? Hetta vardi okkum ikki í morgun

Mia og Jóan Magnus ella Helle, sum hann vanliga verður róptur, úr Leirvík, komu til Havnar á sjúkrahúsið mánamorgunin.

? Nei, lítið vistu vit, tá vit fóru úr Leirvík í morgun, at vit skuldu taka í hond á drotningini, søgdu tey bæði, eftir fínu vitjanina inni á stovuni.
Men tey hildu tað tó vera eina serstaka og minnisríka uppliving.
? Hetta er so fyrstu ferð eg havi heilsað uppá drotningina, men eg haldi, at hon virkar bara fitt, segði Mia, sum tó var eitt sindur flóv av at hava sitið niðri, ímeðan drotningin var og heilsaði uppá. ? Tey søgdu við okkum, at okkum nýttist ikki at reisa okkum upp, men tað tóktiskt løgið at sita á aftirpartinum, tá drotningin kom inn, helt Mia.

Umframt at taka í hond á drotningini og prinsinum, heilsaðu Mia og Helle eisini uppá løgmann og borgarstjóran í Havn, sum gingu aftaná drotningini og eisini tóku í hond á sjúklingunum.
? Tá vit komu í morgun fingu vit at vita, at drotningin fór at koma í dag. Tey søgdu við okkum, at vit skuldu bara sita her, so skuldu tey vísa drotningini inn higar at heilsa uppá okkum. Og her hava vit so sitið og bíðað í allan morgun, greiddu tey frá.
Men tey vóru samd um, at tey nú høvdu okkurt at fortelja leirvíkingum, tá tey komu heimaftur.