyvir. Men tað er eingin loyna,
har steðgurin tó er stuttur. Tí longu sunnudagin fer Eyðun Elttør til Alaska, har høvi verður at kunna sum við oljuvinnuna har. Hann er ferðalagi saman við 15 øðrum føroyingum. Tað er oljusamtakið við [...] størri barlast, tá talan er um kunnleika til oljuvinnuna sum heild. -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig uppliving [...] tvey umboð fyri Oljufyrisitingina á boripallinum. Tey vóru Alex Buvik, sum er ráðgevi í umhvørvismálum og Annie á Hædd, sum júst er sett til at taka sær av løgfrøðiligum spurningum. Harumframt var eisini
Og líkt er til, at arbeiðshuginum bilar einki. Tað skilst tó á Odduri, at hugurin til sjógvin er stórur, og tí er ikki óhugsandi at hann fer avstað aftur. - Men, so vil eg leggja aftrat, at her er øgiliga [...] umborð og so at arbeiða á Vónini, tað er púra hvør sítt, og kann tí illa samanberast. - Her á virkinum er tað meiri eftir bókini, har alt skal gerast sera nøjaktiga. Tað er ikki heilt tað sama umborð. - Skalt [...] Oddur Hentze. Oddur er upprunliga ættaður úr Skopun, men hevur búð í Havn í mong ár. Hann hevur arbeitt her á Vónini í samanlagt 1 1/2 ár tey seinastu árini. Nú hevur hann verið her í eitt hálvt ár út í
lógini, sum eg haldi er ein tann mest týðandi í heila tikið. Spurningurin er, um tað ikki er rætt at stramma eitt sindur her. Vit vita, at vit kunnu altíð geva út, men tað, sum er ávarað harðliga móti [...] fyri at halda fram eftir, at oljan er uppi. Henrik Old helt tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit byrja at útbúgva okkara egna fólk til oljuvinnuna. -Her haldi eg, at tað er næstan neyðugt at byrja frá [...] krónur. Eg haldi tað er rætt, at løgtingið skal kunna góðkenna, hvørji øki ætlanin er at bjóða út og hvørjar almennar treytir landsstýrið ætlar at seta. Jørgen Niclassen segði, at tað er sera týdningarmikið
kampagnepriserne.? Stjórin í Maersk Air, Ole Dietz, er sera fegin um nýggjasta útspælið frá føroyskum myndugleikum. -Hóast hetta er tað vit høvdu roknað við, so er tað ikki sørt av eini minni kollvelting eisini [...] Finnboga Arge er tað nú upp til bæði flogfeløgini at tillaga seg til útboð og eftirspurning. Tað gevur størri fleksibilitet og má eisini geva betri útboð til ferðafólk. -Man kann væl siga, at hetta er ein kollvelting [...] ?action? aftanfyri orðini, tí bæði her og eisini í Føroyum hevur tað verið nógv tosað um liberalisering. Og nú hava vit so eitt av úrslitunum. Ole Dietz vil ikki her og nú lova nakað. -Tað veldst um ú
hoyra navnið á nýggja landsliðsspælaranum, so er okkurt sum bendir á, at her er talan um góðan styrk til álopsspælið á landsliðnum. Christian Holst Lamhauge er 21 ára gamal álopsspælari. Í summar skifti hann [...] at breða til Mamma Christian Lamhauge Holst er føroysk, men hon hevur búð uttanlands, síðani hon var 18 ára gomul. Berghild Lamhauge, sum er gift einum dana, er dóttir Jenny og Christian Eli Lamhauge í Havn [...] hann frá Svendborg, har hann var toppskjútti, til 2. deildarfelagið Lyngby, har nú er toppskjútti. Hann er ein maður, sum dugir at gera mál, men hann sigur seg vera fullkomnan tiknan á bóli av úttøkuni
fór at koma í dag. Tey søgdu við okkum, at vit skuldu bara sita her, so skuldu tey vísa drotningini inn higar at heilsa uppá okkum. Og her hava vit so sitið og bíðað í allan morgun, greiddu tey frá. Men [...] vitjanina inni á stovuni. Men tey hildu tað tó vera eina serstaka og minnisríka uppliving. ? Hetta er so fyrstu ferð eg havi heilsað uppá drotningina, men eg haldi, at hon virkar bara fitt, segði Mia,
stovuni »Túgvan« mær frá. ? Eg haldi ikki, at hatta er ein rættilig drotning, tí hon hevur onga kongakrúnu og ongan kjóla. Men tað er kanska tí, at tað er so nógvur vindur í dag. Kongakrúnan hevði bara fokið [...] fokið við vindinum, helt onkur. ? Men hon hevur heldur ongan kong, staðfesti ein. ? Vit skuldu standa her, og tá drotningin kom framvið, skuldu vit flagga, og so vinkaði hon aftur. Men prinsurin vinkaði ikki
navnið føroyskur dansur. Norrøna felagið skipar fyri fyrilestrinum, sum er almennur. Eftir fyrilesturin er ætlanin at fara upp á gólv, er áhugi fyri tí. [...] viðgera sjálvan dansin. Hvat hevur verið hildið at vera góður dansur fyrr, og hvussu er henda uppfatan nú í tíðini. Her verður tosað um teir tríggjar høvuðspartarnar í dansinum: kvøðingina, kvøðingarlagið [...] at hann fer at tosa um hin føroyska dansin søguliga og nútíðarliga. Hvaðani stavar hann, og hvussu er hann komin til Føroya. Síðani hvat vit vita um dans í Føroyum fyrr, har nomið verður við tær heilt
Fjóni. Í Keypmannahavn er so ein skrivstova, sum tekur sær av at samkoyra alla skipanina. Skipanin við Trafikinformatørum er fíggjað við stuðli frá tryggingarfeløgunum í Danmark. Hetta er gjørt sum ein viðurkenning [...] eitur Jørgen Witt. Og endamálið við vitjanini er eittans: At fáa fleiri føroyingar at gerast »trafikinformatørar«. Tí hesin maðurin, sum nú vitjar Ferðslutrygd, er ikki tað vit í dagligari talu, kallað ein [...] Hálsurin er brotin og tí situr hann í koyristóli og má hava ein hjálparmann við sær allastaðni har hann fer. Men hann var heppin, tí hóast brotnan háls, so fær hann brúkt hendurnar eitt sindur, og tí er hann