? Hon hevur onga krúnu!

børnini vóru spent at síggja drotningina

? Vit hava sæð drotningina, og hon eitur Margretha. Vit hava eisini sæð prinsin og fleiri politimenn, greiddu dreingirnir, sum ganga á stovuni »Túgvan« mær frá.
? Eg haldi ikki, at hatta er ein rættilig drotning, tí hon hevur onga kongakrúnu og ongan kjóla. Men tað er kanska tí, at tað er so nógvur vindur í dag. Kongakrúnan hevði bara fokið við vindinum, helt onkur.
? Men hon hevur heldur ongan kong, staðfesti ein.
? Vit skuldu standa her, og tá drotningin kom framvið, skuldu vit flagga, og so vinkaði hon aftur. Men prinsurin vinkaði ikki, greiddi ein av dreingjunum mær frá. ? Og prinsurin hevði heldur onga kongakrúnu.
Høvdu tit tímað at verið prinsar?
? Ja, eg hevði væl tímað. Tí teir eiga fult av pengum, kanska 1000, og nógvar diamantar, vóru allir dreingirnir samdir um.
Men hvat gera prinsar?
? Prinsar? Teir gera einki. Teir skulu bara akta drotningina, og gera sum hon sigur, staðfesti ein, eftir at hava hugsað seg um eina løtu.